Ógrundað álop á fjølmiðlar

Oddagrein

Undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna komu fram tvey grov og púra ógrundað álop á føroyskar fjølmiðlar. Eitt álopið var gjørt av framsøgumanni Miðfloksisn og var hetta eitt sera ósakligt og ógrundað álop á Útvarp Føroya. Hetta kom fram undir umrøðu av eini komandi nýggjari kringvarpslóg, har framsøgumaðurin nærum vildi áleggja landsstýrismanninum í mentanmálum at censurera útvarpsins tíðindaflutning. Framsøgumaðurin skuldsetti útvarpið fyri at bera rong tíðindi um USA og tess forseta, um Tony Blair o.m.a.

Slík tala hoyrir ikki heima í einum fólkaræðiligum parlamenti, har ein átti at viðurkent, at fræls og óheft pressa er ein týðandi táttur í politisku skipanini. Tá hetta er sagt, eigur tað eisini at verða nevnt, at tíðindaflutningurin í Vesturheiminum um USA og eitt nú kríggið í Irak er um ikki stýrdur so í hvussu so er í stóran mun ávirkaður av USA. Søgan frá Golf krígnum er um at endurtaka seg. Har vísti tað seg eftir kríggið, at tann myndin almenningurin fekk av krígnum gjøgnum fjølmiðlarnar var tann mynd, ið USA vildi hava heimin at síggja. Vit máttu enn einaferð sanna, at í kríggj er sannleikin fyrsta offrið. Soleiðis man eisini fara at vera við krígnum í Irak, sum nú er um at beina fyri Tony Blair politiskt eins og Anders Fog Rasmussen, sum leyp á leistum fyri USA, er farin at orna um skallan.

Annað álopið á fjølmiðlarnar kom frá landsstýrismanninum í almannamálum, sum eftir eina annars áhugaverda røðu endaði við einum grovum og púra óskiljandi álopi á fjølmiðlarnar. Álopið var fylgt av nøkrum hugleiðingum um maktina og um hvussu maktin nú endiliga av fólkinum var givin teimum ráðandi. Landsstýrismaðurin endaði við at citera Kafka! Burtursæð frá, at føroy-ingurin, sum eygleiðir politiska spælið, mangan kennir seg sum verandi staddur í kafaskum høpi, var eisini hetta álop heilt burturvið. Men bæði álopini hava tað til felags, at tey avdúka, at teir, ið nú ráða fyri borgum, vilja ikki gjøgnumskygni. Teir vilja ikki hava nakran at hyggja teimum í kortini. Tí ræðast teir eina frælsa óhefta og atfinningarsama pressu. So kanska skuldu fjølmiðlarnir uppfata hesi ógrundaðu og ósakligu álopini sum eitt herðaklapp! Føroysku fjølmiðlarnir, sum vanliga ikki uppfata seg sum serstakliga vaknar og kritiskar, eru kanska eitt vet meira professionellir og vaknir, enn vit sjálvi mangan hava lyndi til at halda!