Ógrundaðar útsagnir um havnarútbygging

Í samband við kjakið, um útbygging av Tórshavnar Havn, vil eg koma við nøkrum lýsingum av alternativunum og atfinningunum, sum eru komin fram í seinastuni.

 

Skálafjørður nærri útflutningsvinnuni

Sambært Løgmanni, og nøkrum við honum, er komið fram at Skálafjørðurin er eitt betri boð, tí hann liggur nærri útflutningsvinnuni. Hettar er kanska partvíst rætt, men vit gloyma nøkur øki í landinum. Tórshavnar Havn liggur mitt í landinum, við nøkurlunda somu frástøðu allastaðnis frá. Skal vøra avskipast frá t.d. Runavík, so blívur frástøðan munandi longri frá Suðuroy, Sandoy, og Vágoy. Leiðin styttist bert frá Norðoyggum, og í Eysturoy annars. Er tað skilagott? Ella eru tað bert útflytarar norðanfyri, sum eru umráandi?

 

Havnarbygging á Sundi

At tosa um Havnarútbygging á Sundi, er púra burturvið. Fyri tað fysta er fjørðurin alt ov smalur, og hóast vit høvdu kunna bygt havnina, so høvdu skipini verið noydd at venda í Tangafirði, fyri síðani at bakka inn til Sund. Tað næsta viðvíkjandi Sundi, er at Føroya Løgting hevur samtykt, ikki at geva Tórshavnar Kommunu loyvi at byggja har. Við grundgevingini frá Løgtinginum at tað er ikki rætt at savna eina stóra havn í suðurstreymoy, bleiv uppskot um at loyva TK at gera havn har felt. (Løgtingstíðindi, 1986, útgáva C, bind A, Síða 401, Uppskot nr. 80 til samtyktar) Tað hevur ljóða, at samtykt finnst frá Løgtinginum, um at einki vinnuligt virksemi skal vera inni á Sundi. Eg havi ikki funnið hesa samtykt, men onkur kønur kann møguliga finna hana. Afturat hesum bleiv fyrispurningur settur í 1987, um havnarútbyggingina á Sundi, sum hóast tað bleiv samtykt at hann skuldi svarast, ongantíð bleiv svaraður. Hettar vísir, sum einki annað, hvønn vilja landsmynduleikarnir hava, tá tað kemur til at menna miðstaðin í Føroyum. (Løgtingstíðindi, 1987, útgáva B, bind A, síða 635, mál nr. 100-11)

 


Skansin

At Skansin, sum øll í Føroyum helst eru sera góð við, skal taka óbøtiligan skaða av útbyggingini er beinleiðis skeivt. Tvørturímótir vil eg siga at skansin framyvir fær eina verju, sum fer at tryggja okkum skansan og umhvørvið rundanum hann í nógv hundrað ár frameftir. Umframt hettar, fáa vit eina bátahavn frammanfyri, har børn og ung kunnu rógva gummibátar, standa á seiðabergi og mangt annað, og harvið síggja og njóta skansan frá einum sjónarhorni, sum ikki hevur verið líka lætt áður. Eg havi fingið at vita, at bergið vestureftir, sum bara etur seg inní gamla skansan, verður lagt niður aftur, so at skansin aftur fer at líkjast eini høvd, sum hann einaferð var. So verður eisini møguleiki at njóta skansan frá býnum, heldur enn at síggja beint í eitt berg. At skansin skal missa útsýni, ella øvugt, at man ikki skal kunna síggja skansan fyri byngjum, er ómetaliga skeivt skotið. Byngjurnar verða ongantíð settar omaná hvørja aðra í meiri enn trimum til fimm byngjur, og tá tær standa hægst koma tær ikki eingang uppum havnarskrivstovuna, sum stendur nógv lægri enn skansin. At skansin verður bygdur inni, er eingin vansi. Eg havi hugt eftir skansanum í Lerwick í Hetlandi, sum einaferð stóð mótir sjóvnum, og har havnarøkið nú er bygt frammanfyri. Tað er mín greiða fatan at hettar var ein vælagerð, tí nú kunnu fólk hyggja eftir skansanum frammanífrá, umframt at skansin nú er vardur frá veður og aldu.

Verður alt hettar sett saman, so er eingin yvi um, at rætt er farið fram av Tórshavnar Havn. Fyrimunirnir við at byggja Tórshavnar Havn út eru

· Kappingarføra nýmótans havn, mótvegis øðrum norðurlendskum havnum.

· Vit fáa eina miðhavn, har tað er líka langt frá Tvøroyri sum frá Fuglafirði, og frá Sørvági sum frá Klaksvík.

· Ein vardan skansa í nógv ættarlið frameftir, frá øllum síðum, sum kann njótast til bæði mentan og frítíð

· Verju av umhvørvi, eftirsum at tað verður líka langt frá øllum til avskipan, og har eini 80% av uppskipanini er næst har hon skal koyrast út.

 

Alternativini halda snøgt sagt ikki

· Umhvørvið verður ikki vart við at flyta havnina til Skálafjørðin, og tó at tað er nærri fyri nøkur, so blívur tað nógv longri hjá øðrum.

· Tað ber ikki til á Sundi, og somuleiðis eiheldur í Kollafirði

· Skansin tekur ongan skaða, hvørki í útsjónd, ella við útsýni.

· At bátahavn ikki kann gerast har vegna uppgang, er eisini skeivt, tí ein moli/seiðaberg verður gjørt norðanfyri, sum verjir innsiglingina

 

Fyri mær virkar tað ikki sum tað er nøkur saklig orsøk at forða eini útbygging av Tórshavnar Havn í Havn. Tá eg hoyri eitt nú arkitektarnir úttala seg, so ljóðar tað sum at Tórshavn bert skal vera ein mentanardepil við Café'um og Teatirsýningum, men hettar liva vit ikki av í longdini. At fjala byngjuvirksemi í Havnini, til frama fyri mentan og ferðafólk hevði tikið lívið av býnum, og so var eiheldur nakar at njóta mentanina.

Nei. Tað sum Tórshavnar Havn er farin í holt við, er eitt hart tiltrongt átak, sum kemur at tryggja føroyska samfelagnum tær bestu sømdirnar fyri góðshavn, ferðafólkahavn og samstundis verja okkara skansa.

Mín áheitan vil tí vera til Tórshavnar Býráð, at halda rimmar fast í ætlanini, og ikki vika eitt komma fyri kritikki og snikk snakki, sum so ofta í Føroyum hevur forða mangari vælagerð.