Ógreið lóggáva forðar fígging av landbúnaðinum - bíðað hálvtannað ár eftir landsstýrismanninum


Hóast vitandi um trupulleikan í hálvtannað ár, so hevur landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, framvegis hvørki tikið støðu ella broytt lógina, so Búnaðargrunnurin veit, hvørt hann hevur loyvi at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv í sambandi við festaraskifti. Og hvørt grunnurin hevur virkað innanfyri ella uttanfyri lógarheimild, fram til á sumri 2013, tá ivi um lógartulkingina tók seg upp.
 


Umsóknir hava hesa tíðina hópað seg upp, tí tær ikki kunnu avgreiðast og lítil ivi kann vera um, at tað darvar virkseminum í vinnuni nógv. Hetta kemur fram í svari frá landsstýrismanninum, uppá spurningar undirritaða aftur hevur sett – eitt ár eftir, at landsstýrismaðurin í svari segði, at endalig niðurstøða skuldi takast í januar 2014.


Spurningurin, hvørt Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv í sambandi við festaraskifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum, er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum. Og tað er sjálvandi ein fremsta uppgáva hjá einum landsstýrismanni at tryggja, at lóggáva, sum stovnar undir honum virka eftir, er púra greið!


Búnaðargrunnurin hevur síðani 2006 veitt fígging til keyp av mjólkarkvotum og síðani 2007 fígging í sambandi við festaraskifti. Fíggingin varð latin í góðari trúgv um, at heimildargrundarlagið var nøktandi. Men, tá ivamál tók seg upp um lógarheimildina á sumri 2013, steðgaði grunnurin við hesum, ímeðan bíðað varð eftir greiðum svari og møguligari lógarbroyting úr Fiskimálaráðnum.


 
Men, landsstýrismaðurin hevur framvegis ikki, nú vit skriva januar 2015, tikið støðu til hvørt Búnaðargrunnurin – sum jú er fíggingargrunnur hjá føroysku landbúnaðarvinnuni – skal hava hesa heimild ella ikki. Tað er ikki ov nógv kravt, at ein landsstýrismaður, sum hevur ábyrgd av økinum, hevur eina meining um, hvørt grunnurin, sum er settur at fíggja vinnuna, skal kunna fíggja keyp og sølu av kvotum og festibrøvum. Um hann ikki ætlar, at Búnaðargrunnurin skal vera við til at fíggja umsetiligheitina í vinnuni, so eigur hann at koma við einari gjøllari frágreiðing um hví. At leggja part av virkseminum hjá Búnaðargrunninum og vinnuni lamið í hálvtannað ár, ímeðan bíða verður eftir - ja, landsstýrismanninum - er drál, sum ongastaðni hoyrir heima!


 
Í svarinum kemur millum annað fram, at grunnurin hetta tíðarskeiðið hevur móttikið umleið 10 formligar umbønir um fígging av hesum slagi, men eisini eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til nevndu endamál, umframt at tey eru fleiri, sum als ikki hava vent sær til grunnin, tí vinnan er vitandi um, at grunnurin er steðgaður við at veita lán til keyp av mjólkarkvotum og festibrøvum.