Hýruvognsførara kæra seg um, at fólk við sonevndum minibussum, sum taka eini 10-12 ferðafólk, eru farin at koyra hýruvognskoyring uttan at bilarnir eru skrásettir sum slíkir. Fyribrigdið er vorðið alt vanligari seinnu tíðina. Bæði í Havn og aðrastaðni í landinum. Róð verður fram undir, at teir koyra svart fyri lægri takstir, enn skrásettur hýruvognarnir.
Ein hýruvognsførari av bygd, sum Sosialurin hevur tosað við, segði okkum, at í hansara kommunu eru ikki aðrir skrásettir hýruvognar enn hansara. Kortini var heilt vanligt, at einir fýra-fimm sonevndir minibussar reka ferðafólkaflutning móti gjaldi, uttan at tað nakrastaðni sæst á vognunum, at teir reka aksturvinnu.
Hesin hýrivognsførarin sigur, at hann hevur vent sær til allar avvarðandi myndugleikar, men fær bara tað svar, at eingin kann gera nakað við málið.
Kommunuskrivstovan, sum hevur latið honum sjálvum hýruvognsloyvi, sigur, at har kunnu tey einki gera, tí minibussrnir hava vinnuloyvi. Løgreglan sigur, at teir kunnu ikki nokta fólki at fara biltúr við onkrum tey kenna, tá ikki ber til at ávísa, at peningur verður kravdur fyri túrin. Bileftirlitið sigur, at hjá teimum er einki at gera annað enn at góðkenna bilarnar, so teir kunnu koyra.
Loyvi krevst
Fleiri teirra, sum reka skipaða aksturvinnu, vilja vera við, at tey, sum koyra við hesum sonevndu minibussunum, ikki altíð hava øll síni loyvi í lagi.
Av Bileftilitinum verður sagt, at fyri at koyra ferðafólk krevst, at ein í fyrsta lagi hevur vinnuloyvi, sum umfatar ferðafólkaflutning. Síðan skal akfarið, koyrt verður við, vera góðkent av Bileftirlitinum til ferðafólkaflutning. Í triðja lagi krevst, at tann, sum koyrir akfarið, hevur koyrikort við átekning til ferðafólkaflutning.
Og sum skilst eru tað fleiri, sum ivast í, um hesar treytir altíð verða uppfyltar, har koyrt verður við ferðafólki.
Tað ber so ikki til at fáa tað váttað, uttan at steðga akfarinum og kanna eftir, um so er. Tað kann løgreglan tó gera og krevja skjalprógv, sum skal vera í vogninum.
Úr Vinnumálastýrinum, sum umsitir ferðafólkaflutning, verður sagt, at júst hesi minibussarnir eru í einum sonevndum »gráum øki«, sum mestsum seta teimum grá hár í bollan.
Satt at siga vita tey hvørki út ella inn, hvat tey skulu gera við hesar bilarnar. Teir eru ov stórir at kallast hýruvognar, og ikki nóg stórir til at kallast bussar. Ein merkiligur »hybridur«, sum fulltrúin í Vinnumálastýrinum tók til.
Fyri at koma undir heitið hýruvognur, skal bilurin hava pláss til í mesta lagi átta ferðafólk umframt føraran. Síðan skal hann hava góðkenning til at reka aksturvinnu. Hýruvognslógin og kunngerðin um hýruvognar seta greiðar reglur fyri hesum. Men tær eru bara galdandi í Tórshavn og Klaksvík, verður sagt úr Vinnumálastýrinum.
Minibussurin hevur hinvegin vanliga 10 - onkuntíð 12 - setur. Hann skal verða merktur soleiðis, at tað sæst, at hann er til ferðafólkaflutning. Men hann kann ikki hava hýruvognsskelti, sum sigur, at fólk kann steðga honum á vegnum og fara uppí. Hetta skeltið, sum sigur, at nú er hann leysur.
Hinvegin er loyvt at ringja til føraran og biða hann koma eftir einum og koyra ferðafólkið til eina ávísa adressu.
Og her koma teir í neyð í Vinnumálastýrinum. Tí hvussu verður ein støða avgreidd, har ein maður hevur ringt við eini fartelefon og biðið minibussin koma eftir sær, men kann ikki taka vinmannin við, sum stendur einar 100 metrar burtur, tí ikki er loyvt at steðga bilinum á gøtuni til at biða um ein túr?
Støðan er heilt »absurd« verður sagt úr Vinnumálastýrinum, har tey høvdu verið meira enn fegin um at fingið eina loysn á trupulleikanum, sum tey ásanna er har.
Ójøvn kapping
Sosialurin hevur tosað við ein bileigara, sum millum annað eisini hevur ein minibuss, sum hann koyrir ferðafólk við.
Hann sigur, at tað er ein ójøvn kapping á mrknaðinum. Hann ásannar, at tað koyra minibussar, sum beinleiðis reka hýruvognskoyring. Og teir koyra ólógliga, vísir hann á.
Kelda okkara sigur frá bilførara, sum sigur seg sjálvan koyra ferðafólk uttan at vera so mikið sum mvg skrásettur. Umframt verður koyrt fyri undirprís, sum so aftur ger, at teir, sum koyra lógliga, skrásetta vinnu, missa sínar kundar.
Trupulleikin er bara, at eingin reglugerð er á økinum.