heima í fleiri mánaðir, eru trúboðarahjúnini Beinta og Havstein Klein og børnini farin avstað aftur til Tansania. Í býnum Kiabakari, har norðuri í Tansania virka tey sum trúboðarar. Tey hava verið í Føroyum [...] Føroyum síðani í summar í samband við, at tey fingu dóttrina Elisabet, men fóru út aftur 30. november. Í Kiabakari heldur Havstein fram við at undirvísa á bíbliuskúlanum har. Tey bæði eldru børnini, Dina [...] av Hans Karl Højgaard, sum fer avstað 6. januar. Dina og Lassi hava gingið í Miðvágs-Sandavágs Skúla ímeðan tey hava verið í Føroyum.
dag sum skúlarnir. Heili átta børn fóru úr skipanini í skúla í ár, og tey børnini sum eru fimm ár í dag eru níggju í tali. So ikki kann annað sigast, enn at framtíðin fyri skúlanum á Viðareiði sær bjørt [...] at hann sleppur nøkur ting, sum hini í flokkinum ikki sleppa, tí tey ikki eru í skipanini. So tað er ikki so galið kortini. Dagrøktin hevur havt frí í fýra vikur í summar, og hon byrjaði aftur sama dag [...] Viðareiði: Spælistovan liggur miðskeiðis í bygdini, tætt við skúlan. Nógv børn eru at síggja har um leiðir, og tey hugna sær í góða veðrinum. Børnini eru í øllum aldri. Summi súkkla, summi renna bara runt
nú kann eg bara siga, at tað er í fínasta slag at rógva kapp, sigur hann. Hesi árini við Argja Róðrarfelag róði hann fyrst við Bliki í trý ár; í fjør við Teistanum, og í ár við tí nýggja seksmannafarinum [...] farið í bátarnar at venja. Hetta verður gjørt í sambandi við aðalfundin í felagnum, har sjósetingin av bátunum er ein partur av skránni. Serligur áhugi verður um tann nýggja Lóm. - Tá vit fara í bátin [...] til nakað heilt serstakt í ár, nevniliga tann nýggja kappróðrarbátin. - Vit byrjaðu so spakuliga at venja í desember mánaði. Tá vandu vit eina ella tvær ferðir um vikuna, men í januar mánaði kom meiri ferð
arbeiða eitt nú í Havn og í Klaksvík. Í Syðrugøtu eru grundstykki tøk, og tað sama er bæði við Gøtugjógv og undir Gøtueiði. Og í Norðagøtu er útstykking í gongd, sum fer at verða liðug í ár. Hóast skúlin [...] Hon hevur ongantíð sitið í bygdarráðnum fyrr, men er nú vorðin borgarstjóri í eini kommunu, sum telur næstan 1.000 íbúgvar, sum búgva í fýra bygdum. Vit eru stødd í Gamla Skúla við Gøtugjógv fyrsta dag [...] eru í bygdarráðnum. Hóast tær ikki hava meiriluta kortini. Tí menninir eru fýra, og av teimum eru tríggir, sum hava sitið í bygdarráðnum fyrr. So tey nývaldu eru kortini í meiriluta í bygdarráðnum í Gøtu
Hann greiðir frá, tá hann fór í skúla vóru tað 20 skúlabørn og 80 vaksin fólk, sum búðu í bygdini. Tá vóru Hellurnar ein stór bygd, og har hendi nakað. Tá Jóhann Marius byrjaði í skúlanum, var eingin skúli [...] Marius Olsen av Hellunum til dóttrina í Fuglafirið. Jóhann Marius er 88 ára gamal, og er sostatt elsti maður av Hellinum, hann býr í dag á bústovninumVesturstova í Fuglafirið. Honum dámar sera væl at búgva [...] vera betri. Av tí at bústovnurin liggur so ovaliga í bygdini, er útsýnið sera gott ein sær alla bryggjuna, Pollin og handilin hjá Pidda har ein landaði í ungum døgum, sigur Jóhann Marius. Hann er føddur
frægast at búgva í Bretlandi og hevur so sent boð eftir gentuni Helenu úr Innistovu (1882-1962) í Hvannasundi, og tey giftast í Leith í 1905. Tað er líkt til, at tey eisini hava búð í Fleetwood á vest [...] báðir búgva í Havn 3. Haldane Napoleon, (1912 - 2005), føddur í Hull. Ætlanin var bert at kalla hann Napoleon eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við Oliviu í 1912 sama vár, sum Napoleon var føddur í juli. Poli [...] Sambandið við familjuna og føroyingar í síni heild helt á. Nógvir føroyingar landaðu tá í Hull, og Helena var væl kend við tann víðagitni Mortan í Hvannasundi, sum var komin í Innistovu at vera sum hálvvaksin
missiónsvikurnar byrjaðu í hesum húsinum í 1975 hava øll tiltøkini í samkomuni verið hildin her. Men í hesi vikuni verður somuleiðis vent aftur til tað gamla møtistaðið, har møtini byrjaðu í síni tíð. Møtini byrja [...] byrja annars í Kirkju- og missiónshúsinum í kvøld kl. 19:30, men tá liðið er út á vikuna verður farið oman í Argja skúla at hava møtini. Møtini um vikuskiftið verða tí hildin á hesum staði. Millum tiltøkini
Nú eru tey byrjað aftur í føroyska barnaskúlanum í Århus Í farnu viku byrjaðu tey aftur í føroyska barnaskúlanum í Áarstovu í Århus. Í skúlanum eru øll børn og ung í skúlaaldri vælkomin og tað er heldur [...] heldur ongin treyt at vera limur í Føroyingafelagnum fyri at ganga í føroyska barnaskúlan. Í skúlanum sleppa børn og ung at vera saman við øðrum børnum og ungum, sum hava tilknýti til Føroyar. Tey læra at [...] tosa, lesa og skriva føroyskt og harafturat spæla tey spøl, syngja, fortelja søgur og mangt annað. Í døgverðatímanum býðst høvi at eta matpakka. Føroyskur barnaskúli er leygardagar og fram til summarfrítíðina
víðari í skúlaskipanini. Vit síggja eisini næmingar fara aftur í vanligan skúla. Onkuntíð koma tey aftur í Lopfjølina, men varðveita sambandið við heimaflokkin, sigur Bjørghild Djurhuus, forkvinna í triv [...] Barnaverndartænastan í Tórshavn, skúlar í kommununi, Margarinfabrikkin, Mentamálaráðið og Sernám byrjaðu tí eina royndarverkætlan í Margarinfabrikkini, nevnd Lopfjølin. Tað eru trivnaðarnevndin í Tórshavnar býráð [...] trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð. Lopfjølin er ein royndarverkætlan á Margarinfabrikkini í Havn og er eitt tilboð til skúlanæmingar, sum av sosialum ella sálarfrøðiligum orsøkum ikki megna vanliga skúlagongd