Aftur á slóðina - Føroyskir fiskimenn í Bretlandi

Tað er kent, at nógvir føroyskir fiskimenn gjøgnum tíðirnar eru farnir til Bretlands. Hetta er heilt aftur til í hvussu er 1870-ini. Onkrir eru komnir aftur. Aðrir eru farnir víðari millum annað til Amerika. Aftur aðrir til Írlands og aðra staðni. Nógvir blivu verandi í Bretlandi við teirra ætt. Í summum førum hevur ættin í Føroyum mist alt samband við hesar útflytarar, meðan tað í øðrum førum framvegis er samband. Hetta førir so til, at eftirkomararnir koma higar at vitja

Í farnu viku var ein slík vitjan í Føroyum. Hetta var Haldane Isaksen, sum var her saman við konu síni Barbara Lynn og systkinabarninum Karen Isaksen.

 

Men áðrenn sagt verður meira frá hesi vitjan, skal greiðast eitt sindur meira frá ættini.

 

Pápi Haldane var John Kenneth Normann Isaksen. Vanliga nevndur John. Pápi Karen var beiggi John, Napoleon Isaksen.

 

 

Pápi teirra var Christian Johannes Isaksen f. 1877 á Kirkju. Nú kom vit til eina heilt stóra familju. Tey vóru nýggju systkin, og nógv av teimum fingu nógv børn. Her kann nevnast stutt um systkini:

 

Johanna Maria f. 1873. Hon giftist fyrst við Ísaki Simonsen av Viðareiði, og tá ið hann doyði, giftist hon við beiggja hansara Símun. Hon fekk sjey børn við báðum monnunum.

 

Elsa Frederikka f. 1875 giftist til Viðareiðis við Jens Viderø. Tey fingu bert ein son Dánjal, sum 26 ára gamal slerdi út í 1931 av Tvey Systkin hjá Absalon á Skála.

 

Jacob Hendrik f. 1879. Giftist fyrst við Sofíu Fuglø á Viðareiði og síðan við Súsannu Olsen. Fekk tilsamans 5 børn. Eitt av teimum var Helena, mamma millum onnur Eiler og Sámal Jacobsen, og Constansu, sum giftist til Syðradals á Kallsoynni. Hon var omma Bjørn Kalsø, fyrrverandi fiskimálaráðharri.

 

Jens Klæmint f. 1881, giftur við Sáru Fuglø av Viðareiði, har tey búsettust. Tey fingu átta børn. Hann gjørdist kendur reiðari, keypmaður og eisini prædikumaður.

 

Jóan Jakku f. 1883 varð verandi á Kirkju. Giftist við Petru Hansen. Tey fingu tvær døtur.

 

Johannes f. 1886. Flutti til Danmarkar, var giftur tvær ferðir og fekk 15 børn.

 

Sigga f. 1888. Giftist til Viðareiðis við Jákup á Grømma. Tey fingu 5 børn.

 

Andrea Maren f. 1891. Giftist við Marius Thomassen á Oksakletti av Viðareiði, og fingu tey seks børn.

 

 

Ættin hjá Christian Johannes

 

 

Nú venda vit aftur til ættina hjá Christian Johannes. Mamma hansara var Inga (Johannesdatter) f. 1850 í Skopun, dóttir Elsu og Dímunar Jóannes. Hon tænti á Kirkju og giftist í 1872 við Kristian Johannes Sivertsen f. 1849. Hann var ættaður úr Fuglafirði og tí kallaður Fuglfirðingurin. Ein morgun í 1876 kirkjumenn skuldu til útróðrar, var Fuglfirðingurin farin oman á Frekarakonuna at stinga fliður, men eingin maður kom aftur og einki sást aftur til hansara. Tey áttu tvær døtur. Árið eftir giftist hon upp aftur við Ísaki Hendriksen av Fløtti, og tey fingu sjey børn.

Elstur av hesum var Christian Johannes, uppkallaður eftir fyrra manninum hjá mammuni.

Mamman doyði ung frá børnunum, so flest teirra fóru út til onnur. Allar døturnar og synirnir Jens Klæmint og Jóannes fóru til Viðareiðis. Jóannes tænti hjá prestinum Faulenborg. Hann man eisini hava verið til skips, tí í 1904 tekur hann skiparaprógv í Havn hjá systkinabarninum Jens í Dali. Hann fór niður við prestahjúnunum, tá ið tey fóru til Danmarkar. Faulenborg hevði føroyska konu. Hon var systir Einar Mohr í Havn.

Jákup Hendrik fór til Haraldsunds, meðan Christian Johannes (seinni róptur Faroe Chris), fór til Skarðs at vera. Einasti, sum varð verandi eftir á Kirkju, var Jóan Jakku og eiga eftirkomararnir húsini enn.

Christian Johannis kom seinni til Innistovu í Hvannasundi at vera, har han møtti unnustu síni Helenu.

Eina tíð sigldi hann við hetlendingum, men fór síðani til Skotlands at fiska.

Seinni búsettist hann í Hull. Hann hevur so hildið, at tað var frægast at búgva í Bretlandi og hevur so sent boð eftir gentuni Helenu úr Innistovu (1882-1962) í Hvannasundi, og tey giftast í Leith í 1905.

Tað er líkt til, at tey eisini hava búð í Fleetwood á vesturstrondini á Englandi, har fyrsta barnið er føtt.

Sambandið við familjuna og føroyingar í síni heild helt á. Nógvir føroyingar landaðu tá í Hull, og Helena var væl kend við tann víðagitni Mortan í Hvannasundi, sum var komin í Innistovu at vera sum hálvvaksin. Tey vuksu so at siga upp sum systkin.

Cristian Johannes fiskaði nógv undir Føroyum og var mangan á Klaksvík, har hann átti skyldfólk. Tveir synir hansara Napp og John búðu eina tíð í Føroyum sum ungir.

John sigldi við Smiril og var eisini við Havhestinum hjá Skipafelagnum.

Napp var nokk mest við fiskiførum hjá pápabeigganum Jens Klæmint.

Christian Johannes doyði í 1955.

 

 

Børnini:

 

Christian Johannes og Helena fingu fimm børn.

 

1. Andrea. (1906 – 1927) Kom til Føroya sum ung og varð trúlovað við Adrian Justesen í Hvannasund. Tey fingu ein son, Andreas Isaksen. Men Andrea doyði stutt eftir. Adrian flutti niður, har hann giftist við eini einkju við tveimum børnum. Men sjálvi fingu tey einki barn. Hann doyði í 1945.

Andrias, sonurin, vaks upp á Viðareiði og giftist við Poulu haðani.

Tey eiga fimm synir og eina dóttir. Tey eru

Jákup

Hannilena, g. v. Janus Jacobsen

Andor, g.v. Jonu Hansen

Lassen, g.v. Gunvør

Klæmint, g. v. Christinu Nolsøe

Heðin Matras, g. v. Tórunn Holm

 

2. Ingrid (1907 – 1989) giftist við Albert Absalon Joensen f. 1908 í Havn. Hann var beiggi Hans Sundstein, so tað ber til at lesa um hansara ætt í nýggju bókini hjá Jógvan Sundstein. Mamma Albert var Anna Margreta var úr Bug í Hvannasundi, dóttir Hans Jacob Matras, handilsmann og fyrrverandi sýslumann ættaður av Norðoyri og Onnu Elisabeth Joensen, dóttir Mikkjal í Kristnastovu úr Havn

Av tí at mamma Ingrid eisini var úr Sundi og ferðaðist sum ung í Føroyum, komu tey bæði at kennast har norðuri.

Ingrid plagdi at vera í handli í Hull. Hetta kom væl við hjá føroyskum fiskimonnum, sum ikki allir vóru so stívir í enskum.

 

Ingrid og Albert fingu børnini:

Haldane Frigaard Napoleon, búsitandi í Havn

Steintór, býr saman við Juliet, búsitandi í Havn

Hans Andreas, býr niðri og eigur 4 børn

Karen Helena, býr saman við Tom niðri, eigur 2 synir

Jákup Johannes

Johan Absalon, báðir búgva í Havn

 

3. Haldane Napoleon, (1912 - 2005), føddur í Hull.

Ætlanin var bert at kalla hann Napoleon eftir Pola í Dali, sum gekk burtur við Oliviu í 1912 sama vár, sum Napoleon var føddur í juli. Poli var systkinabarn við pápan Cristian Johannes.

Men at kalla dreingin Napoleon hildu aðrir norðurlendingar, sum foreldurni ofta møttu í donsku sjómanskirkjuni í Hull, vera sera óheppið fyri drongin. Hann kundi fara at vera happaður, tá ið hann fór í skúla. Orsøkin var tann, at franski keisarin Napoleon var fremsti fíggindi hjá Bretlandi, ta tíð tað var. Tí var navnið avgjørt ikki populert millum bretar.

Tí funnu tey eitt skotskt navn Haldane. Kanska hevur tað leitt tankarnar yvir á merkingina ”hálvur dani”.

Napoleon kom so at verða kallaður Napp í familjuni og millum føroyingar, men Hal milllum eingilskmenn.

Napp giftist við Gladys ”Jill” Pearce, og tey fingu tvey børn, Karen Gillian f. 1945 og Ian Stuart f. 1948.

Napp var fiskimaður um ein háls, og hann kann væl roknast sum ein tann fremsti bretski fiskiskiparin í síni tíð. Hann bleiv seinni skipari á teimum fyrstu flakatrolarunum, sum vórðu bygdir í Onglandi, "Fairtry", I, II og III nevndir.

Eitt skifti hevði hann egið skip ”Paynther” á navni.

Seinni árini var hann lærari á einum fiskimannaskúla, har hann undirvísti ungar menn í at bøta og gera trol.

 

 

 

4. John Kenneth Normann (1913-1985). Hann giftist í 1939 við Edith Gibbins. Tey fingu tvey børn: Haldane Albert Frigaard f. 1939 og Trevor Normann f. 1942.

John sigldi eisini sum fiskimaður og fýrbøtari á trolarum. Hann var frá barni av nakað blindur, men sigldi so leingi heilsan var og fór síðani upp á land at arbeiða.

Seinastu árini var hann náttarvakt niðri í dokkunum.

5. Hans Pauli Emil Isaksen (1920 – 1976), vanliga kallaður Hansemann, var ógiftur. Var útlærdur málari og kom til Føroyar at vera fyrst í ’50 unum og var verandi her til sín doyggjandi dag.

 

 

Systkinabørn hittust á víðaum havi.

 

Sofus Poulsen, okkara umboðsmaður í Aberdeen í hálva øld, greiddi í 2005 í FF-blaðnum frá einum pussigum tilburði um, hvussu tilvildarliga ein kann møta næstrafólki, sjálvt á víðum havi.

Tá var einki rutusamband millum Bretland og Føroyar, so farast mátti við onkrum fiskiskipi, sum kom til Aberdeen at landa. Hesa ferðina fer Sofus heim við Nakki, og teir fóru úr Aberdeen tíðliga í august. Skipari var Johan Purkhús úr Klaksvík. Hann var giftur við Ingrid, dóttir Jens Klæmint Isaksen, beiggja Christian Johannes.

Tá ið teir vóru komnir um hálva leið, sigur tann, sum hevði havt róðurtørn við skiparan, at hann hevði sæð ein snurruvodsbát liggja uppsteðgaðan, og hann helt, at hesin hevði "H" (Hull) skrásetingarnummar á bógnum. Johan vendi so bátinum, og teir sigldu ein knappan tíma suðureftir og komu fram á henda snurruvodsbátin, sum var uppsteðgaður. Teir høvdu mist kølivatnið. Men tað sum gjørdi alt meira áhugavert var, at hetta var júst ”Paynther”, har skiparin var eingin annar enn Napp, sum systkinabarn Idu, konu Johan. Teir tosaðu so um, hvat gerast kundi fyri at fáa motorin í gongd aftur, og Sofus minnist, at ein loysn var at seta tanga upp á stýrhústakið, so at kølivatnið kundi renna niður í motorin, tí pumpan var í ólagi. Hetta fekst alt í lagi. Eftir at hava heilsast væl og virðiliga fóru skipini síðan hvør sína leið, og Johan kundu bera eina heilsan fram til ættina í Føroyum, og tað sama kundu Napp gera heima.

 

Ættin hjá Helenu

 

Kona Kristian Johannes, Helena,var elst av børnunum úr Innistovu í Hvannasundi.

Hini systkini hjá Helenu vóru:

 

Johanna giftist við einum bakara, Solberg sum arbeiddi á hvalastøðini á Kópagørðum í Hvannasundi og flutti til Noregs. Tey fingu 9 børn harav 8 giftust so familjan er stór og sjálvt um tað er komið út í 5. lið vitja tey enn aftur til Føroyar at hitta skyldfólk og í ár eru júst 100 ár síðani Jóhanna flutti til Noregs, og tí koma nøkur fleiri enn vanligt at vitja í ár

 

Elin Margreta giftist Jústa í Depli Justesen og fingu tey 6 børn. 3 gentur og 3 dreingir.

 

Gulak Sørensen. Hann var yngstur og giftist við Guðrun, bóndadóttir úr Depli.

Tey fingu 5 børn, 2 synir og 3 døtur.

Tann eini sonurin Guttorm er abbi at kenda ítróttarmanninum og rennaranum Guttorm Sørensen, sum býr í Klaksvík.

 

 

Aftur á slóðina

 

Hetta er ættarligi upprunin til hesa vitjan. Tey, sum vóru her, vóru sum sagt Haldane hjá John við konu og systkinabarn hansara Karen hjá Napoleon. Haldane hevur ikki verið í Føroyum í 60 ár. Tað er styttri síðan, at Karen hevur verið.

Tey hava ferðast dúgliga og serliga nógv hava tey verið í Norðoyggjum, haðani ættin jú kemur og stórur partur av ættini býr. Ferðaleiðari hevur verið systkinabarnið Haldane hjá Albert.

Her hava teir vitjað ætt, og eisini leitað upp gravstøð á ættarfólki. Tey láta sera væl at ferðini og blíðskapinum. Tey hava hitt nógv av ættarfólki og kenningum.

Haldane er royndur ferðaleiðari. Hann kennir eisini væl ættina, so skyldfólkini úr Onglandi hava fingið nógv burturúr.

 

Her kann leggjast afturat, at verður farið til systkina hjá Ingu eru her eisini stórar og kendar ættir sum hjá teimum í Dali, Lindenskov Samuelsen, Ziskaættin í Havn, Kamban og hjá Sigmund á Argjum. Eisini var Viderø prestur trýmenningur Christian Johannes.

Tey sum hava áhuga fyri ættina hava møguleika fyri at kunna seg meira um hana inni á heimasíðuni:

HYPERLINK www.fiskimannafelag.fo www.fiskimannafelag.fo

 

gamla heimasíðan, blað nr. 369.

 

Seinni fara vit at umrøða eina aðra vitjan. Fyri 100 árum síðani fóru tveir brøður úr Fuglafirði, Bartal og Óli Jákup Eliasen, til Bretlands og Canada. Ætt hjá Bartal hevur vitjað higar í summar, og er hetta eisini ein áhugaverd søga.