Aftur í føroyskan skúla í Århus

Nú eru tey byrjað aftur í føroyska barnaskúlanum í Århus

Í farnu viku byrjaðu tey aftur í føroyska barnaskúlanum í Áarstovu í Århus.

Í skúlanum eru øll børn og ung í skúlaaldri vælkomin og tað er heldur ongin treyt at vera limur í Føroyingafelagnum fyri at ganga í føroyska barnaskúlan.

Í skúlanum sleppa børn og ung at vera saman við øðrum børnum og ungum, sum hava tilknýti til Føroyar.

Tey læra at tosa, lesa og skriva føroyskt og harafturat spæla tey spøl, syngja, fortelja søgur og mangt annað.

Í døgverðatímanum býðst høvi at eta matpakka.

Føroyskur barnaskúli er leygardagar og fram til summarfrítíðina verður hann hesar leygardagar: 10/5, 24/5 og 7/6.