Aftur í skúla og megna fráfaringarroyndina

Lopfjølin hjálpir næmingum við serligum tørvi at fullføra skúlagongdina.

Sólskinssøgan er, at Lopfjølin longu hevur givið avbera góð úrslit fyri einstøku næmingarnar. Vit síggja næmingar megna fráfaringarroyndina og fara víðari í skúlaskipanini. Vit síggja eisini næmingar fara aftur í vanligan skúla. Onkuntíð koma tey aftur í Lopfjølina, men varðveita sambandið við heimaflokkin, sigur Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð.

 

Lopfjølin er ein royndarverkætlan á Margarinfabrikkini í Havn og er eitt tilboð til skúlanæmingar, sum av sosialum ella sálarfrøðiligum orsøkum ikki megna vanliga skúlagongd og eru farin úr skúlanum, hóast skúlaskyldugan aldur. Nógvir teirra eru av ymiskum ávum eisini knýttir at barnaverndartænastuni.

 

Hesir næmingarnir hava vanliga fingið heima- og sjúkraundirvísing, men bæði barnaverndartænastan og skúlarnir hava sæð ein tørv á onkrum øðrum tilboði.

 

Barnaverndartænastan í Tórshavn, skúlar í kommununi, Margarinfabrikkin, Mentamálaráðið og Sernám byrjaðu tí eina royndarverkætlan í Margarinfabrikkini, nevnd Lopfjølin.

 

Tað eru trivnaðarnevndin í Tórshavnar býráð og Sernám, ið fíggja ætlanina, barnaverndartænastan veitir sálarfrøðiliga hjálp, starvsvenjing og annað, meðan Margarinfabrikkin leggur høli til. 

 

Og sum sagt, so gevur verkætlanin úrslit.

- Hetta er ikki bara ein sólskinssøga fyri einstaka næmingin, men eisini fyri samstarvið tvørturum fakmørk og myndugleikar, so sum í hesum føri. Sum forkvinna í trivnaðarnevndini frøðist eg um, at tað við Lopfjølini hevur eydnast at skapa eitt mennandi og fyribyrgjandi tilboð til hesi børn, so at skúlin eisini fyri tey verður lopfjøl til framhaldandi skúla, starvsmøguleikar og eitt gott lív, skrivar Bjørghild Djurhuus.