Eftir at hava verið heima í fleiri mánaðir, eru trúboðarahjúnini Beinta og Havstein Klein og børnini farin avstað aftur til Tansania.
Í býnum Kiabakari, har norðuri í Tansania virka tey sum trúboðarar. Tey hava verið í Føroyum síðani í summar í samband við, at tey fingu dóttrina Elisabet, men fóru út aftur 30. november.
Í Kiabakari heldur Havstein fram við at undirvísa á bíbliuskúlanum har. Tey bæði eldru børnini, Dina og Lassi, verða undirvíst av Hans Karl Højgaard, sum fer avstað 6. januar.
Dina og Lassi hava gingið í Miðvágs-Sandavágs Skúla ímeðan tey hava verið í Føroyum.










