Persónslýsing
Hon hevur ongantíð sitið í bygdarráðnum fyrr, men er nú vorðin borgarstjóri í eini kommunu, sum telur næstan 1.000 íbúgvar, sum búgva í fýra bygdum.
Vit eru stødd í Gamla Skúla við Gøtugjógv fyrsta dag, Haldóra Ranghamar er til arbeiðis sum borgarstjóri í Gøtu Kommunu. Fráfarandi borgastjórin støkkur inn á góvið við fartelefonini, sum handast skal víðari og hóttir skemtandi við at koma aftur seinni við einum kassa við truplum og óloystum málum.
Nýggi borgarstjórin, Haldóra Ranghamar, er gøtukona um ein háls. Hevur altíð búð í Norðragøtu undantikið eitt stutt skeið, tá hon var í Englandi og arbeiddi. Hon er 37 ára gomul, útbúgvin bankafólk og nú vorðin borgarstjóri hálva tíð, meðan hin hálvan framvegis verður brúkt í Føroya Banka í Saltangará.
-Tað er ikki so galið, at borgarstjórastarvið er hálvtíðarstarv, sigur Haldóra Ranghamar. So ber kortini til at varðveita sambandið við arbeiðsplássið og samstundis fylgja við í menningini, sum alla tíðina er har.
Hinvegin hevur tað eisini nógvar fyrimunir við sær fyri borgaran, at hann veit, at borgarstjórin er at hitta fastar tíðir í staðin fyri at noyðast at leita eftir honum, hvar hann nú kann vera at finna eftir arbeiðstíð, sum ikki hevur verið so heilt óvanligt mangastaðni.
Hjá henni persónliga er tað eisini ein avgjørdur fyrimunur, at hon hevur arbeiðstíð um dagin, greiðir Haldóra frá. Hon er einkja og er á tíggjunda ári einsamøll við nú 12 ára gamla soninum. So tað er ikki so galið at vita, at hóast hon er við í kommunalpolitikki, ber til at hava frí viðhvørt.
Og frítíðina nýtir hon nógv saman við soninum, sigur hon. Hann svimur og spælir fótbólt, og har er hon og hyggur at, eins og hon ferðast við, tá farið verður aðrastaðni.
Sjálv ger hon ikki nakað við slíkt longur. Hevur spælt hondbólt sum yngri og fekk um byrjanina av kvinnufótbóltinum, tá hann tók seg upp her á landi.
Men tað er kortini ikki bara yngru fótbóltsdeildunum, hon fylgir við. Nei, nei. Eins og hjá gøtufólkum flestum er tað eisini fyrstu deild hjá GÍ, sum hugurin stendur til.
Hart tikin
Haldóra Ranghamar hevur verið uppstillað einaferð fyrr til bygdarráðsval. Tað var til valið í 1996, men tá varð hon ikki vald.
Hesaferð varð hon aftur biðin um at stilla upp og játtaði, hóast tað í og fyri seg kundi gjørt tað sama. Hon hevði ikki loyvi at nokta kortini. Men hon hevur als einki valstríð rikið, sigur hon.
-Teir, sum settu meg á listan, væntaðu nokk ikki, at eg fór at verða vald kortini, flennir hon.
Men tað varð hon so, hóast rættiliga nógv vóru at velja ímillum. Ikki færri enn fimm listar vóru til bygdarráðsvalið í Gøtu. Fýra politiskir og ein uttanflokkalisti. Umleið tíggjunda hvørt fólk í Gøtu Kommunu var uppstillað til valið.
Haldóra Ranghamar er vald á Sambandslistanum. Ikki er tað tí, at hon hevur verið aktiv í politikki yvirhøvur, at hon kom á ein politiskan lista. Tað man meira vera tí, at hon er genetiskt sambandsfólk, heldur hon.
Hon er ein av trimum kvinnum í nýggja bygdarráðnum. Og tað heldur hon vera hugaligt, at tríggjar kvinnur eru í bygdarráðnum. Hóast tær ikki hava meiriluta kortini. Tí menninir eru fýra, og av teimum eru tríggir, sum hava sitið í bygdarráðnum fyrr. So tey nývaldu eru kortini í meiriluta í bygdarráðnum í Gøtu Kommunu.
Tað lá ikki í kortunum soleiðis, at hon skuldi gerast borgarstjóri, sigur Haldóra Ranghamar. Men hon varð spurd og játtaði, og so gjørdist tað bara soleiðis. Sjálv helt hon eisini, at tað var í so djarvt at fara nývald og taka við sum borgarstjóri. Men tað er ein avbjóðing, og so er bara at taka við og gera tað ordiligt, heldur hon.
Haldóra Ranghamar sigur tó, at bygdarráðið hevur ikki býtt seg í meiraluta og minniluta. Har verður satsað upp á at abeiða saman, tí soleiðis fæst sum mest burturúr, og tað er væl tað, alt gongur út uppá, heldur hon.
Trivnaðurin umráðandi
Tað er umráðandi, at fólk trívast í kommununi, sigur nýggi borgarstjórin í Gøtu. Og til at fáa fólk at kenna seg væl, skulu ymsir hentleikar til. Og nýggja bygdarráðið tekur við eini væl virkandi kommunu, sigur Haldóra Ranghamar.
Eitt mál er tó, hon serliga ætlar at arbeiða fyri í valskeiðnum. Tað er at fáa eldrasambýli bygt í kommununi. Í hinum endanum stendur væl til sigur hon. Góður barnagarður er, og skúlin er eisini rímiliga væl fyri. Men til tey eldru mangla tilboð.
Ikki tí. Okkurt skal eisini vera til tey, sum er í millum barnagarð og eldrasambýli. Og í so máta er Gøta væl fyri. Væl av vinnu er í kommununi, og hon skal bara hava bestu umstøður, eins og fólk eiga at fáa møguleika fyri bústaði.
Gøturnar liggja væl fyri, og lætt er at ferðast til og frá arbeiði. Bæði fólk, sum koma til Gøtu til arbeiðis, eins og gøtufólk, sum arbeiða eitt nú í Havn og í Klaksvík.
Í Syðrugøtu eru grundstykki tøk, og tað sama er bæði við Gøtugjógv og undir Gøtueiði. Og í Norðagøtu er útstykking í gongd, sum fer at verða liðug í ár.
Hóast skúlin sum so er væl fyri, eru ferðsluviðurskiftini við Gøtugjógv ikki tey bestu. Satt at siga hava fólk ampa av teimum. Serliga um morgnarnar og tá børnini fara heim aftur, er trongligt á vegnum niðan fyri skúlan við Gøtugjógv.
Hesum trupulleikanum hevur gamla bygdarráðið eisini arbeitt við, og ein loysn er á veg, sigur Haldóra Ranghmar.
Fyrsta, sum Haldóra Ranghamar nú ætlar sær at gera, er at seta seg inn í hetta nýggja starvið, hon hevu tikið við. Fíggjarlóg er løgd, og hon skal so haldast.
Nýggja bygdarráðið hevur ongan rættiligan fund havt enn. Men kortini hevur borgarstjórin verið til arbeiðis.
Sína fyrstu almennu uppgávu hevði Haldóra Ranghamar, eftir at hon bara hevði sitið ein tíma sum borgarstjóri. Hon helt nýggjársrøðu á nýggjárshaldinum, sum losjan skipaði fyri nýggjársaftan.
Hóast skotbráið, hon fekk, var sera stutt, metti hon, at hon bara átti at loypa í tað. Og tað gjørdi hon so og helt eina røðu, sum var um hugtakið tíð. Eitt evni sum jú er sera viðkomandi í eini nýggjársrøðu. Eisini hjá einum spildurnýggjum borgarstjóra.










