Aftur á slóðina við møtum

Argir: Hesa vikuna verður árliga missiónsvikan hildin í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Hvørt kvøld verða møti undir heitinum "Jesus tín frelsari".

Síðani missiónsvikurnar byrjaðu í hesum húsinum í 1975 hava øll tiltøkini í samkomuni verið hildin her. Men í hesi vikuni verður somuleiðis vent aftur til tað gamla møtistaðið, har møtini byrjaðu í síni tíð.
Møtini byrja annars í Kirkju- og missiónshúsinum í kvøld kl. 19:30, men tá liðið er út á vikuna verður farið oman í Argja skúla at hava møtini. Møtini um vikuskiftið verða tí hildin á hesum staði.
Millum tiltøkini um vikuskiftið er ein gospelkonsert, sum verður fríggjakvøldið kl. 22, har bólkurin Proclaim fer at spæla.