Aftur til gerandisdagin

Summarfrítíðin er av, og hóast summarveðrið enn er av tí besta, so eru skúlar, barnagarðar og so framvegis byrjað aftur. Á Viðareiði eru tað tríggjar vikur síðani børnini í dagrøktini byrjaðu aftur, og lagið var avbera gott ein dagin í vikuni, tá Sosialurin kom framvið

Viðareiði:
Spælistovan liggur miðskeiðis í bygdini, tætt við skúlan. Nógv børn eru at síggja har um leiðir, og tey hugna sær í góða veðrinum. Børnini eru í øllum aldri. Summi súkkla, summi renna bara runt, meðan upp aftur onnur spæla við sand.
Hallur, Petur og Anna sita og grava í sandinum.
Hvat gera tit?
? Onki, svarar Anna stutt aftur.
Tey halda tað er eitt sindur flovisligt, at ókunnugt fólk bara soleiðis kemur at tosa við tey. Men tað gongur tó skjótt yvir, og tá tosið fellur inn á, hvar tey hava verið og ferðast í summarfrítíðini, er Petur sera tíðindafróður.
? Eg havi verið í Danmark, Signabø og í Suðuroy, sigur hann. Anna sigur, at hon eisini hevur verið tað, meðan Hallur greiðir frá, at hann hevur verið tvær ferðir í Nesvík.
Øll trý halda tað vera óføra stuttligt at vera í Nesvík, og fara tey heilt víst aftur, siga tey.

Føðingardagar
Hesi trý børnini njóta at spæla úti í sólini, men tá tey verða spurd, um tey gleða seg til veturin, svara tey játtandi beinanvegin.
? Tá kemur kavin, og tað er ordiliga skek, heldur Petur fyri, meðan hann grevur við einum gulum spaka langt niður í sandin.
Anna og Hallur nikka somuleiðis. Tey fortelja, at tey eru øll fimm ár, so nú eru tey ikki lítil longur. Ímeðan koma tvey onnur børn afturat. Joan og Mikkjal.
? Veitst tú, hvør fer at fylla í morgin, tá tað er januar, spyr Mikkjal, meðan hann hyggur við stórum spyrjandi eygum.
Tá svarið er noktandi, svarar hann, at hann fer at fylla fýra, meðan hann vísir fýra fingrar fram.
Joan er skjót at siga, at hon eisini er trý ár. Og so vísir hon øllum, at hon dugir at bólta rút.
Sum hjá øllum børnum er føðingardagurin hjá teimum altíð spennandi, og tað lýsir úr eygunum á teimum, at tey gleða seg. Líkamikið hvussu langt frammi í tíðini stóri dagurin liggur.

Bjørt framtíð
Tríggir dagrøktarar eru í spælistovuni hendan dagin. Tað eru annars seks dagrøktarar á Viðareiði, og tær skiftast um at vera í spælistovuni. Aðruhvørja viku tveir dagar og tríggjar dagar.
25 børn eru í skipanini. Tey kunnu vera í aldrinum frá 0 upp til 3. flokk. Sum er er bert tað eina skúlabarni. Ein drongur, sum júst er farin í 1. flokk. Tað kann vera nakað langligt hjá honum at vera einasti, sum er so stórur, men hann hevur funnið útav, at hann sleppur nøkur ting, sum hini í flokkinum ikki sleppa, tí tey ikki eru í skipanini. So tað er ikki so galið kortini.
Dagrøktin hevur havt frí í fýra vikur í summar, og hon byrjaði aftur sama dag sum skúlarnir.
Heili átta børn fóru úr skipanini í skúla í ár, og tey børnini sum eru fimm ár í dag eru níggju í tali. So ikki kann annað sigast, enn at framtíðin fyri skúlanum á Viðareiði sær bjørt út.