skal loysast. Og tað eru tey so í ferð við nú, greiðir Jens Arne Skjøtt frá, og sipar til friðartingingarnar. Know-how Annars hevur ferðin til Føroya eisini nakað við Know-how at gera. At samskifta millum [...] føroyingar og norðmenn og eisini sviar. Hvønn leygardag koma millum 30 og 60 ungfólk til gudstænastu. Annars hendir okkurt allar dagar í vikuni. Týsdag verður vanliga víst runt í Jesrusalem og Hebron o. [...] roynt verður at vísa teimum tað mesta. Tey arbeiða í jødiska býarpartinum, men síggja ikki so nógv av arabiska partinum. Hetta sleppa tey so eisini at síggja. Trygdin Um trygdina sigur hann, at hon er í lagi
Voices fyrstu ferð, at eg ynskti at kórið fór at halda áfram, tí her var eitt stórt potentiali at arbeiða við. Hetta hevur eydnast og tað er at fegnast yvir at kunna lesa frá kórsins síðu, at kórið hevur stórar [...] Hetta lagið er so serstakt, við tað at akkordirnar eru so tættar, at tað má sigast, at ikki var munurin stórur á at hoyra First Call og so hesi fimm syngja. Ein framúr góð og krevjandi framførsla. Trombone-soloin [...] snildisliga uppfunnið, og tað kendist beinleiðis gott at standa har hesa seinastu løtuna og kenna Guds anda koma yvir lurtafjøldina. Konsertsalurin í Norðurlandahúsinum var eins og tað stendur í Sálmi 150:
. Betur kann tað ikki sigast. Kjølar tóku í hvussu er meg á bóli. Tó, spell at tað bleiv heldur seint. Klokkan eitt var liðugt. Og tá var gott, eftir eitt gott kvøld, at finna til hús og á bólið. Næst [...] tónleikin og var helst klárur yvir, at hetta var ein búgvin og seriøs fjøld. Eins og hann sjálvur tyktist vera búgvin og seriøsur. Hann kom væl frá tí tónlistaliga. Eingin ivi um tað. Stuttligt at hoyra hann [...] Kjølar í top-formi Kjølar endaðu kvøldið. Og læt tað verða sagt, at teir leiktu betur, enn nakrantíð. (Eg kann tó ikki læta vera við at nevna, at tá teir byrjaðu við at spæla eina bandupptøku av tjóðsanginum
enn at skemtið hjá Allani Olsen var sera rámandi. Hann kom við ógvusligum viðmerkingum, ið gjørdu at fólk fingu okkurt at hugsa um. T. d. helt hann fyri, at samfelagið var vorðið soleiðis háttað, at um [...] búleikaðist í Írlandi og mamma hansara sendi honum Hjemmet, so at hann kundi fylgja við í donsku samfelagsgongdini. - Jú, okkurt fekk hann at vita, um hvussu tað gekk í Danmark. Hann fekk at vita, hvussu krokodillan [...] karið. Hetta helt Allan vera gott fyri menninar í bygdini, tí nú kundu teir siga við konurnar, at hetta var tað ið hendi, um ein ikki fekk sær eitt heilt vanligt arbeiði, eins og teir. Um vit skulu siga eitt
aður veljast í nevndina. Og tað fer eisini at standa donskum myndugleikum í boði at velja eitt umboð fyri dómsvaldið í nevndina. Høgni Hoydal sigur, at orsøkin til tað er, at landsstýrið vil helst hava [...] Føroyum. Er tað rætt at privatiserað fiskiríkidømi undir Føroyum? ? Skal tað t.d. standa í grundlógini, at allir føroyingar skulu hava rætt at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók? Ella skal tað standa í [...] burturúr aftur, tí tað varð hildið at vera ov hættisligt. ? Tað varð hildið, at vandi var fyri misbrúki við tað, at hvørja ferð ein minniluti í tinginum varð ósamdur við meirilutan, so fór hann at krevja fólkaatkvøðu
møguliga ætlaða endamálið. OG tá ið Jf sigur at vit fyrst skulu hava búskaparligt frælsi og síðani politiskt frælsi, so er til tað at siga at búskapur er sera liðiligur og hevur lætt við at laga seg eftir umstøðunum [...] Grov ákæra er tað at skýra ein persón ella flokk fyri at villleiða føroya fólk, men tað ger Hans Pauli Strøm uttan himpr og uttan grundgeving í eini samrøðu týsdagin. Tó uggi eg meg við, at tað krevur meiri [...] sigast, at so mikið av vekt var í greinini, at tað kom fram, at HPS var rættiliga troyttur av, at Høgni Hoydal gjørdi brúk av síni fortíð sum sjónvarpsmaður (okkurt við, at tá dugur ein so væl at bera boðskapin
helt eg tað var løgið, at vegaavmerkingin bráddliga varð broytt í summar ella so. Og ætlaði eg eisini at skriva nøkur orð um tað í heyst. Tað kom tíanverri komið í drag. Nú er so alt aftur við tað gamla [...] broytt enn einaferð, og tað aftur til fyrstu og upprunaligu versiónina, har tú skuldi koyra í vinstru síðu fyri at kunna koyra beint fram. Hetta er hent í farnu viku, og uttan at nakar bilførari hevur [...] fram! Bløðini vilja uttan iva skriva um hetta og hýsa lýsingum um tað. Og kanska var tað eisini eitt gott hugskot hjá tí frálíka ferðslutáttinum í útvarpinum at tikið málið upp. Vinarliga Jan Müller, bilførari
eina harða linju frá byrjan ? og teir hildu hana. Tað lá eisini í luftini mestsum frá byrjan, at onkur ikki fór at sleppa at spæla allan dystin, og tað vísti seg eisini, at ein frá hvørjum parti mátti leggja [...] tjúgu minuttirnar. Sostatt noyddist venjarin at ansa sær, og tað gjørdi kanska eisini, at hann ikki var so eyðsýndur, sum hann fyrr hevur verið og fer at verða seinni í ár. Men einki skal takast frá ver [...] við at halda honum. Jákup Símun skeyt seks mál og fekk fleiri brotskøst og vísti, at H71 hevur fleiri streingir at spæla upp á enn bert mannin, sum skeyt 17 mál móti Kyndli næstseinasta sunnudag. Og so
sigur, at so er ikki. Hann harmast um, at tað eitt nú í ítróttartíðindunum hjá útvarpinum ljóðaði, sum um tað var NSÍ, sum hevði feilin, tí tað var tað ikki sambært Trygva. ? Sannleikin er, at bæði VB [...] Vági hjá 1. deild kvinnum og ein á Skála í 2. deild hjá kvinnum. Hetta gjørdu vit vart við longu týskvøldið, og bæði VB og HSF vistu, at tað ikki fór at bera til hjá okkum at døma í Vági, sigur Trygvi [...] VB og Kyndli sunnudagin bleiv av ongum, tí eingir dómarar møttu til dystin. Tað átti ikki at komið fyri í 1998, at ein 1. deildardystur verður avlýstur, tí dómararnir ikki møta upp, men tað var tað, sum
ferðini, og teir taptu báðar. Leygardagin vóru teir í Gundadali og spældu móti B36, sum bjóðaði íslendska liðnum til Føroyar. Hetta bleiv ein undirhaldandi dystur, sum B36 vann 6-5. Tað sást, at spælararnir [...] Henningi Jarnskor. Um tað var tí Leiftur-liðið hevði verið við í ársveitsluni hjá B36 kvøldið fyri, skal ikki verða sagt her, men tað er ein sannroynd, at Leiftursmenn taptu 0-6 í Klaksvík. Heðin á Lakjuni, Kurt [...] risastórar kjansir, og sigurin var uppiborin. Leiftur var á odda 1-0 og 2-1, men vóru undir 4-2 í hálvleikinum. Íslendska liðið minkaði til 4-3 í 48. minutti, men so kom B36 upp á 6-3 og dysturin tyktist