Give God Praise

Halleluja - lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara! Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu! Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum! Alt, ið andadrátt hevur, lovi Harranum! - Halleluja. Sálmur 150, 1-6.

Victor Carlsen ummælir


Nakað soleiðis kendist tað aftaná sera frálíku konsertina við Sigrið Rasmussen og kórinum United Voices, har uml. 800 fólk høvdu leitað sær niðan til ?ársins konsert?. Alt kvøldið sum tað var, var ein lovsongur til Gud, sum hevur gjørt alt so væl. Navn Hansara varð lovað í sangi og tónleiki.

Tað at Sigrið hesuferð fekk høvi at luttaka við United Voices er ikki minni enn ein stórhending innan føroyskan gospel-tónleik. Hetta samstarvið gekk so avbera væl, at eg tori at siga, at betri úrslit enn hetta er ongantíð hoyrt í Føroyum. Føroyskur gospel-tónleikur er við at finna sítt rætta stev. Vit hava framúr góðar tónleikarar og ikki minni sangarar. Tað er bara at halda seg til, so kemur nógv gott burtúr.

Konsertin byrjaði við at United Voices sang tríggjar sangir við egnum solistum, og sigast má, at Petur Hans Hansen kom sera væl frá sanginum ?Jesus is real?, eins og Tóra við Keldu og Símun J. Hansen komu frá sanginum ?Heaven help us all?. Sera krevjandi partar at syngja, men alt gekk uppá stás og tú kendi rættliga gospel-kensluna, ið lá aftanvert tað, ið sungið varð.

So kom Sigrið inn á pallin, og aftaná eina sera kontanta bryjan, sang hon fyrsta sangin sum duett við Lailu Carlsen. Sangurin kallaðist ?We have got salvation?. Eisini ein krevjandi sangur, ið varð sera væl sungin við rapp-kenslu í endanum. Soleiðis skal tað gerast - hart og kontant!.

Sigrið hevur stóran alsk til teir vælkendu gomlu evangelisku sangirnar, so hon legði fyri við eini syrpu, har hon sang ?What a friend we have in Jesus? og aðrar góðar evangeliskar sangir, og endaði við lagnum hjá Per Erik Hallin: ?What a world it will be?. Ein sera vøkur blanding av vøkrum løgnum, ið hóskaðu væl saman sum ein eind.

Síðani varð farið yvir til lagið hjá Andraé Crouch: ?He braught med this far?, og eg trúgvi, at Andraé hevði verið stoltur av at hoyra hesa útgávuna av sangi sínum, tí sera væl varð hann sungin. Sigrið sang her saman við Grímur I. Poulsen, sum kom sera væl frá sínum parti, ja, tað kendist næstan sum at tað var Andraé sjálvur, ið sang so djúpar tónar.

Aftaná tveir aðrar sangir, ?Campmeeting tonight? og ?You´ll always be there?, sum varð sungin av United Voices saman við Lindu Petersen og Birgir Sigurdsson, fingu vit loyvi at hoyra ein kvintet - t.v.s. fimm útvaldir sangarar úr kórinum, sum høvdu vant eitt av løgunum hjá bólkinum First Call, ið kallast ?Forever in his care?. Hetta lagið er so serstakt, við tað at akkordirnar eru so tættar, at tað má sigast, at ikki var munurin stórur á at hoyra First Call og so hesi fimm syngja. Ein framúr góð og krevjandi framførsla. Trombone-soloin hjá Andrasi var sera góð, tá havt verður í huga, at hann ikki hevði fingið ta venjing, ið skal til fyri at spæla so krevjandi høgar tónar. Hann kann sítt kram sum hornspælari - væl klárað.

Aftaná lagið ?Gentle like you? fingu vit loyvi at hoyra Sigrið við lagnum, sum gjørdi hana kenda yviri í Noreg fyri nøkrum árum síðani, nevniliga ?His ey is on the sparrow?. Her fekk Sigrið hjálp frá Lindu Petersen og komu tær sera væl frá hesum lagnum. Nógvar krúllur og solorøddini gjørdi at lagið fekk sín serstaka dám.

Nú nærkaðist móti endanum og vit fingu tvey løg afturat, ?Walk with the master? og Give God praise?. Serliga hetta seinna fekk salin rættiliga at kóka. Sera professinelt var at hoyra presentatiónina av spælarunum, har teir fingu loyvi at spæla egnan part á sítt ljóðføri, fyri síðani at enda við einum verunligum enda, har alt stóð í einum roki.

Eftir at kórið var farið av pallinum, vildu áhoyrarnir hava meir, og tað fingu vit sanniliga - enntá tvey eykaløg, har tað seinna var skipað við rørslum til, og var eitt lovsongskór, har allur salurin við teksti frá uppvørpu kundi syngja við. Sera snildisliga uppfunnið, og tað kendist beinleiðis gott at standa har hesa seinastu løtuna og kenna Guds anda koma yvir lurtafjøldina. Konsertsalurin í Norðurlandahúsinum var eins og tað stendur í Sálmi 150: ?Halgidómur Hansara?. Ein verdugur endi á einum ógloymandi kvøldi.

Eg minnist hava skrivað tá eg umrøddi United Voices fyrstu ferð, at eg ynskti at kórið fór at halda áfram, tí her var eitt stórt potentiali at arbeiða við. Hetta hevur eydnast og tað er at fegnast yvir at kunna lesa frá kórsins síðu, at kórið hevur stórar ætlanir í framtíðini. Tey nevna konsertferðir í Føroyum og møguliga seinni uttanlandsferðir. Hetta er bert at fegnast um, og fari eg at ynskja fyri kórið, at tey sleppa at royna seg uttanfyri landaoddarnar. Kórið verður eitt verdugt umboð fyri føroyskan gospel-tónleik, og kemur uttan iva at standa mát við nógv av tí vit hoyra uttanlands. Kórið hevur eitt stuðulsfelag, ið kallast ?United Friends? og tilber at stuðla felagnum við fastari upphædd um mánaðin, sum kann setast inn á konto 9181-127.531.5 í Føroya Sparikassa.


Nakrar viðmerkingar til fyrireikararnar!

Tað vóru fleiri, sum ikki fingu sitipláss, hóast tey høvdu goldið fullan prís. Hetta kom av, at atgongumerkini vórðu seld, galdandi øll tiltøkini hetta sama kvøldið, og tí er ringt framman-undan at vita, hvussu nógv skulu hava sitipláss. Ørðvísi hevði verið, um atgongumerkini vórðu seld til ta ávísu framførsluna, so ber tað til at selja atgongumerkini, so at øll fáa pláss.

Verunleikin var tann, at áhoyrarar máttu standa uttanfyri inngongdina í ein heilan tíma áðrenn framførsluna, og tá so hurðin at enda fór upp 10 min. ov seint, runnu fólk og funnu sær tilvildarlig pláss, soleiðis at maður og kona í summum førum máttu standa á hvør sínari balkon, og onnur sótu so illa at tey als einki sóu.

Vinarliga hugsið um hetta til næstu ferð, tí sum oftast eru gospel-tiltøk altíð væl vitjað.