Orð og myndir John Johannessen
Sjálvspeiðsemi og svart skemt var høvuðsinnihaldið í skránni hjá Allani Olsen í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, tá jazzfestivalurin endaði. Og tey fáu fólkini, ið hetta kvøldið høvdu leitað sær í frálíka mentanarhús okkara, fingu eina sera skemtiliga løtu.
Rámandi
Ikki kann sigast annað, enn at skemtið hjá Allani Olsen var sera rámandi. Hann kom við ógvusligum viðmerkingum, ið gjørdu at fólk fingu okkurt at hugsa um. T. d. helt hann fyri, at samfelagið var vorðið soleiðis háttað, at um foreldrini hjá børnum ikki vóru skild, so vórðu børnini argað í skúlanum. Tíbetur er hetta ikki soleiðis, men Allan Olsen vildi sjálvandi fáa okkum at hugsa um ta skeivu gongdina á mongum økjum í samfelagnum.
Eisini hevði Allan Olsen onkra viðmerking um vikubløðini og ?tann stóra sannleikan?. Hann tosaði um, tá ið hann búleikaðist í Írlandi og mamma hansara sendi honum Hjemmet, so at hann kundi fylgja við í donsku samfelagsgongdini. - Jú, okkurt fekk hann at vita, um hvussu tað gekk í Danmark. Hann fekk at vita, hvussu krokodillan í djóragarðinum hevði tað, hvussu nógv hon át o.s.fr.
Jú, sanniliga dugdi Allan væl at undirhalda teirri soltnu áhoyrarafjøldini, ið var komin at hoyra endabrestin á jazzfestivalinum.
Viski-løg
Tónleikurin hjá Allani Olsen var ikki sørt vísukendur, og tann hása ?viskirøddin? hóskaði sera væl til løgini. Hesi vóru, eins og skemtið, sera speisk og rámandi. Hann sang t.d. um undarlig bygdafólk samstundis, sum hann sang um undarlig býarfólk.
Eitt av løgunum var um Jamie Jamieson, ið var heimskendur fyri at loypa av einari 50 metra høgari vippu og beint niður í eitt líti kar. Men tá ið hesin kom til heimbygd Allans, tá miseydnaðist lopið, og Tårnspringeren fra Tåstrup, sum tey kallaðu hann, lá stein deyður við karið. Hetta helt Allan vera gott fyri menninar í bygdini, tí nú kundu teir siga við konurnar, at hetta var tað ið hendi, um ein ikki fekk sær eitt heilt vanligt arbeiði, eins og teir.
Um vit skulu siga eitt sindur meira um tónleikastíl Allans, so haldi eg, at vit lata hann sjálvan tala. Hann sigur, at stílur hansara er ávirkaður av Bob Dylan, Bruce Springsteen og ikki minst Randy Newman. Tað, ið hann heldur vera serstakliga ávirkað av Randy Newman, heldur hann vera yrkingarlagið.
Eisini Álvarsamur
Meginparturin av framførsluni bar brá av svørtum skemti og speisemi. Men tá ið Allan Olsen trein inn aftur á pallin við eykaframførslu nummar tvey, tá var tað eins og maðurin ikki var tann sami. Hann tendraði sær eina sigarett og setti hana ímillum streingirnar á gittaranum, eins og hann hevði gjørt gjøgnum alla konsertina. Men hesin sangurin líktist ikki øllum hinum. Í hesum sanginum mintist hann abba sín sita inni í fínustovu, har ið eingin annar slapp innar. Hann mintist hvussu abbin sat har í myrkrinum og roykti sína stóru sigar, meðan børnini lúrdu innar gjøgnum gluggarnar á teimum fronsku hurðunum. Soleiðis mintist hann abba sín sita hvønn dag, heilt til hann bleikur varð borin út í einum stórum trækassa. - Ein sera kensluborin framførsla.
Jú, heilt víst dugir Allan Olsen eisini at vera álvarsamur.
Seinasta ferðin
Eftir konsertina kom stjórin í Norðurlandahðusinum, Peter Turtschaninoff, upp á pallin at enda jazzfestivalin. Og tað var ikki nøkur long røða, ið hann helt. Hann takkaði bert fyri jazzin á hesum sinni og segði, at hetta var seinasta ferðin, ið hann kom at enda jazzfestivalin. Næstu ferð varð tað ein nýggjur stóri, ið fekk heiðurin.