Fríggjakvøldsfestivalurin

Føroyakvøld. Soleiðis kunnu vit nevna fríggjakvøldið á Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfestivali. Her sluppu føroysku tónleikararnir framat. Nógv spennandi var á skránni

Dagfinn Olsen

Myndir: John Johannessen


Kvøldið var kanska merkt av, at vikuskiftið var byrjað. Stemmningurin var har, og tónlistarliga fingu vit eitt gott føroyskt upplivilsi. Kryddrað við útlendskum kreftum.


Følv

Guitarsnillingurin Leivir Thomsen legði fyri. Við bólkinum Følv framførdi hann væl og tey hugnaðu sær á pallinum. Følv er bólkur av tónleikarum, ið ganga á Rytmiska Konservatoriunum í Keypmannahavn, har Leivur eisini er næmingur.

Leiv kenna vit sum dugnaligan leikara, ið byrjaði sína leið saman við James og limunum í Plúmm í barnaárunum. Haldi teir tá nevndust Playboys, ella okkurt líknandi. Síðani var hann í Teinum áðrenn Plúmm aftur tók dik á seg og gjørdist best leikandi bólkur í landinum og fór frá rocki til jazzkendan tónleik. Í dag eru limirnir í Plúmm allir kendir og virðir tónleikarar. Eisini uttanfyri landoddarnar.

Leivur og felagaðar hansara leiktu væl og hugnaliga og til tíðir við skemtiligum løgum. Legði til merkis, at Leivur rættiliga spældi sær við tøkniligu snildunum (effektum) og tað er kanska ikki so ofta at hoyra í jazzi, men oftast í rockkendum løgum. Gott og øðrvísi. Sum tað stendur í festivalskránni, so er vørumerkið í lagi, tá Leivur er við.


Teitur fór um mark

Teitur Lassen kenna vit sum poppara úr Mark No Limits. Nú hevði hann savnað nakrar vinmenn úr Danmark um seg, og saman framførdu teir standard jazz á sín hátt.

Spennandi og undirhaldandi. Eg veit ikki um Teitur er smæðin, men eg helt hann vera nakað ?afturhaldandi? á pallinum, men læt meg ikki gera honum órætt. Hetta var jú eingin poppkonsert. Hann helt seg til tónleikin og var helst klárur yvir, at hetta var ein búgvin og seriøs fjøld. Eins og hann sjálvur tyktist vera búgvin og seriøsur. Hann kom væl frá tí tónlistaliga. Eingin ivi um tað. Stuttligt at hoyra hann syngja skalair, ið falla langt uttanfyri vælsmakkandi og lætta MNL tónleikin. Teitur vágaði sær um mark tónlistarliga og prógvaði, at hann goymir meira, enn vit hava fingið loyvi at skoða áður. Hvør sær og saman lótu teir í A Thing Called Teitur (navnið osar av jazzi) eina góða framførslu úr hondum.


Snjóuglan

Kristian Blak og vinmenn undirhildu í Musikkcaféini. Á skránni stóð Snjóuglan og hetta spældu teir eisini. Men hugnaligt var eisini at hoyra okkurt skjaldur og ?Nú liggur ein kavafonn tindi á? - leikt í jazzstíli. Ein kendi seg næstan afturi á gomlu Kræklinga-døgunum. Kanska tí teir altíð so trúgvu Kolbein og Ólavur Øster taldust millum tónleikararnar. Hugnaligt og eisini her fekk ein góðan vælleiktan tónleik.


Elitan rokkaði

Lena Andersen og James Olsen rock band savnaði nógv fólk í Klingruni. Tey spældu nógv av plátuni hjá Lenu og Niclas, ið kom út fyrr í ár. Lenu kenna vit. Hon kom sum eitt stjørnuskot inn í føroyskt tónleikalív og er óivað ein hin dugnaligasta songkvinnan her á landi. James hava vit áður hoyrt á festivalinum (og aðrastaðir). Hann hevur í 5 ár verið yrkistónleikari á Íslandi og er nú komin aftur til Føroya.

Her var annars eisni talan um eitt slag av elitusamanseting. Niclas Johannsen, Finnur Hansen, Jan Zachariassen og Jákup Zachariassen. Betur manning kann ein neyvan ynskja sær.

James sat aftan trummurnar og saman høvdu hann og Lena fjøldina í síni makt. Skemtilig og dugnalig. Og eingin ivaðist í, at tey dámdu tað tey gjørdu. Tey vóru ikki til at steðga. Tey spældu eisni nakrar minuttir ov leingi (um ein altso gongur eftir skránni). Men fjøldin troyttaðist ikki - heldur hinvegin. Tá James at enda byrjaði U2 lagið ?I still have not found what I?m looking for?, tá vóru øll við og náddu hæddirnar.


MC-Hár

Síðani vóru MC-hár á skránni. Nú skal ein óivað vera varin við at siga ov nógv um bólkin ella vága sær at koma við einum ummæli. Onkur hevur áður roynt og er endaður á fløguhúsanum hjá bólkinum og eisini í skránni fyri festvalin.

Hesin bólkurin er serstakur. Mc-hár komu eisni við eini pallframføslu, ið ikki stóð aftanfyri so mangar aðrar. Eitt Show! Og kanska eydnaðist at provokera onkran.

Við SS-armbondum byrjaðu teir fyrsta lagið. Seinni sang Niels Uni ígjøgnum eitt plastikk anlegg, ið er ætlað børnum. Undirhaldandi, men tekstinum hoyrdist ikki nógv av.

Tónleikurin er ikki so galin. Pompøsur. Veit ikki um tað kanska kann kallast symfoniskur rockur. Veit ikki, men havi varhugan av, at hin í øðrum tónleikastílum eisini so dugnaligi Tróndur Bogason her hevur ein stóran leiklut.

Enn verður prátað um Ólav Presley, tá hann blakaði skjúrtuna í sjeytiárunum. Mc Hár fór av pallinum í boksara- shortsi. Show!

Kjølar í top-formi

Kjølar endaðu kvøldið. Og læt tað verða sagt, at teir leiktu betur, enn nakrantíð.

(Eg kann tó ikki læta vera við at nevna, at tá teir byrjaðu við at spæla eina bandupptøku av tjóðsanginum, so er hetta ikki so orginalt, sum onkur kanska heldur. Tann í hesum døgum útvarpsaktuelli Jørgen Dahl hevur gjørt tað fyrr! Á eini konsert á Hálsi, eg haldi við bólkinum Trast, byrjaði hann konsertina við tjóðsanginum - møguliga spældi hann enntá sjálvur... so er hetta sagt. Helt tað skuldu fram - fjas fyri onkran, uplýsandi fyri annan!?!).

Men Kjølar, fult drøn á og avbera væl leikt. At teir taka tónleikin í álvara, tað vita vit, men nú haldi eg eg, at teir munnu hava vant og vant í dagavís. So væl eydnaðist tað hjá teimum og so væl sat alt. Har var als eingin ?slingur í walsinum?. Og eingin walsur heldur.

Løg vit kendu og nýggj løg. Teir eru bert 4 og hetta krevur nakað av øllum.

Samstundis gevur hetta rúm fyri einstaka tónleikararnum. Og væl tilrættisløgd og vælspæld løg, við breakum og øðrum ið hóskar, fingu vit blást út í salin.

Kórini ljómaðu eisini sera væl.

Jens Tummas var tráðleysur. Bæði so og so. Hann hugnaði sær við at spáka og renna niðri í salinum millum áhoyrararnar.


Framúr

Framúr rockkonsert. Betur kann tað ikki sigast. Kjølar tóku í hvussu er meg á bóli.

Tó, spell at tað bleiv heldur seint. Klokkan eitt var liðugt. Og tá var gott, eftir eitt gott kvøld, at finna til hús og á bólið. Næst síðsta kvøldið á Jazzfestivalinum eydnaðist eisni til fullnar.