Leiftursmenn fingu einki skreyt heim við sær aftur frá Føroyaferðini hjá teimum um vikuskiftið.
Íslendska liðið spældi tveir dystir á ferðini, og teir taptu báðar. Leygardagin vóru teir í Gundadali og spældu móti B36, sum bjóðaði íslendska liðnum til Føroyar. Hetta bleiv ein undirhaldandi dystur, sum B36 vann 6-5.
Tað sást, at spælararnir ikki tóku dystin í heilt so stórum álvara. Serliga B36 misnýtti fleiri risastórar kjansir, og sigurin var uppiborin. Leiftur var á odda 1-0 og 2-1, men vóru undir 4-2 í hálvleikinum. Íslendska liðið minkaði til 4-3 í 48. minutti, men so kom B36 upp á 6-3 og dysturin tyktist avgjørdur. Men Leiftursmenn gjørdu ein vørr afturat og komu upp á 6-5, men tá var ov lítið av tíð eftir, og B36 vann sostatt steypið, sum Sosialurin gav til dystin.
Hans Fróði Hansen úr HB spældi við Leiftri, meðan Kaj Leo Johannesen og Magni á Lakjuni vóru á B36-liðnum. Kaj Leo, sum hevur boðað frá, at hann nú gevst við toppfótbólti, varð skiftur út beint áðrenn hálvleik. B36 takkaði honum fyri mangan góðan dyst í Gundadali, og hann fekk nógvar lógvabrestir.
Jens Martin Knudsen hevði onkra frálíka bjarging, eitt nú tá John Petersen var einsamallur við honum, men ikki slapp framvið. Í hinum endanum sást lítið til Una Arge, sum hevði onkra góða skotroynd, men ikki fekk nakran opnan kjans at skora í Gundadali, har hann hevur gjørt nógv mál fyri HB.
Hølvaðir av í Klaksvík
Dagin eftir var Leiftur í Klaksvík og spældi ímóti KÍ. Teir báðir útlendsku spælararnir hjá KÍ, Marek Wierzbicki og Zoran Mancic, vóru ikki við, og sostatt var talan um eitt reint klaksvíks-lið. Á Leiftur-liðnum var Uni Arge ikki við sunnudagin, men teir fingu hjálp frá GÍ-arunum Poul Ennigarð og Henningi Jarnskor.
Um tað var tí Leiftur-liðið hevði verið við í ársveitsluni hjá B36 kvøldið fyri, skal ikki verða sagt her, men tað er ein sannroynd, at Leiftursmenn taptu 0-6 í Klaksvík.
Heðin á Lakjuni, Kurt Mørkøre og Símun Waag Høgnesen (brotsspark) skoraðu í fyrra hálvleiki, og í seinna fekk Kurt tvey mál afturat, áðrenn Arnold Joensen setti punktum. Sam-teld gav steypið, sum bleiv verandi í Klaksvík.









