Sum bilførari og borgari í Havn vil eg fegin koma við nøkrum viðmerkingum og spurningum, sum hava tilknýti til ferðsluna á krossinum Landavegur og Frælsið.
Í meira enn 10 ár havi eg koyrt oman eftir Landavegnum - oman eftir Kinabrekkuni, sum vit har um leiðir plaga at kalla hana - yvir um Frælsið og síðani víðari heimeftir Landavegnum framvið Vesturkirkjuni.
Øll hesi ár hevur avmerkingin á vegnum verið tann sama. Tvs. at skuldi tú koyra beint fram, so brúkti tú breytina í miðjuni tvs. vinstu breytina móti býnum, har pílurin vísti beint fram og til vinstru.
Eg gjørdist tí ikki sørt ørkymlaður og bilsin fyrr í ár, tá vegaavmerkingin bráddliga varð broytt. Uttan at hava fingið nakað at vita um hesa so týðandi broyting í ferðsluni áðrenn, síggi eg, at vegaavmerkingin er broytt. Nú skal man koyra á høgru síðu á koyribreytini fyri at sleppa víðari oman eftir Landavegnum móti miðbýnum. Í vinstru síðu á koyribreytini er nú bert ein pílur, og hann vísir til vinstru.
Henda broytingin veit eg hevur ikki bert ørkymlað meg sum bilførara, men so mong onnur eisini. Havi tí í longri tíð ætlað mær at skriva eina viðmerking um hetta sum brúkari av vegunum í høvuðsstaðnum. Veit frá øðrum, sum hava verið í óhappi á hesum stað og tíanverri eisini frá egnum royndum, hvussu ørkymlandi nettupp umrødda broyting í vegaavmerkingini hevur verið fyri bilførarar. Eg kann ikki siga hetta fyri vist, men kann ímynda mær, at henda broytingin í vegaavmerkingini hevur verið atvoldin til ella medvirkandi til fleiri ferðsluóhapp.
Aftur broytt
Men haldið tykkum nú fast. Ja, fyri at tað ikki skal vera lygn, so er vegaavmerkingin broytt enn einaferð, og tað aftur til fyrstu og upprunaligu versiónina, har tú skuldi koyra í vinstru síðu fyri at kunna koyra beint fram.
Hetta er hent í farnu viku, og uttan at nakar bilførari hevur fingið nakra ávaring ella kunning um hetta. Nú tá hetta hevur ligið mær so á sinni í longri tíð, helt eg, at henda mín viðmerking ikki kundi bíða longur.
Tí vil eg fegin spyrja myndugleikarnar, antin tað so er politiið ella Tórshavnar Kommuna. Hvussu kann man fyrst hava eina vegaavmerking í mong mong ár fyri so bráddliga at broyta hana, uttan so mikið sum at upplýsa borgararnar um hetta kollveltandi stigið. Og hvussu kanst tú so broyta hesa avmerking enn einaferð - til ta upprunaligu avmerkingina - uttan so mikið sum at siga eitt orð um hetta?
Hevði tað ikki verið rætt og ein skylda antin gjøgnum lýsingar í bløðunum ella við áminnandi nýggjum ferðsluskelti ovast í Kinabrekkuni at sagt øllum bilførarum frá, at nú er avmerkingin aftur broytt!
Lat meg siga tað beinanvegin, at henda viðmerking mín skal ikki uppfatast sum nakað grenj frá einum bilførara um eitt annars problematiskt vegaumhvørvi. Eg haldi tað bara vera rætt nú at tala at og spyrja, um ikki myndugleikarnir hava eina upplýsingarskyldu mótvegis bilførarunum, tá teir gera so kollveltandi broytingar í avmerkingini á vegunum í býnum?
Eg kundi eisini hugsað mær at vitað, hvussu mong óhapp hava verið í ferðsluni júst á hesum stað og júst av umrøddu orsøk: at vegaavmerkingin er broytt og fólk, sum ár eftir ár eru von við at koyra eftir ávísari vegaavmerking, bráddliga skulu til at skifta koyribreyt.
Sjálvandi hava allir bilførarar skyldu til at hyggja eftir vegaavmerkingum og fylgja teimum, men hava ikki eisini myndugleikarnir eina upplýsingarskyldu mótvegis borgarunum, tá teir líkasum liggja og ?spæla? við somu vegaavmerkingum og broyta hesar frá degi til dags?
Og hvat hendir, tá vit fáa kava, og avmerkingin ikki sæst longur? Hvussu skulu tey, sum nú so dánt hava vant seg við at brúka høgrA partin av koyribreytini fyri at kunna koyra beint fram, vita, at avmerkingin nú aftur er broytt til upprunaligu avmerkingina? Hvussu nógvar ferðsluskaðar fer henda nýggja broytingin at hava við sær. Kann hon føra til totalt trafikkkaos?
Sjálvur helt eg tað var løgið, at vegaavmerkingin bráddliga varð broytt í summar ella so. Og ætlaði eg eisini at skriva nøkur orð um tað í heyst. Tað kom tíanverri komið í drag. Nú er so alt aftur við tað gamla, og so skuldi ein so verið nøgdur kundi verið sagt. Tað er so eitt. Men eftir stendur so spurningurin: hvussu kunnu ferðslumyndugleikar okkara broyta vegaavmerkingar í tíð og úrtíð, uttan so frægt sum at upplýsa um hetta? Og hvør hevur veruligu ábyrgdina av ferðsluóhappum, sum m.a. stava frá broytingum í vegaavmerkingum, og har eingin kunning hevur verið um tað? Og hvat tá kavi legst á hesar vegaavmerkingar, og bilførarar, sum ikki hava sæð ta seinastu broytingina og heldur ikki eru informeraðir um hana, eru uppi í ferðsluóhappi? Hvør hevur skyldina?
Vónandi fái eg okkurt svar frá avvarandi myndugleikum. Og vónandi fara teir eftir hetta eisini at gera sítt til fyri at kunna borgararnar um broytingar í vegaavmerkingini og ferðsluni í høvuðsstaðnum sum heild. Hví ikki taka í egnan barm og virka út frá tí, sum her er farið fram! Bløðini vilja uttan iva skriva um hetta og hýsa lýsingum um tað. Og kanska var tað eisini eitt gott hugskot hjá tí frálíka ferðslutáttinum í útvarpinum at tikið málið upp.
Vinarliga
Jan Müller, bilførari