Áki Bertholdsen
Nú skal ein føroysk grundlóg gerast.
Síðst í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku, fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, at leggja uppskot fyri tingið um at seta eina nevnd, sum skal gera uppskot til eina føroyska grundlóg.
Hetta upplýsti hann á almennum fundi, sum Suðuroyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Suðuroynni skipaðu fyri í Vági leygarkvøldið um fullveldisætlanina.
Høgni Hoydal segði, at landsstýrið ætlar at biðja løgtingið samtykkja, at geva landsstýrinum heimild at seta eina grundlógarnevnd, sum síðani skal gera arbeiði.
Í nevndini skulu fimm serfrøðingar sita, mest løgfrøðingar og samfelagsfrøðingar. Teir verða valdir eftir tilmæli frá umsitingini í landsstýrinum.
Harafturat skal eitt umboð fyri hvønn av teimum seks politisku flokkunum á tingið sita í nevndini. Eftir tilmæli frá løgmanni skal eisini ein landsstýrismaður veljast í nevndina.
Og tað fer eisini at standa donskum myndugleikum í boði at velja eitt umboð fyri dómsvaldið í nevndina.
Høgni Hoydal sigur, at orsøkin til tað er, at landsstýrið vil helst hava øll tey trý valdini umboðað í nevndini: Tað lóggevandi valdið, sum er løgtingið, tað útinnandi valdið, sum er landsstýrið og tað dømandi valdið, sum er dómsvaldið.
Hann leggur afturat, at umframt grundlógina, skal nevndin gera uppskot til eina føroyska rættarskipan, tvs, hvussu dómsvald, ákæruvald, løgregla, kriminalforsorg, fongsulsverk o. s. fr, kunnu gerast føroysk
Hvørji rættindi skal føroyingurin hava
Tað er eitt rættiliga umfatandi arbeiðið, sum grundlógarnevnd skal gera.
Men Høgni Hoydal sigur, at arbeiðið verður sjálvandi lættari av, at londini rundanum okkum, sum vit samanbera okkum við, sjálvandi hava grundlógir, og at tað er nógv, sum gongur aftur í teimum flestu grundlógunum, og sum eisini kemur at ganga aftur í teirri føroysku.
Nevndin skal gera eitt uppskot til, hvussu valdsbýtið ímillum tey trý valdini skal vera.
? Men ein grundlóg er eisini ein áseting um, hvørji grundleggjandi rættindi, føroyingar skulu hava t.d. til arbeiði, útbúgving, bústað, ogn, talu- og skrivifrælsi, trúarfrælsi, o.s.fr, sigur landsstýrismaðurin.
Og í tí sambandið verður neyðugt hjá grundlógarnevndini at viðgera nakrar serføroyskar spurningar.
? Tað kann t.d. koma at standa í grundlógini, hvør skal hava rættin til fiskiríkidømi undir Føroyum. Er tað rætt at privatiserað fiskiríkidømi undir Føroyum? ? Skal tað t.d. standa í grundlógini, at allir føroyingar skulu hava rætt at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók? Ella skal tað standa í grundlógini, hvør hevur rætt til grind?, hvør hevur rætt til at taka nátar? o.s.fr.
Høgni Hoydal sigur, at nevndin kemur eisini at viðgera spurningarm um tað skal standa í grundlógini, um, at løgtingið ikki kann sleppa at skuldarbinda landskassan útyvir eitt vist og um tað skal standa í grundlógini, hvat møguligar oljuinntøkur kunnu brúkast til.
? Kemur tað at standa í sjálvari grundlógini, hvat oljuinntøkurnar kunnu brúkast til, kunnu politikarar ikki gera við tær sum teir vilja, sigur landsstýrismaðurin.
Grundlógin kann t.d. eisini áseta, hvussu fólkakirkjan skal skipast, um hon skal vera statskirkja ella ikki og hon kemur sjálvandi eisini at hava ásetingar um mannarættindi, javnstøðu og heimarætti.
? Tað kann t.d. eisini standa í grundlógini, hvørji mál kunnu koma til fólkaatkvøðu.
Høgni Hoydal upplýsir m.a., at tá ið nýggja stýrisskipanin kom, ætlaði nevndin at seta í hana, at ein triðingur av løgtinginum kundi krevja afólkaatkvøðu um at kalla øll mál, uttan fíggjarlógina.
? Men tað varð tikið burturúr aftur, tí tað varð hildið at vera ov hættisligt.
? Tað varð hildið, at vandi var fyri misbrúki við tað, at hvørja ferð ein minniluti í tinginum varð ósamdur við meirilutan, so fór hann at krevja fólkaatkvøðu, og so fór tað at blíva óneyðuga tungt at arbeiða á tann hátt.
Almennar hoyringar
Høgni Hoydal sigur, at grundlógarnevndin skal eisini taka spruningar upp um, hvørji tey grundleggjandi virðini undir føroyska samfelagnum eru.
? Tí fer tað at verða álagt nevndini at skipa fyri fleiri almennum hoyringum um ávís evni.
Hann heldur, eitt evni fyri eini almennari hoyring kundi verið um tað skal standa í grundlógini hvør skal hava rættin til fiskiríkidømi undir Føroyum og skulu fiskirættindi undir Føroyum privatiserast?
Fólkaatkvøða í 2000
Høgni Hoydal sigur, at ongin tíðarfreist er sett á, nær arbeiðið hjá grundlógarnevndini skal vera liðugt.
? Men tá ið uppskotið er liðugt, skal tað til fólkaatkvøðu.
Landssýrismaðurin sigur, at miðað verður ímóti at fólkaatkvøðan um grundlógina verður í 2000.
Hvussu hon so skal setast í gildi er ikki avgreitt enn, men tað metir Høgni Hoydal er ein praktiskur spurningur. Ein máti er at tvey fylgjandi løgting skulu samtykkja hana









