Dysturin í Vági millum 1. kvinnuliðini hjá VB og Kyndli sunnudagin bleiv av ongum, tí eingir dómarar møttu til dystin.
Tað átti ikki at komið fyri í 1998, at ein 1. deildardystur verður avlýstur, tí dómararnir ikki møta upp, men tað var tað, sum hendi sunnudagin.
Sambært kappingarskipanini skuldi NSÍ døma dystin. NSÍ hevur fyrr tikið øll liðini burtursæð frá teimum, sum eru løgd saman við GÍ, úr kappingunum, og nú møta teir heldur ikki upp til dystirnar, teir skulu døma!
Tað kundi sæð út sum um NSÍ er í ferð við at fáa ólag á allan hondbóltin í Føroyum, men Trygvi Mortensen, sum dømir fyri NSÍ, sigur, at so er ikki. Hann harmast um, at tað eitt nú í ítróttartíðindunum hjá útvarpinum ljóðaði, sum um tað var NSÍ, sum hevði feilin, tí tað var tað ikki sambært Trygva.
? Sannleikin er, at bæði VB og Hondbóltssambandið vistu um hetta fleiri dagar frammanundan, sigur Trygvi Mortensen.
? Í kappingarskipanini eru okkara dómarar, sum hava bókstavin »G«, settir at døma tveir dystir sama dag ? ein dyst í Vági hjá 1. deild kvinnum og ein á Skála í 2. deild hjá kvinnum. Hetta gjørdu vit vart við longu týskvøldið, og bæði VB og HSF vistu, at tað ikki fór at bera til hjá okkum at døma í Vági, sigur Trygvi Mortensen við Sosialin. Hann sigur, at síðani tá hevur NSÍ einki hoyrt frá hvørki VB ella Hondbóltssambandinum.
? Tað er sjálvandi ógvuliga keðiligt fyri bæði VB og Kyndil, sum fór suður kvøldið fyri, men tað ber illa til hjá okkum at vera á tveimum støðum ísenn, sigur Trygvi, og tað kunnu vit bert geva honum rætt í.
Hann og Dánial Hansen dømdu sunnudagin 2. deildardystin millum StÍF og Søljuna, og sambært Trygva visti HSF í øllum førum hóskvøldið, tá Hondbóltssambandið helt skeið, av, at dómararnir ikki kundu fara til Vágs, men fóru at døma á Skála.
Nú liggur bólturin so hjá Hondbóltssambandinum. Ímeðan kann Kyndil síggja fram til enn eina ferð til Suðuroyar, og vit sum fylgja við, kunnu ásanna, at tað framvegis ikki er nóg gott skil á føroyska hondbóltinum. Og tað er spell ? fyri ikki at siga skomm.