tí samanhaldi og tí fjølbroytni, sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við at generalisera, tó at stevnurnar kunnu gerast í so d [...] Fjølmiðlarnir gera, at stevnurnar gerast landsstevnur, har øll hava møguleika at fylgja við. Eisini bløðini kunnu hava sín týdning. Sosialurin ynskir at kenna sína vitjunartíð og fara vit í ár at skipa fyri serstøkum [...] tá hon er mest lívsjáttandi. Børn sum vaksin í føroyskum búnað eru ein partur av hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum. STEVNURNAR líkasum
skipari í 2001, byrjaði eg at sigla sum stýrimaður á garnaskipinum Vesturland, og stutt eftir fekk eg skipið at føra. Seinni havi eg siglt við ymsum øðrum sum bæði skipari og stýrimaður. Núverandi starv er [...] Ja, tað er ikki so einkult at siga. Faktiskt so hevur fortíðin evnað meg til tað, sum eg eri í dag, og tað, eg takist við. Eg eri sera væl nøgdur, og tað er altumráðandi, at eg eri nøgdur og trívist í [...] so eg tók hesa útbúgving yvir longda tíð. Hvussu minnist tú tína lestrartíð? Eg má siga sum er, eg havi aldrin dámt at gingið í skúla, kanska mest tí ein skal vigast av fleiri ferðir og standa ymsu royndirnar
umframt at møguleiki er at blíva avmyndaður við eini bakgrund, ið sigur; »UEFA guests«. Fyrst gongur leiðin í býin og framvegis er lítið at síggja til tey heilt nógvu viðhaldsfólkini. Onkur Barcelona [...] høgt trýst á Barcelona, sum tykjast fjálturstungnir og fáa als ikki eyðkenda spælið at hanga saman. Einar tvær ferðir er Manchester United um at leggja seg á odda og líkt er til, at Sir Alex Ferguson enn [...] við Ryan Giggs kemur Wayne Rooney at standa væl fyri og skorar. Onkur vil verða við, at talan var um rangstøðu, men líkamikið hvat, so var málið á eins høgum stigi sum málini í hinum endanum. Manchester
upp á nakran sum helst máta. Tað vísir seg at slættari vøllurin er, betri er tað fyri okkum, tá so nógvir av okkara spæla á kunstgrasi vanligt, sigur Jógvan Martin Olsen. – Eg trúgvi ikki, at hinir verða [...] Ukreina sum vit møta leygardagin, telist sambært styrkilistanum hjá millum tíggju tey bestu londini í heiminum, sambært styrkilistanum hjá FIFA. Hvørjum kunnu vit rokna við? – Tað er ringt at siga. Vit møta [...] Ukreina, sum er eitt av teimum heilt góðu liðunum á verðinsplan. Tað er eitt lið, sum ikki hevur teir stóru útsvingningarnar og spæla næstan maskinfótbólt, sigur Jógvan Martin Olsen, ið lýsir Ukreina sum eitt
eitt genialt »svar«, og tað er, at tey samkyndu hava valt at verða samkynd og liva so. At uppfinna slíkt svar uttan at hava prógv fyri tí, men bara fyri at fáa nakað at ganga upp, má verða eitt slag av [...] eymjúkleikin? Er hetta at hava Jesus sum fyrimynd? Hvat hesi fólk halda seg vinna, við at skelda ein ávísan bólk av okkara landsmonnum og –kvinnum út í bløðunum, listi meg at frætt. Tann, sum ikki er føddur av [...] um ein persón í Nýsælandi, sum var fødd/ur sum bæði maður og kvinna. Meg lysti at frætt, um hesin persónur sjálvur hevur valt at verða fødd/ur so???!!! Ein av bólkunum, sum eru nevndir eru í paragraf 266b
Gunnarsson og siga honum, at tey eru glað fyri arbeiðið, hann ger fyri at minna á tey deyðu. Hann sigur, at tað ger hann glaðan, at tey ringja. Ingi Gunnarsson følir tað sum eina skyldu at gera arbeiðið [...] fyri Ferðslutrygd, og hann vónar, at tað ger mun. -Eg vóni, at onkur hugsar, at tað ikki er neyðugt við deyðum í ferðsluni, sigur hann. Av teimum umleið 250 fólkunum, sum eru deyð í ferðsluni gjøgnum árini [...] Hann sigur, at vanlukkan fekk hann at hugsa, at tað ikki er neyðugt við deyðum í ferðsluni. -Eg hugsaði, at kanska man kann gera okkurt sjálvur, sigur Ingi Gunnarsson. Og hann sigur, at tað var hansara
óføroyskt, sum tað kann verða. Eg trúgvi ikki, at hetta er vanligt í Føroyum. Um onkur ikki skilir demokrati í Føroyum, so kann tað ikki verða rætt, at viðkomandi skal hótta politikarar fyri at fáa teir at tiga [...] annað stóð, at um »pornokanalin« ikki fór at senda, so skuldi Jenis fáa hetta at merkja á annan hátt. ? Sjálvur veit eg ikki, hví eg fái slíkar hóttanir, tí eg havi onki havt við málið sum so at gera. Eg [...] heldur, at politikarar hava skyldu til at svara spurningum, ið verða settir, og var tað tí, at hann játtaði at gera viðmerkingar. ? Eg havi onga avgerð tikið í hasum málinum. Tað var fútin, sum tók avgerðina
seg í Føroyum. Tað er hetta, at fólk í skrift og talu hava á lofti, at onkur stingur annan í ryggin, at framd verður bakbíting, at gingið verður frá givnum lyftum, at fólk siga seg úr flokkum av persónspurningum [...] fólk koma at gera hesa stevnu til sítt egna hugsjónarliga áhugamál. Men hevur tú nomið eina hugsjónarliga sannføring, so átti møguligur sym- ella antipatiur eftir tað at havt minni at týða, tí at tá er (ella [...] (ella tað átti at verið) tað, ið avgerandi týdning átti at havt, at verið tann stevna, ið tú sjálvur heldur vera hina røttu. Brennir tú fyri eini søk, so átti tað ikki at verið persónspurningar, ið gera
Nú er so stutt til valið, at tingfólkið okkara fer at at standa frítt at velja eftir bestu sannføring. Og nú valið er beint fyri durunum, kann tað gott vera at onkur av okkum tekur kansin og atkvøður [...] hann gjørdi greitt, at hóast hann tók undir við málinum, kundi hann, vildi hann, ella tordi hann ikki at atkvøða fyri uppskotinum, sum tá var til viðgerðar í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrislógina [...] urin fór at fyrihalda sær, nú málið um at seta nevnd at kanna ríkisfelagsskapin skjótt kemur til atkvøðugreiðslu í tinginum. Óli Breckmann segði, at løgtingslimunum hjá Fólkaflokkinum fer at standa frítt
kann av røttum siga, at hetta tíðarskeiðið vórðu flest øll børn í Vesturheiminum innlimaði í víðagitna dunnubýin, Andeby, ella Dunnuvík, sum staðurin kom at eita í føroysku týðingini, sum Pauli Nielsen [...] Dunnald og tey hjá Disney, sum halda til í Dunnuvík. Teknirøðir hava verið ein lítið virdur partur av bókmentum. Fyrst og fremst tí, at tey, sum gera teknirøðir, ikki hava áhuga í at skriva seg inn í stóru [...] Onnur útgáva av »Disneyrímum«, sum er til taks á Landsbókasavninum, kom í 1980. Ein frægd at lesa, eisini hjá teimum, sum ikki skilja so væl íslendskt. Á bókaútsøluni herfyri, rendi eg meg í eina í hesum