Hvat hevur tú lisið ella lært til?

Vit spyrja nøkur kend og ymisk fólk úr almenna rúminum, hvussu tey hava brúkt sína útbúgving, og hvat tey høvdu valt, um tey skuldu valt útbúgving í dag.

Annfinnur Garðalíð

 

Fakfelagsformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag

 

 

 

Hvat hevur tú lisið ella lært til?

 

Eg havi lisið til skipsførara á Vinnuháskúlanum. Eg byrjaði fyrst í 1999 at lesa til skipara, men gavst av serligum umstøðum. Men so í januar í 2020 byrjaði eg aftur og tá til skipsførara. Hetta var sjálvlestur, grundað á, at eg var í fulltíðarstarvi eisini, so eg tók hesa útbúgving yvir longda tíð.

 

Hvussu minnist tú tína lestrartíð?

 

Eg má siga sum er, eg havi aldrin dámt at gingið í skúla, kanska mest tí ein skal vigast av fleiri ferðir og standa ymsu royndirnar. Men tað skal sjálvandi til, har sleppur eingin undan. Men annars minnist eg tíðina sum sera læruríka, gevandi og mennandi. Eg var nógv tann elsti í flokkinum og í øllum skúlanum tá sum næmingur. Eg var 54 ár. Men onkur hevur verið eldri enn eg, áðrenn eg kom til eksamiu.

 

Men eg hevði ikki gjørt hetta umaftur. Hetta var sera strævið fyri meg, tí eg hevði so lítla skúlagongd áðrenn. Eg havi gingið í Vestmanna Skúla í 7 ár 3 mánaðir og fór úr skúlanum sum 14 ára gamal, so eg hevði ikki nógvan førning við mær í skjáttuni, men tað gekk, og tað var kolandi hart fyri meg. Eg hevði nógvar svøvnleysar nætur, har eg hugsaði, hvussu klári eg hetta, og mangan morgun eg vaknaði, tá segði eg við konuna: ”Nei, eg orki ikki meira, í dag gevist eg”. Tað stóð nógv á, men sum ikki einaferð, so stuðlaði konan mær, og eg helt fram í skúlanum til the bitter end, og tað eri eg sera glaður fyri í dag.

 

Hvussu hevur tú brúkt tína útbúgving?

 

Tá eg var liðugur sum skipari í 2001, byrjaði eg at sigla sum stýrimaður á garnaskipinum Vesturland, og stutt eftir fekk eg skipið at føra. Seinni havi eg siglt við ymsum øðrum sum bæði skipari og stýrimaður.

 

Núverandi starv er fakfelagsformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Har krevst nautisk útbúgving. Eg bleiv valdur í nevnd har í 2009, og í 2012 bleiv eg næstformaður. Í 2014 bleiv eg valdur sum formaður í felagnum og eri tað enn. Mær dámar hetta arbeiðið sera væl, og havi í øllum førum planir um at halda út í eina tíð aftrat uttan at seta áramál á. Eg komi millum nógv fólk, bæði her í Føroyum og uttanlands, har vit hava ymisk samstarv.

 

Um tú hevði skulað valt í dag, hvat hevði tú so valt?

 

Ja, tað er ikki so einkult at siga. Faktiskt so hevur fortíðin evnað meg til tað, sum eg eri í dag, og tað, eg takist við. Eg eri sera væl nøgdur, og tað er altumráðandi, at eg eri nøgdur og trívist í mínum gerningi, og ikki geri tað fyri at stilla nøgdsemi hjá ørðum. Stutta svarið er nokk, at eg stórtrívist og hevði ikki valt øðrvísi.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024