Stevnurnar og stevnubløð

Á stevnunum verður avdúkaður ein partur av okkara identiteti. Tær líkasum vekja okkum úr dvala og vísa á tað nógva av tí lívsjáttandi, sum er í fólkinum og tjóðini

HETTA er tíðin, tá stevnur verða hildnar kring landið. Fyrsta stevnan - og tá hugsa vit um tær gomlu og tradionellu stevnurnar við FM-kappróðri ol. - verður hildin í Klaksvík nú komandi vikuskifti. Talan er um Norðoyarstevnuna.


EINS og summarið, Norrøna, ferðafólk og glað andlit seta sín dám á hesa ársins tíð, so eiga stevnurnar eisini sín part av hesum dámi. Tær líkasum boða frá nøkrum góðum og livandi. Við teimum fer bráddliga alt upp at liva, sum hevði stórur partur av samfelagnum og fólkinum her ligið í dvala í longri tíð.


STEVNURNAR - frá norðoyarstevnu til ólavsøku - lýsa eisini Føroyar og føroyingin innanífrá. Tær lýsa tjóðina Føroyar, tá hon er mest lívsjáttandi. Børn sum vaksin í føroyskum búnað eru ein partur av hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum.


STEVNURNAR líkasum loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki, tí samanhaldi og tí fjølbroytni, sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við at generalisera, tó at stevnurnar kunnu gerast í so drykkjukendar. Men hetta er so eisini ein partur av stevnunum, sum vit eisini mugu taka við. Men sangur og dansur, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk, kappróður og fótbóltur og mangt annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga, at stevnurnar avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa um tjóðarhátíð okkara ólavsøkuna, sum er høvuðsstevnan.


EISINI fjølmiðlarnir eiga sín lut í stevnunum. Hvat var t.d. ein stevnuróður uttan útvarpið! Og ein ólavsøka uttan sjónvarpið! Fjølmiðlarnir gera, at stevnurnar gerast landsstevnur, har øll hava møguleika at fylgja við. Eisini bløðini kunnu hava sín týdning. Sosialurin ynskir at kenna sína vitjunartíð og fara vit í ár at skipa fyri serstøkum stevnubløðum í sambandi við allar stevnurnar. Vit fara at umrøða tiltøk á stevnunum og annars seta kikaran á stevnuplássini. Vit leggja fyri í dag við einum ?Norðoyarstevnublað?. Vónandi fara onnur stevnupláss at taka eins væl undir við einum slíkum tiltaki sum norðingar, ið altíð eru til dystin fús. Góða Norðoyarstevnu. Gott stevnuár øll somul.