Kai Vágfjall
kv@post.olivant.fo
Hoyrdi gudstænastuna í Útvarpinum ídag, (29.10.30) har evnið var Matheus 28.19-20: Farið út og gerið øll fólkasløg til lærusveinar, doypi teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og læri teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Aftaná var barnadópur, og mátti eg sannað, at bæði danska fólkakirkjan her í Føroyum og fríkirkjurnar, eru samdar um raðfylgjuna í hesum boðum: trúgv, dópur og so læra. Eitt annað er, at fólkakirkjan og fríkirkjurnar ikki eru samdar í mannagongdini, men tað skal ikki viðgerast her.
Tá eg havi fylgt við í kjakinum um tey samkyndu, dugi eg ikki at síggja annað, enn flestu teirra, sum hava skrivað um evnið í bløðunum, hava vent hesi raðfylgju við. Orð Jesusar verða otað til viks, og raðfylgjan broytt, so at nú er læran tikin fram um bæði frelsuna og dópin.
»Lært« verður úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, og víst verður á hesa stóru synd, at verða samkynd/ur. Nøkur hava fingurin á lofti, meðan onnur ein knýttan neva. Skrivingarhátturin hevur verið út av lagið ljótur, og teimum sum skrivað hava til lítlan sóma. Helst halda tey seg tæna Gudi, men eg spyrji bara, hvar er kærleikin og eymjúkleikin? Er hetta at hava Jesus sum fyrimynd? Hvat hesi fólk halda seg vinna, við at skelda ein ávísan bólk av okkara landsmonnum og –kvinnum út í bløðunum, listi meg at frætt.
Tann, sum ikki er føddur av nýggjum, skilir ikki læruna, sum summi eru farin at prædika fyri øllum, í staðin fyri at prædika evangeliið. Hendan skeiva mannagongd, hevur einki annað við sær enn øsing, og tað er júst tað vit hava fingið av hesi kærleiksleysu og bondsku øsingarskriving.
Onkrir av hesum brævskrivarum hava nevnt, at tað eru ikki tey trúgvandi sum sita á vertshúsum og spotta og buka samkynd. Tað er helst rætt, men tey trúgvandi, sum við teirra hatursskriving, hava skapt øsing, mugu tí taka ein part av m. ø. tí háðan og harðskapi, sum samkynd hava verið fyri. Tað ber væl til at leggja eina »bumbu«, og so fara heim at sova, meðan »bumban« brestur, og so tváa hendurnar dagin eftir.
Bíblian umtalar homosexuellitet sum synd. Vit synda øll hvønn dag, so hví dyrka júst hesa syndina fram um aðrar? Um eg einki havi stolið, so gevur tað mær ikki rætt til at háða ella buka ein tjóv, so hví summi kenna seg kallað at háða, buka ella skelda samkynd út, skilji eg ikki, og heldur ikki skilji eg, hvat tey vilja vinna við slíkari framferð. Vit eru øll syndarar og hava brúk fyri evangeliinum, og tað eru tey sum hava tikið við trúnni, sum eiga at verða doypt og lærd.
Vit kunnu spyrja, hví Gud hevur skapt samkynd fólk. Eg veit tað ikki, og er tað bara ein av eini ørgrynnu av andaligum spurningum, sum vit menniskju ikki kunnu svara. Men her hava nøkur funnið eitt genialt »svar«, og tað er, at tey samkyndu hava valt at verða samkynd og liva so. At uppfinna slíkt svar uttan at hava prógv fyri tí, men bara fyri at fáa nakað at ganga upp, má verða eitt slag av vantrúgv og tí samstundis ósannindir, tí her tosar onkur móti betri vitan! Spurningurin er og verður helst ósvaraður, tí hesi eru fødd samkynd. Og hava tí sjálvi onga ávirkan á sína kynsligu støðu.
Eg sá fyri stuttum eina hjartagrípandi sending í SvF um ein persón í Nýsælandi, sum var fødd/ur sum bæði maður og kvinna. Meg lysti at frætt, um hesin persónur sjálvur hevur valt at verða fødd/ur so???!!!
Ein av bólkunum, sum eru nevndir eru í paragraf 266b eru m. a. trúgv og húðalitur. Ført verður fram at slík verða illa happað hvønn tann einasta dag. Kanska er tað so, men hesir bólkar hava tann rætt, at teir altíð kunnu fara til myndugleikarnar, tí teir eru nevndir í paragraf 266b, sum so kunnu taka sær av teirra máli. Henda rætt hava tey samkyndu ikki, takka veri ávísum politikkarum. Um orsøkin er tann, at teir á hendan hátt vilja straffa tey samkyndu, tí tey eru samkynd, veit eg ikki, eg vóni tað ikki, men um so er, hava teir misskilt sína uppgávu.
Onkur hevur spurt meg, hvat so við teimum pedofilu, skulu tey eisini verða vard av hesi paragraf? Sjálvandi skulu tey tað, tí hon er fyri øll, og ikki bara samkynd. Ein pedofilur skal sjálvandi eisini verjast móti háðan, men av tí hann ger seg inn á verjuleys børn, er málið eitt løgreglumál.
Sjálvur kenni eg onkur samkynd her á landi, sum eru persónliga trúgvandi, og veit um onnur, sum eg ikki kenni persónliga, av teimum eru nøkur flutt av landinum. Hesi hava tað ikki lætt í hesum døgum, og haldi eg, at tit sum skriva hesi bondsku og ljótu brøv um samkynd í bløðunum, áttu at skift til ein annan tóna.
Til tykkum politikarar, sum ikki vilja taka kynsliga orientering við í paragraf 266b, má eg bara siga og tykkara grundgevingar eru ikki sakligar og mangan púra burturvið. Vónandi er tykkara støða í hesum málið ikki ein máti at vinna sær atkvøður til næsta val. Málið her hevur hvørki við trúgv ella religión at gera, men einans at verja ein bólk í samfelagnum móti háðan.
Til tykkum, sum hava fingurin ella nevan á lofti móti hesum fólkum, hugsið tykkum um, og leggið tykkum/okkum eftir at hava meira av Jesu sinnalagi og læra av hansara kærleika og eymjúkleika, og heldur seta evangeliið í hásæti.









