Hugburður og persónur

Eitt fyribrigdi hevur kanska serliga í seinastuni gjørt vart við seg í Føroyum. Tað er hetta, at fólk í skrift og talu hava á lofti, at onkur stingur annan í ryggin, at framd verður bakbíting, at gingið verður frá givnum lyftum, at fólk siga seg úr flokkum av persónspurningum og so framvegis.
Við politiskari sannføring er soleiðis, at hon kann verða tengd at huginum til persónligan fyrimun, eins og hon kann vera tengd at samskifti við ávísar persónar, familju, vinir, kenningar ella starvsfelagar, ella sannføringin kann verða ektað -grundað á persónligan, sjálvstøðugan hugburð. Rættilig sannføring, eitt nú politisk, kann ikki sigast at vera til yvirhøvur, er hon í størri mun knýtt at vina-, kenningar- ella ættarbondum. Tá er rætta heitið neyvan sannføing ella hugburður, men heldur vinalag ella í ringasta føri tað, ið nevnt verður opportunisma.
Kennir tú teg ikki knýttan at einari eitt nú politiskari kós av øðrum orsøkum enn persónligum áhugamálum, so man vera ivasamt ella misjavnt við hugsjónarliga støðinum. Tó kanst tú sum vera man í fleiri førum væl skilja, at onkur rættiliga og rættvíst hevur fingið stykni til fólk, ið ein higartil hevur kent seg í parti við.
At knýta seg til eina veruliga stevnu ella ætlan man bert hava ítøkiligt innihald, er hetta grundað á lívshugburð og ikki á persónar. Sjálvandi hava ávísir persónar umboðandi eina ávísa stevnu ella ávísan hugburð rættiliga ofta avgerandi týdning fyri, í hvønn mun fólk koma at gera hesa stevnu til sítt egna hugsjónarliga áhugamál. Men hevur tú nomið eina hugsjónarliga sannføring, so átti møguligur sym- ella antipatiur eftir tað at havt minni at týða, tí at tá er (ella tað átti at verið) tað, ið avgerandi týdning átti at havt, at verið tann stevna, ið tú sjálvur heldur vera hina røttu. Brennir tú fyri eini søk, so átti tað ikki at verið persónspurningar, ið gera av, antin tú heldur fast við sjónarmið tíni.
Ein samfelagslig sannføring kann í roynd og veru ikki verða tengd saman við, hvørjar persónar tær líkar og hvørjar ikki. Var tað so, at tú bert kundi verið felags um eina hugsjón ella ein hugburð saman við fólki, ið tær dámar, meðan tú vísir frá tær hugsjónir, ið eisini fólk, ið tær ikki dámar, hava, so vóru tey fá við felags hugsjónum yvirhøvur. Og tá hevði verið tvørligt at nátt teimum hugsjónarligu málunum. Á sama hátt kundi verið sagt, at var tín felagshugur treytaður av, at tú var samdur um alt við øll í sama bólki, ja, so mundu verða fá í hvørjum bólki, eins og bólkarnir høvdu verið nógvir -so mikið nógvir, at einki hugsjónarligt frambrot kundi verið framt yvirhøvur.
Jákupsstovumaðurin, sáli, segði einaferð, tá ið vit sótu og prátaðu í byrjanini av sekstiárunum, nakað, sum í veruleikanum er sera einfalt, man samstundis ógvuliga beinrakið. Veruleikin kann jú stundum vera einfaldur. Hann segði nakað soleiðis, tá ið prátið fell á politikk og politiskar flokkar: ?Um tað nú var so, at øll tey, ið tóku undir við einum politiskum flokki, høvdu tað sjónarmið, at tey skuldu vera samd í øllum, ið flokkurin umboðaði av sjónarmiðum um alt, og skuldi teimum samstundis dáma øll tey fólkini, ið vóru í hesum flokki, so høvdu vit havt eins nógvar flokkar, ið tað eru fólk.?
Teimum, ið áhuga hava annars fyri umrødda evni, skal eg mæla til at lesa bókina ?Hvor der handles? eftir Bettinu Heltberg, ið sera hugtakandi gevur sína mynd av stríðnum -eisini umrøtt sum kongamorðið-, tá ið danski politikarin Svend Auken varð vrakaður sum formaður í danska sosialdemokratínum til frama fyri Poul Nyrup. Hetta var, sum vera man, ein herskin biti fyri Auken at slúka, men hann varð kortini verandi í flokkinum og varð seinni danskur umhvørvismálaráðharri, valdur av sosialdemokratunum.