Tað kann væl hugsast at onkur fer at siga ja

­Nú er so stutt til løgtingsval ræðast fólkafloksmenn ikki løgmann so illa sum teir gjørdu fyri einum ári síðani. Tí nú sigur Óli Breckmann, at tað kann gott vera at fólkafloksmenn fara at atkvøða fyri at seta nevnd at kanna heimastýrislógina, hóast løgmaður ikki vil

Fyri einum ári síðani var Fólkaflokkurin fyri hørðum ákoyringum tá ið hann gjørdi greitt, at hóast hann tók undir við málinum, kundi hann, vildi hann, ella tordi hann ikki at atkvøða fyri uppskotinum, sum tá var til viðgerðar í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrislógina.

Hesa mótsigandi støðu tók Fólkaflokkurin, tí hann sat í samgongu við Sambandsflokkinum og Edmund Joensen, løgmaður hevði gjørt púra greitt, at hann fór at útskriva nýval í stundini, atkvøddi nakar í samgongurin fyri málinum, tí hetta var brot á samgonguskjalið.

M.a. átalaði fyrrverandi formaður Fólkafloksins eitt mannaminni, Jógvan Sundstein, sínar egnu partamenn, tí hann helt, at tað líktist ongum at Fólkaflokkurin skuldi vera so undirbrotligur.


Nú er øðrvísi

Nú er málið aftur til viðgerðar í tinginum og nú tykist sum um Fólkaflokkurin ikki ræðist løgmann so illa, sum teir gjørdi fyri einum ári síðani.

Á almenna fundinum á Tvøroyri mánakvøldið um støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum sóknaðist Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins eftir, hvørja støðu Fólkaflokkurin hevði til uppskotið sum nú liggur í tinginum um at seta nevnd at kanna heimastýrið.

Formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, sum eisini sat við pallborðið, svaraði ongantíð til hetta.

Men eftir fundin, spurdu vit hann, hvussu Fólkaflokkurin fór at fyrihalda sær, nú málið um at seta nevnd at kanna ríkisfelagsskapin skjótt kemur til atkvøðugreiðslu í tinginum.

Óli Breckmann segði, at løgtingslimunum hjá Fólkaflokkinum fer at standa frítt, at atkvøða sum teir vilja í málinum.

Hann sigur, at avtalan um samgonguna er framvegis ein avtala.

Men eftir, hvat skilst á honum, heldur hann, at støðan er eitt sindur øðrvísi nú, enn hon var seinast málið varð frammi fyri hálvum øðrum ári síðani.

­ Nú er so stutt til valið, at tingfólkið okkara fer at at standa frítt at velja eftir bestu sannføring.

­ Og nú valið er beint fyri durunum, kann tað gott vera at onkur av okkum tekur kansin og atkvøður fyri uppskotinum, hóast Løgmaður ikki vil, sigur Óli Breckmann.

Uppskotið um at seta nevnd at kanna heimastyrislógina er í løtuni í rættarnevnd løgtingsins til viðgerðar.

Og hon fer at hava fund um málið fríggjadagin.

Annars hava vit meiri um politiska fundin á Tvøroyri mánakvøldið í einum seinni blað.

Á fundinum sótu fýra teir størstu flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin við eitt pallborð og umrøddu støðu Føroya í Ríkisfelagsskapinum.