Landsliðið hevur verið savnað í tríggjar dagar nú. Til í gjárkvøldið klokkan sjey valdaði framvegis óvissa, um dysturin móti Ukreina skuldi spælast ella ikki.
– Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur órógvað fyrireikingarnar. Áðrenn vit savnaðust var tað óvist við vøllinum og tað var tað til í kvøld (hóskvøldið, blðm.), sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Nú er so avgjørt, at dysturin skal spælast. Vøllurin er vátur, bleytur, tungur, og tá liðini hava vant á honum áðrenn dystin skal roknast við, at vøllurin helst verður óslættur eisini.
Kann hetta kanska vera ein fyrimunur hjá Føroyum?
– Tað trúgvi eg ikki upp á nakran sum helst máta. Tað vísir seg at slættari vøllurin er, betri er tað fyri okkum, tá so nógvir av okkara spæla á kunstgrasi vanligt, sigur Jógvan Martin Olsen.
– Eg trúgvi ikki, at hinir verða so ávirkaðir av vøllinum, tí venjingarvallirnir hjá teimum eru ofta nokkso óslættir, vísir Jógvan Martin Olsen á.
Millum 10 tey bestu
Ukreina sum vit møta leygardagin, telist sambært styrkilistanum hjá millum tíggju tey bestu londini í heiminum, sambært styrkilistanum hjá FIFA. Hvørjum kunnu vit rokna við?
– Tað er ringt at siga. Vit møta Ukreina, sum er eitt av teimum heilt góðu liðunum á verðinsplan. Tað er eitt lið, sum ikki hevur teir stóru útsvingningarnar og spæla næstan maskinfótbólt, sigur Jógvan Martin Olsen, ið lýsir Ukreina sum eitt lið, sum disiplinerað, tekniskt væl fyri, hart arbeiðandi og fysiskt sterkt .
– So tað verður ikki ein lættur dystur, metir Jógvan Martin Olsen.
Súni, Jón Rói og Andrew
Sambært landsliðsvenjaranum er fortreytin fyri einum góðum úrsliti, at vit standa væl á vøllinum og berjast fyri sakini, tá vøllurin ikki leggur upp til fótbóltsspæl. Til hesa uppgávu sær landsliðið nakað væl sterkari út, enn tað hevur gjørt í langa tíð.
– Har eru onkur ivamál, men vit hava Súna, Jón Róa og Andrew aftur. Teir vóru als ikki aktuellir til nakran dyst í fjør, men eru nú við aftur við teirra royndum og rutinu, sum eg vóni kann geva liðnum nakað, sigur landsliðsvenjarin og viðgongur, at hansara uppgáva er hugaligari nú enn hon hevur verið í longri tíð.