Barcelona bara best

Barcelona staðfesti leygarkvøldið, at teir eru heimsins besta fótbóltslið – møguliga nakrantíð. Lionel Messi staðfesti leygarkvøldið, at hann er heimsins besti fótbóltsspælari – møguliga nakrantíð. Sosialurin var á Wembley til framførsluna hjá gandakallunum úr Barcelona, sum vunnu 3-1 á Manchester United og harvið vunnu sítt fjórða Champions League heiti

Wembley, London

Seinasti Barcelona leikarin fer av vøllinum við stóra steypinum í hond­unum. Annar endin av Wembley er fullur av fegnum Barce­lona viðhaldsfólkum, sum syngja, dansa og fagna einari fram­førslu ólíkari nakrari aðrari sæð á altjóða fótbóltspallinum í mansminni. Í hinum endanum av Wembley er meir enn hálvtómt. Tey, ið standa eftir, standa bara og stara út í tóman heim og trúgva ikki lítlu gandakallinum, sum hava undirhildið seinastu tveir tímarnir á vøllinum. Hvussu gjørdu teir? Høvdu teir lím á skónum, vóru teir kanska 12, ella var alt hetta bara ein óndur dreymur? Nei, hetta var bara FC Barcelona anno 2011 – heimsinsbesta fótbóltslið við trimum av heimsins bestu fótbólts­spælarum.

»I will buy ticket«
Tað leygarmorgun og tað eru 10 tímar til finalan byrjar. Á Heathrow Airport gongur alt sína dagligu gongd. Fimm dagar forsøgnin var ikki blíð og lovaði regn, men starvs­felagirnir hjá Peturi Skeel í London lovaðu betur veður so hvørt sum tíðin nærkaðist fráferðini til OL býin. Fyrsta tekin um at London er karmur um Champions League finaluna kemur tá gingið verður út gjøgnum úthurðina til komu­høllina á flogvøllinum. Millum barna­familjur, ið bíðað eftir at babba skal koma heim, standa tveir mans við hvørsínum skelti.
»I will buy tickets«
Báðir standa teir í Manchester United jakkum og vóna at onkur hevur eitt atgongumerki til sølu, so teir kunnu sleppa at uppliva Champions League finalua millum tvey tey bestu liðini í heiminum í løtuni. Við eygum, ið kundu siti á hundahvølpi, tykjast teir biðja fyri lívinum so hvørt sum fólk ganga framvið. Tann eini segði seg vilja gjalda 5000,- krónur fyri eitt atgongumerki. Hvar hesin maðurin sá Champions League finaluna er óvist.

»UEFA guests«
Stutt frá komuhøllini standa fólk frá UEFA og leiðbeina fólk, um­framt at møguleiki er at blíva av­myndaður við eini bakgrund, ið sigur; »UEFA guests«. Fyrst gongur leiðin í býin og framvegis er lítið at síggja til tey heilt nógvu viðhaldsfólkini. Onkur Barcelona og Manchester United troyggja er at hóma, men øll tosa um finaluna. Tænarar, barrvørar og handilsfólk fáa spurningin, men hóast finalan er í Onglandi, so vil meirilutin hava Barcelona at vinna. Og næstan hvørja ferð kemur navnið – Lionel Messi – á tunguna saman við einum tummil upp og einum smíli.

Ferðin til Wembley Park
Góðar fýra tímar fyri dystarbyrjan byrjar ferðin til Wembley Park. Ferðin byrjar úr King’s Cross undir­grundsstøðini og nú gerast Barcelona viðhaldsfólkini alsamt meiri sjónlig. Øll eru tey ílatin Barcelona troyggju, hálsturriklæði og við flaggi í hond. Eftir tvey stopp verður skift á Westminister støðini og nú er ongin ivi. Champions League finalan er í London í kvøld. Men tað er ein markantur meiriluti av Barcelona viðhaldsfólki. Í tok­inum til Wembley Park er gott lív í, sjálvt um tað er sum sild í tunnu. Barcelona og Manchester United viðhaldsfólk standa hvørt um annað. Fyrstir at tríva í ein sang eru sponsku gestirnir og stutt eftir fylgja undirmannaðu ong­lendingarnir við. Onkur spanióli klárar seg nøkunlunda á enskum, meðan tað er straks verri umvent. Samtalurnar blíva tí til nakað, sum kundi komið úr einum filmi við Arnold Schwarzenegger, Dolph Lundgren og Mr Bean.
»Messi two«, sigur ein. »No no, Wayne Rooney«, svarar hin aftur. Fingrarnir verður nýttir sum telji amboð so boðskapurin kemur fram, men felags fyri allan toktúrin og allar samtalurnar er vinarligi tónin millum viðhaldsfólkini. Ikki eitt ilt orð um hvønn annan, men verri er fyri Liverpool, Real Madrid og José Mourinho, sum fáa toyggi í argandi og til tíðum ógvusligum sangum.

Wembley, eitt fótbóltsmekka
Eftir ein lítlan tíma sum sild í tunnu, sigur ein blíð rødd úr hoytalarinum, at næsta stopp er Wembley Park og viðhaldsfólkini jubla. Handan nakrar runnar og ein gamlan fram­leiðslubyggning hómast eitt stórt byggningsverk. Fyrst kemur nakað sum minnur um ein hvíta ælaboga undan og síðani sjálvt Wembley. Leikvøllurin har Ongland vann HM í 1966, Manchester United vann Champions League(Tá Europa Cup) í 1968 og Barcelona í 1992 somuleiðis vann sítt fyrsta heitið sum besta liðið í Evropa.
Tokið steðgar á Wembley Park støðini og viðhaldsfólkini fara syngj­andi úr tokinum og lagið er framvegis gott. Tað eru tríggir tímar til Viktor Kassai bríkslar fyri fyrstu ferð og sjónin yvir Wembley Way frá toppinum av Wembley Park støðini vísur greitt, at Barcelona viðhaldsfólkini eru meiri sjónlig og gera meiri um seg. Fleiri av teimum hava eisini gravað gamlar troyggjur fram. Í 1992 skoraði hollendski mið­verjin, Ronald Koeman, einsamalla málið í Champions League finaluni á Wembley fyri Barcelona móti Sampdoria. Tað hava Barcelona við­haldsfólkini ikki gloymt og navnið hjá honum er at síggja á rygginum hjá fleiri.
Veðrið hevur hildið sær allan dagin, men nú er regn og fólk leita sær inn í matstovur og barrir, ið eru stutt uttanfyri Wembley økið. Tíbetur gongur hetta skjótt yvir og fólk koma aftur á gøturnar.

Wembley Way
Vegurin til Wembley eitur einki minni enn Wembley Way. Tað er gongugøtan í leiður áskoðararnar til stóra og nýggja leikvøllin. Tað er í løtum trongt, men aftur her er greitt, at øll eru komin fyri at síggja fótbólt og stuðla sínum liðið og ikki at skapa nakrar trupulleikar. Hvørki øl ella brennivín verður selt á økinum kring Wembley og tí síggjast fleiri viðhaldsfólk ganga við svørtum posum og eini dósa øl í hondini. Wembley er fyri kort­um bygt upp á nýggjum og tað sæst bæði á byggninginum og um­støðunum rundan um. Tað er nógv pláss og tað er lætt at finna røttu inngongdina. Á atgongumerkinum stendur Blok B 119, row 36, seat 234.

Barcelona bara best
Fyrstir á vøllin at hita upp eru Man­chester United leikararnir og á fyrsta sinni vaknar fjøldi á Wembley, hóast tað ikki er meir enn hálv­fult. Løtu seinni kemur lív í Barcelona fjøldina, tá Lionel Messi og hini Barcelona leikararnir koma á vøllin. Undan dystarbyrjan framføra fimleikarar og onnur eitt lítið show, ið setur sín dám á stemningin. Løtu seinni koma leikar­arnir á vøllin og klárt er til Champions League finaluna 2011.
Fyrstu løtuna av dystin leggur Manchester United eitt høgt trýst á Barcelona, sum tykjast fjáltur­stungnir og fáa als ikki eyðkenda spælið at hanga saman. Einar tvær ferðir er Manchester United um at leggja seg á odda og líkt er til, at Sir Alex Ferguson enn eina ferð hevur hálað eina kanin úr hattinum.
Tá dysturin er tíggju minutt­ir gamal trínur tó veruligi ganda­kallurin á pallin. Hann er lítil av vøkstri við síðum hári og sær út sum ein smádrongur. Men við eitt framførur gandakallurin úr Argentina eitt av sínum kynstrum. Matadorurin verður fagnaður av spaniólinum og brádliga kemur vend í. Barcelona, við Lionel Messi, Xavi og Andrés Iniesta á odda, tekur yvir og er nú leikliga oman á. Tað er bara ein spurningur um tíð, so kemur fyrsta málið. Xavi finnur ein leysan Pedro og so er Barcelona á odda.

Tann hvíti Pelé
Tað syngja Manchester United viðhaldsfólkini um Wayne Rooney. Tað var ikki nógv Pelé yvir Wayne Rooney leygarkvøldið, men 10 minuttir fyri hálvleik vísur hann somuleiðis kynstur á høgum stigi. Eftir gott samanspæl við Ryan Giggs kemur Wayne Rooney at standa væl fyri og skorar. Onkur vil verða við, at talan var um rang­støðu, men líkamikið hvat, so var málið á eins høgum stigi sum málini í hinum endanum.
Manchester United hevur fingið eina vón í einum vónleysum dysti og tað eru bara 45 minuttir eftir til málstrikuna í Champions League stríðnum. Lagið millum áskoðararnar frá norðuronglandi er gott í hálvleikinum og álitið er sett á Sir Alex Ferguson. Vinnur hann dystin í dag, so er hann ein av bara tveimum, ið hava vunnið kappingina fyri meistaralið tríggjar ferðir. Hin er Bob Paisley.

»Messi er essið«
»Magical Messi« skriva tey í Onglandi, »Miraklet Messi« skriva tey í Danmark. Føroyska stað­fest­ingin má verða(við vágadialekt) at »Messi er essið«. Allan dystin ígjøgnum gekk hann og hugnaði sær á vøllinum og trillaði bóltin millum beinini á monnum sum Nemanja Vidic. Tá seinni hálvleikur er tíggju minuttir gamal staðfestur Lionel Messi, at hann er millum teir størstu, ið nakrantíð hava verið á einum fótbóltvølli. Hóast fótbólts­heimurin hevur sæð nógvar framúr fótbóltsspælarar, so er tað ongin, ið hevur megnað at blanda seg seg upp í stríðið millum Pelé og Diego Maradona, sum heimsinsbestu nakrantíð. Menn sum Alfredo Di Stefano, Johan Cruyff og Zinedine Zidane, umframt fleiri aðrir, sleppa ikki upp í part, men í framtíðini verður spurningurin helst;
Hvør er heimsinsbesti fótbólts­leikari nakrantíð, Pelé, Maradona ella Messi?
Verjan hjá Manchester United tøvir og essið hjá Barcelona smekkar til. Fyri fyrstu ferð í ár sær Manchester United málverjin, Edwin van der Sar, út sum ein 40-ára gamal maður og kundi helst havt tikið skotið var hann nøkur ár yngri.
Í eini roynd at hótta Barcelona skiftir Sir Alex portugisiska Nani inn. Hansara fyrsta aktión í dystinum er ein tvídystur móti Lionel Messi. Aftur vísur Messi hví hann er heimsinsbesti og bólturin endaði hjá David Villa, sum við góðum skoti endaliga sendur Champions League steypið til Barcelona á fjórða sinni.

Dream Team 2.partur
Tá Barcelona fyri 19 árum síðani vann Champions League á sama leikvølli, var tað við tí sokallaða Dream Team, ið taldi menn sum Ronald Koeman, Michael Laudrup, Hristo Stoichkov og Romario. Leygardagin vann Barcelona aftur Champions League á Wembley og hesa ferð við einum nýggjum Dream Team, ið fer at standa eftir sum eitt av teimum minniligastu liðnum nakrantíð. Ongantíð fer heimurin at gloyma Barcelona liðið við Xavi, Andres Iniesta og Lionel Messi. Liðið fer í søguna saman við fyrra Dream Team liðnum hjá Barcelona, Real Madrid liðnum, sum í seinnu hálvu av 50’inum vann fleiri Champions League heiti við Alfredo Di Stefano, AC Milan liðnum hjá Arrigo Sacchi og øðrum.

Hattin av fyri Barcelona
Lagið er gott millum Barcelona við­haldsfólkini og tað er ball á Wembley Way. José Mourinho royndi at dálka avrikini hjá Barce­lona sum mesta, tá hansara Real Madrid og Barcelona fýra ferðir upp á tríggjar vikur brustu saman. Á einum tíðindafundi kom hann við eini talu, sum síðani hevur fingið heitið; “?Por Que?”(Hví?). Har hann remsaði upp nøvnini á dóm­arum, sum hann metti høvdu dømt til fyrimuns fyri Barcelona. Eftir sigurin leygarkvøldið rópu fleiri Barcelona fjepparar;
Por Que!? Por Que!?
Ein heilsan til José Mourinho. Fleiri staðni sást eisini Manchester United viðhaldsfólk fara yvir til Barcelona viðhaldsfólk og ynskja teimum til lukku við sigrinum. At síggja til, so viðurkendu øll Manchester United viðhaldsfólkini at Barcelona bara er betri.
Eftir ein langan dag gekk leið­in á gistingarhúsið, sum lá ein góðan hálvan tíma frá Wembley í hýrivogni. Komin á gistingarhúsið vísur tað seg, at Barcelona undan finaluni í 1992 gisti á sama stað. Eisini plagar Manchester United at gista á sama gistingarhúsi tá teir eru í London, men vegna fleiri brúdleyp, so var ikki pláss fyri Man­chester United leikarunum á hesum sinni.

Tvey tey bestu
Barcelona og Manchester United eru tvey tey bestu liðini í heiminum. Tey skúgvaðu alla mótstøðu til viks á veg til Wembley. Sir Alex Ferguson hevur fingið væl burtur úr liðnum hjá sær í ár, men staðfestingin er púra greið. Barcelona er bara so nógv best í øllum heiminum og kunnu av røttu kalla seg Champions League vinnari 2011. Lionel Messi hevði undan hesum kappingarárinum ikki skorað móti José Mourinho og heldur ikki á enskari grund. Hann skoraði í hálvfinaluni móti Real Madrid, og leygarkvøldið skoraði hann á enskari grund í Champions League finaluni móti Manchester United – Lionel Messi, heimsins besti nakrantíð?