møguleiki at hava fleiri tílíkar serlæknar á hvørjum einstøkum sjúkrahúsi. Tí er gott, at til ber at samarbeiða tøknifrøðiliga, so at hesin serkunnleikin og royndirnar ikki bara koma einum sjúkrahúsi, og fólkinum [...] fólki. ? Tað er sera gott, at til ber at fáa eitt tílíkt samarbeiði at virka. Sum suðuroyingur kenni eg hetta sum ein stóran tryggleika og eitt stórt framstig bæði fyri okkum her í oynni, og teimum, sum [...] landinum - og ikki bara miðstaðarøkið - nú hava so at siga sama tryggleika. Jóannes vísir á, at í dag eru nógv fleiri serlæknar, enn tað vóru áður. Teir fáa sær serkunnleika innan ávís øki, og tað eru hvørki
Ministeriet at finna eini nýggj høli. Tað var lættari sagt enn gjørt, tí støðan var sum nú ? so gott sum einki var at fáa. Við vælvild frá KFUK og KFUM fingu vit eini hølu í Brekkugøtu, og harvið loyst [...] øllum ríkinum ? eisini úr Føroyum og Grønlandi. Umvegis eitt ynski úr Føroyum, føroysku Fólkatings limirnar og Sosial Ministeriet, kom Ditlev at frætta um, at ætlanin var at skipa undirvísing fyri deyvum í [...] atløgu um at fara til Føroya fyri at kanna tørvin. Seinni fyri at seta á stovn og leiða fyrsti skúlan av sínum slag í Føroyum. Skúlagongdin byrjaði í hølunum hjá V.B.V. í Havn, har Studentaskúli og Tekniskur
fyri, tí brádliga fór bankin at verða so avbera tekur at veita virkinum kreditt til fiskakeyp og trygd fyri tí, teir keyptu, at tað bleiv vónleyst at halda fram. Hann sigur, at samstundis fingu tey gylt lyfti [...] Miðvági skuldu verða upsavirkið. ? Upsin er dýrur at arbeiða, men bíligur at selja. Hann heldur, at tað er nógv fyri at siga tað, men fyri vágafólk hevði tað verið ein stórur fyrimunur, um virkið varð farið [...] mær at verða trúgvur ímóti mínum arbeiðsplássi, hóast eg haldi meg hava rætt at vera ónøgdur. So tað fari eg ikki at gera viðmerkingar til. Men hann heldur í hvussu so er tað, at virkið í Miðvági hevur
av Atlantic Giant, og hann var eitt sindur ovfarin av úrslitinum. ? Eg hevði ikki roknað við, at tað fór at ganga so væl hjá mær. Allar kappingarnar eydnaðust væl, og eg kenni á mær, at eg havi ongantíð [...] væl fyri, sigur Regin Vágadal. ? Tað var stórt spell, at so nógvir skaðar vóru í kappingini, men eg hevði alla tíðina roknað við, at Janne Virtannen fór at verða drúgvur, og soleiðis var eisini. Sera væl [...] hevur vant nógv seinastu mánaðirnar, og hann er sera væl fyri. ? Eg havi ongar skaðar at stríðast við í løtuni, og eg eri annars í toppform, so tað er hugaligt at fara at fyrireika seg til kappingina um heimsins
mundið sum tað gjørdist greitt, at árið 1997 var serstakliga vánaligt. Roknskapurin vísti eitt hall uppá uml. 5 mió. krónur og tað tyktist tí, at tað var fyri at dekka henda miss innaftur, at avgjørt var [...] Nøgdin í tonsum, sum fer úr Føroyum fyllir ikki skipini og tí roynir Skipafelagið at útvega sær farm á annan hátt. Ein máti at gera hetta uppá er, at fáa útlendsk skip at koma til Føroya at umskipa veiðina [...] farmin á Føroyaleiðini og tann kappingin koyrir enn. Hvør fer at vinna ta kappingina, ella um nakar vinnari verður yvirhøvur, er ilt at siga, men tað er greitt frammanundan, at Eimskip endar ikki sínar
sjóverjutyrlan. ? Tað var ræðuligt fyri flogskipararnar at sita og bíða í tveir tímar og ikki føla seg verða tiknar við í bjargingararbeiðið, sigur Hans Erik Jakobsen, tyrluskipari hjá Atlantsflogi og leiðari fyri [...] kunnaður um støðuna allatíðina. ? Tað er ein sera stór og krevjandi uppgáva at fara út at bjarga neyðstøddum í ringum veðrið, og hóast flogskipararnir høvdu gjørt seg til reiðar og høvdu fyrireikað seg mentalt [...] longri á flogi, og hon er sera væl útgjørd. ? Vit hava eina av heimsins best útgjørdu tyrlum til júst slíka bjarging, og tí er tað ein stórur trupulleiki, at tyrlan ikki varð send avstað at hjálpa beinanvegin
bangin fyri, at hetta fer at gera klassamunin uppaftur størri. Vit fara at fáa ymsar klassar av eldri. Tey, sum hava havt ráð at spara upp sjálvi, og tey, sum ikki hava tað. Tey seinnu koma at fáa eina pensjón [...] g, tí tað er tað talan er um. Tað eru jú verri enn so øll, sum hava ráð til tað. Hvat við teimum, sum hava eina inntøku millum 100 og 150 túsund krónur. Tey hava ikki ráð at gjalda millum 15 og 20 túsund [...] rin sleppur at gera akkurát sum hann vil. Teir hava tosað um fólkatrygging í fleiri ár, og nú sær tað út til at fara at eydnast. Samhaldsfasta prinsippið verður avsagt á henda hátt, og tað merkir í ve
Peary II og eg hava valt at steðgað í Føroyum, og Anders og Frederik eru nú, meðan eg skrivi, umborð á Olgu á veg til Íslands. Søgan aftan fyri hendan støðgin er long og fløkt, og eg veit, at tað er ov tíðliga [...] greiddi eg róliga og skjótt frá míni avgerð at fara av bátinum fyri hesa ferð. Eg segði, at eg varð verandi eftir í Føroyum og vónaði, at teir gjørdu sum eg. Eg segði eisini, at eg visti, at tað fóru teir ikki [...] veðrið kom. Nógv var fingið á skafti, og leygarkvøldið fór eg til Klaksvíkar, har eg ætlaði mær at steðga ein dag. Eg visti, at tað kundi væl verða, at vit vórðu noyddir at fara knappliga, men eg vildi vitja
landsvegnum. ? Vit hegna fyri at halda seyðinum úti, og tað skaðar ikki, at skúlanæmingarnir sleppa at taka lut í hesum arbeiði, sigur hann. ? Tað er bara gott at tey duga at halda í einum hamara áðrenn [...] Tað eru so nógv okkara, sum hava roynt tað í summarfrítíðini. Tað, at »arbeiða í vegnum« ella at arbeiða hjá landinum. Og tað mundi ikki verða so galið hóast alt, tí somu fólk vendu aftur ár undan ári [...] hevi bæði er, at tey kosta pengar og tí er ikki so galið, at hava summarfrítíðarstarv »hjá landinum«. ? Tað sleppur at bíða Men hvat havast tey so at takast við, tey ungu, sum eru so heppin at fáa summar
avgjørt er, at eitthvørt skal gerast, so verður tað gjørt, og uttan hóvasták. Í hesum sambandi heldur hon, at vit hava nógv at læra frá teimum eldru. Leiðarin í Tilhaldinum sigur, at júst tað, at tey eldru [...] tey ynskja at gera, og tá hon hevur tikið undir við hugskotinum, verður farið til verka. Tað verður einki tosað um, at ein ikki hevur tíð, ella at tað er ov strævi at fara undir ávísa verkætlan. Nei, tá [...] hjúkla um flyglið. Hon er komin so langt við at vaska tað innan, at ikki gongur long tíð, áðrenn vakrir tónar fara at floyma úr tí og út yvir áhoyrararnar í fjálgu og hugnaligu uppihaldsstovuni í pensjónist