? Tað var lættari enn vænta

Regin Vágadal var næstan ovfarin av, hvussu væl kappingin á ólavsøku eydnaðist hjá honum

 

Regin Vágadal var tryggur vinnari av Atlantic Giant, og hann var eitt sindur ovfarin av úrslitinum.

? Eg hevði ikki roknað við, at tað fór at ganga so væl hjá mær. Allar kappingarnar eydnaðust væl, og eg kenni á mær, at eg havi ongantíð áður verið so væl fyri, sigur Regin Vágadal.

? Tað var stórt spell, at so nógvir skaðar vóru í kappingini, men eg hevði alla tíðina roknað við, at Janne Virtannen fór at verða drúgvur, og soleiðis var eisini.


Sera væl fyri

Regin Vágadal hevur vant nógv seinastu mánaðirnar, og hann er sera væl fyri.

? Eg havi ongar skaðar at stríðast við í løtuni, og eg eri annars í toppform, so tað er hugaligt at fara at fyrireika seg til kappingina um heimsins sterkasta mann, sigur hann.

Hendan kappingin verður hildin í Zambia í september mánaði, og tá Regin júst hevur vunnið kapping móti heimsins sterkasta, er tað ikki óhugsandi, at hann kann fara at gera vart við seg í hesi kapping.

Regin vil tó ikki spáa um úrslitið, men hann staðfestir bara, at hann er væl fyri.

? Skalt tú koma langt í kappingini um at gerast Heimsins sterkasti, so skalt tú klára teg væl í øllum kappingunum. Tað er ikki pláss fyri at kiksa í nakrari kapping, tí so rýkur tú út, sigur hann.