? Teir vistu, at vit komu ikki við, eins og vit vistu, at teir hildu fram

- Eg havi víst frá mær tryggleika og sunn metingarevni fyri at rættvísagera eina tráan eftir ævintýri - ein lívstíl sum er vorðin sum rúsevni fyri meg. Tíðin er komin til eina broyting

Joel Cole

Klaksvík, Føroyar


Innleiðing

Í mannalyndinum er eitt annað slag av djóri. Hetta djórið, ólíkt øðrum, vísir vanligum skynsemi frá sær og handlar av knappligum hugi, loynivitsku, og blindari eltan av adrenalini. Eg havi verið eitt av hesum djórum. Eg havi livað hugfangaður av spontaniteti, bráðræsni og ovfarakæti. Eg havi víst frá mær tryggleika og sunn metingarevni fyri at rættvísagera eina tráan eftir ævintýri - ein lívstíl sum er vorðin sum rúsevni fyri meg. Tíðin er komin til eina broyting.

Tvær vikur eru gingnar síðani vit komu til Føroyar. Hesa tíðina er manningin umborð á The Polar Passage Year 2000 ferðini farin ígjøgnum eina ómetaliga broyting.

Ferðin, soleiðis sum hon varð ímyndað frá byrjan, er endað. Robert Peary II og eg hava valt at steðgað í Føroyum, og Anders og Frederik eru nú, meðan eg skrivi, umborð á Olgu á veg til Íslands.

Søgan aftan fyri hendan støðgin er long og fløkt, og eg veit, at tað er ov tíðliga at gera rætt og skjal við tann veruleika. Men ynskið um nágreiniliga at festa niður hendingarnar seinastu 14 dagarnar, hevur tvingað meg at seta meg niður og skriva.


Fyrireiking

til flogferðina

Vit gjørdu okkum lidnar við at umvæla skadda bátin eftir ongari tíð. Ein serfrøðingur kom úr Svøríki at hjálpa okkum við arbeiðinum. Vit gjørdu restina við hjálp frá fólki á AWI Boats.

Vit arbeiddu miðvíst og skjótt á bátaverksmiðjuni. Eg legði til merkis, at vit arbeiddu við eini ferð sum ongantíð áður. Eg roknaði við, at vit allir vóru greiðir yvir, at siglingartíðin var við at renna út og vit máttu skunda okkum til Grønlands, áðrenn tað ringa veðrið kom.

Nógv var fingið á skafti, og leygarkvøldið fór eg til Klaksvíkar, har eg ætlaði mær at steðga ein dag. Eg visti, at tað kundi væl verða, at vit vórðu noyddir at fara knappliga, men eg vildi vitja býin, har eg hevði verið sum skiftisnæmingur fyri 14 árum síðani. Eg vildi síggja mína familju og vinir og greiða teimum frá ferðini. Tað var ein skilagóð avgerð.

Eg fekk ikki bert møguleika fyri at vitja vinir, men eg slapp eisini at leggja oyra til ymiskar meiningar um ferðina og trupulleikar, sum vóru knýttir at henni. Eg fall inn í føroyska samfelagið í Klaksvík sum tá ið tú dettur á bláman, lurtaði eftir sjómonnum og gomlum fólki og mammum, sum fólkaliga søgdu sínar tankar. Um tað var við orðum ella tonkum, tað gjørdi ikki mun - eg skilti tað, sum tey søgdu.

Vit fingu bátin til Havnar sunnukvøldið, fingu útgerðina til høldar, og gjørdu ætlanir fyri ferðina. Meðan eg var í Klaksvík, hevði eg reikað fyri at vit sigldu hagar eftir, at vit høvdu pakkað bátin. Fólk í Klaksvík vildu síggja Olgu og biðja okkum farvæl áðrenn vit fóru til Íslands. Klaksvík hevði givið okkum ta einastu almennu innbjóðingina fyri at vitja og hevði veitt einasta møguliga sponsorin. Eg kendi á mær, at eg hevði eina skyldu til at føra bátin og manningina hagar fyri at vísa okkara takksemi. Men Klaksvíkin mátti av skránni. Ikki tykkum at siga, eg var vónbrotin.

Vit gjørdu av at fara seint seinnapartin týsdagin og fyrireikaðu okkum til hesa avgerð. Føroyska oljufelagið Shell steig fram við eini sponsoravtalu, um bæði gjørdi okkum bilsnar og glaðar. Regin frá Shell strídist hart fyri at útvega okkum alla oljuna til tíðina. Eg kundi lesa á honum, at hann helt okkara ævintýr vera bæði ábyrgdarleyst og spennandi.

Familja mín kom oman á kajina. Nógvir vinir komu at siga farvæl. Kajin var fylt við fólki meðan vit spentu fast síðsta viðførið, fyltu íløtini við bensini, og søgdu farvæl. Tað var ein frálík fráferð. Vit vóru róligir umborð, álvarsamir, sjálvt spakførir. Vanligi villi og djarvi atburður okkara var loystur av við hóvligari og avgjørdari framferð. Okkurt var í luftini rundan um okkum, sum var ikki til at kenna aftur. Tað ræddi meg eitt sindur. Eg var ófyrireikaður til hesa broyting.

Vit sigldu skjótt um Streymoynna og fóru fram við vesturstrondini á hesi størstu oynni í Føroyum. Vit steðgaðu á í Syðradali, ótu, og veitraðu farvæl til familju mína, sum hevði koyrt allan vegin frá kajini í Havn fyri at siga farvæl. Eftir eina skjóta rundsigling í sjónum, settu vit ferðina upp, gjøgnum Koltursfjørð, suður um til Mykinesar, og út á opna havið.

Vit sigldu nógvar tímar. Vit sigldu framvið einum skipi, sum vit seinni funnu út av var ein føroyskur trolari. Vit sóu teir ikki í myrkrinum, so vit sigldu eitt sindur burtur frá, og 15 míl seinni fyltu vit bensin á. Meðan vit fyltu bensin á, spurdi Anders meg, hvussu nógvar kilometrar vit høvdu siglt. Eg roknaði út og segði honum. Andlit hansara gjørdist kalt og hart, og eg sá hansara trupulleika-loysandi andlit arbeiða við tann spentan ál. Hvat hugsaði hann, spurdi eg meg sjálvan.

- Eg veit ikki, um vit hava nóg mikið av olju til at koma til Íslands, segði hann róliga nakrar minuttir seinni. Eg helt, hann gjørdi gjøldur. Men tað gjørdi hann ikki.


Frágreiðing

Báturin var í minsta lagi 350 pund tyngri eftir, at hann hevði fingið glasfipur á. Nýggja yvirflatan var heldur ikki so sløtt sum tann upprunaliga, sum var sum silki. Og meðan eg var í Klaksvík, høvdu teir skift skrúvurnar út. Tey nýggju vóru 19 tummar mótvegs teim gomlu sum vóru 15 tummar. Hesi broyttu viðurskifti gjørdu, at maskinan brúkti umleið ein triðing so nógv bensin sum áðrenn. Vit vóru komnir nærum hálva leið til Íslands, men vit høvdu ov lítið av bensini til at røkka allan teinin. Seinni funnu vit út av, at báturin framvegis lak. Tvídráttur var komin umborð.

Eg føldi, at búkurin spenti og ringdi seg. Tað var bølamyrkt. Vit sóu ikki aldurnar, sum skvatlaðu við síðuna av bátinum. Einasta, sum lýsti á spøkilsiskendu andlit okkara, var ein lítil lampa aftast í bátinum. Robert legði seg niður framman í bátinum, fingrar hansara fluttu seg sum roknaði hann út, hvussu nógv var eftir av bensini og hvussu langt var eftir at sigla til Íslands. Anders stríddist ímóti máttloysi og ørkymlan. Eg sá, at hann var móður og at hann arbeiddi harðari enn vanligt fyri at loysa henda nýggja trupulleika. Eitt hugskot var at fara í yvirlivilsisdrakt, ífestur eina línu og so niður fyri at festa smáu skrúvurnar á. Mær dámdi ikki hetta hugskotið. Eg royndi róliga og nágreiniliga at greiða teimum frá, at sjálvt um tað eydnaðist at skifta bløðini út uttan at missa týdningarmiklar partar av skrúvunum, var tað als ikki vist, at vit kundu heinta inn nóg mikið av kilometrum um tíman fyri at vinna tað sum vit høvdu mist aftur.

Annað hugskot var, at vit bert brúktu tann eina motorin fyri at fáa bátin ájavnt við vatnskorpuna. Eg minti allar á, at einasta ferðin vit høvdu brúkt bert tann eina motorin til hetta endamál var, tá ið báturin var nærum tómur og sjógvurin slættur. Avgerð fall kortini um, at hetta skuldi roynast. Tað riggaði ikki.

Triðja hugskotið var at sigla spakuliga við einum motori allan vegin til Íslands, við teirri vón um, at hesin mátin var ikki vandamikil, tí vit høvdu gott veður á leiðini. Aftur máttu vit minna hvønn annan á, at vit ongantíð høvdu kannað, hvussu nógv bensin motorurin brúkti, tá ið vit sigldu á henda hátt, og at tað var væl møguligt, at eini motorurin mátti arbeiða harðari fyri at pressa okkum frameftir enn báðir tveir.

Eg sá, at máttloysi og ørkymlan spældu ein týðandi leiklut meðan vit royndu at loysa allar hesar trupulleikarnar og at taka eina avgerð. Eg setti spurnartekin við mín egna førleika sum tann skipaða trupulleika-loysaran eg var fyri ikki at hugsa um avleiðingarnar av teimum broytingum, sum vit gjørdu á bátinum og við motorarnar.

Vit høvdu allir skyldina fyri støðuna, vit vóru komnir í. Vit høvdu allir ein leiklut í ásýniliga vandanum og miseydnaðu royndini. Stoltleiki, trýst frá sponsorum (bæði munnligt og ikki), og ein ótti fyri at geva skarvin yvir ávirkaði okkara evni at taka eina skilagóða og trygga avgerð.

Blóðið á hvørjum einasta føroyska sjómanni fór ígjøgnum mínar æðrar, tá ið eg minti Anders á, at tað var vert at umhugsa at venda við aftur. Vit høvdu nóg mikið av bensini til at venda við aftur. Í mínum hugaheimi var hesin møguleikin okkara einasti.

Tá kom eg í tankar um trolaran. Vit gjørdu av at seta okkum í samband við hann gjøgnum sendaran og finna út av, um teir høvdu bensin umborð. Hetta var ikki sørt snópisligt, men um tað eydnaðist at fáa bensin frá teimum, var tað ein betri loysn enn at venda við aftur sum av torvheiðum.

Frederik royndi fyrst á donskum og enskum. Einki svar. Eg royndi á føroyskum. Framvegis einki svar. Vit gjørdu av at sigla nærri. Ein roynd stutt frá hesum stóra skipi, og sendarin vaknaði. Ein hørð føroysk rødd við dialekt úr Suðuroy spurdi, hvat vit vildu. Eg greiddi frá støðu okkara og spurdi um teir høvdu bensin umborð. Hesin vinarligi maðurin segði, at hann var nýggjur umborð og mátti senda onkran niður undir fyri at kanna málið. Hann roknaði ikki við, at teir høvdu stórvegis. Hann hevði rætt. 10 litrar. Sum støðan var, var tað nóg mikið til fýra kilometrar.

Hann segði, at aðrir bátar vóru í økinum. Eg bað hann seta seg í samband við teir og spyrja seg fyri viðvíkjandi bensini. Hann fekk ikki samband við teir, eg takkaði fyri royndina, og vit søgdu farvæl. Anders tók róðrið og vit vendu við aftur við kós móti Føroyum.

So skjótt sum vit vóru leysir av trolaranum, setti eg spurnartekin við mín leiklut á ferðini. Fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir dróg eg á bæði. Tað var ikki av ótta, at fór at seta spurnartekin við framtíðina hjá hesi ferð. Tað var ikki tí, at vit ikki høvdu nóg mikið av bensini til at koma til Íslands. Tað var ikki orsakað av skilaleysu ráðleggingini í sambandi við at loysa trupulleikarnar, sum vóru íkomnir. Heldur var tað ein ásannan av øllum trupulleikunum, sum vit høvdu upplivað seinastu tríggjar mánaðirnar umframt umhvørvið í oyggjunum, har eg hevði verið seinastu tvær vikurnar. At eg hevði verið saman við fólki, ið hava fleiri ættarlið aftan fyri seg við stórari virðing fyri havinum, hevði gjørt meg meiri varnan.

Náttúran hevði talað til mín í nógvar vikur. Hon segði mær, at vit máttu seta ferðina niður. Nátturan hevði pikkað á herðarnar á mær, hon vildi hava at vita, hví vit høvdu sovorðnan skund, fyri at rættvísgera ógvusligu ferðina, at vísa henni virðing.

Ístaðin fyri at lurta, vendi eg deyva oyrað til, førkaði eg trupulleikarnar frá mær við nyttugum, amerikonskum máta at loysa trupulleikar uppá, og blindum og hørðum arbeiði. Henda burturvísingin var vandamikil. Og ávirkanin hópaði seg saman. Ikki fyrr enn vit nærkaðust Føroyum gjørdist eg greiður yvir álvarsemi í míni fákunnu. Tað var ikki fyrr enn vit vóru í eini desperatari støðu sum vóru vit strandaðir mitt í sjónum, at eg gjørdist klárur yvir míni mistøk.

Tímarnar tað tók at sigla aftur til Føroyar vóru brúktir til at hugsa um hesi viðurskifti. Og tá ið vit nomu land aftur eftir í øllum góðum at hava siglt framvið harða streyminum við Mykines og Vágar, hevði eg gjørt av við meg sjálvan, at eg skuldi av bátinum. Tá visti eg ikki, at Robert, skiparin umborð, hugsaði júst tað sama.

Vit svølgdu okkara stoltleika og sigldu til Havnar, aftur á staðið higani vit 12 tímar áðrenn høvdu sagt øllum farvæl. Eftir at hava sovið nakrar tímar fór Anders til Runavíkar á AWI Boats við bátinum. Hann fór undir at broyta skrúvuna og finna lekan aftast í bátinum. Eg helt meg fyri meg sjálvan í Havn. Dagin eftir var báturin klárur til fráferð. Anders ringdi og bað okkum allar møta á kajini fyri at tosa um, nær vit skuldu fara.

Eg hitti teir allar á kajini, hjálpti teimum við at binda alt fast umborð, og skjeyt upp, at vit fóru ein stuttan túr frá lítlu mannamúguni, ið var komin saman við bátin. Meðan vit gingu, greiddi eg róliga og skjótt frá míni avgerð at fara av bátinum fyri hesa ferð. Eg segði, at eg varð verandi eftir í Føroyum og vónaði, at teir gjørdu sum eg. Eg segði eisini, at eg visti, at tað fóru teir ikki, og hóast eg ikki var samdur við teir um at halda fram við ferðini, skilti eg hví teir gjørdu ta valið. Eg segði, at eg hevði virðing fyri teirra vali og eg vildi gera alt fyri, at teir komu til Íslands í øllum góðum. Vindurin fór at koma og tíðin gekk.

Robert hevði longu sagt teimum, at hann fór aftur til Danmarkar. Hann hevði nevnt nakrar av somu grundgevingum sum eg hevði ført fram fyri avgerðini at steðga. Tað sum undraði meg var, at Frederik og Anders vóru fyrireikaðir uppá hetta. Hesar tríggjar mánaðirnar vit høvdu verið saman 24 tímar um døgnið høvdu lært okkum at lesa hvønn annan av. Teir vistu, at vit komu ikki við, eins og vit vistu, at teir hildu fram. Íløtini bóru fylt við bensini, vit søgdu hvør øðrum farvæl, tóku um hvønn annan, og teir fóru.

Vit fóru frá hvør øðrum sum góðir vinir og vit hava framveigs stóra virðing fyri hvør øðrum.

Síðani eg sá Anders og Frederik seta kós í Norðuratlandshav, eri eg farin aftur til mína ?heimbygd? í Føroyum. Eg eri komin aftur til Klaksvíkar fyri at slappa av, hugsa, og skriva. Eg havi familju og vinir her - fitt fólk sum stillisliga skilja.

Men í ovurmorgin fari eg saman við nøkrum vinum at fylla mín tóma banka av adrenalini. Sært tú, ein lítil partur av mær vil ikki sleppa ævintýrinum. Ein lítil partur av mær noktar at liva eitt vanligt lív. Ein lítil partur av mær noktar at vera á einum staði. Og í tríggjar mánaðir hevur støðið á mínum adrenalini verið av kortinium, so nú má eg nøkta mín tørv við onkrum tilgjørdum. Sunnudagin fara vit, nakrir vinir og eg, at hoppa frá einum tólv metra høgum kletti út í kalda Norðuratlantshav. Hetta er ein nýggjur siður, sum kemur ístaðin fyri missin av at vera farin av bátinum.

Øll sum kenna meg vita, at eg vil gera Føroyar til mítt heim. Skjótt eru fimtan ár síðani eg forelskaði meg í Føroyum á fyrstan tíð, fólkinum, mentanini, og landinum. Eg havi livað við hesum í bakhøvdinum í so nógv ár. Men nú við avgerð mín at fara av bátinum, veit eg, at eitthvørt sum hevur enn størri týdning er komið inn í lív mítt. Eg veit, at eg loksins eri føroyingur.


Niðurløga

Síðani eg skrivaði greinina, eru Anders og Frederik komnir til Íslands. Eg haldi fram sum tann, ið sigur frá ferðini The Polar Passage 2000 expedition. Dagføringar og myndir verða veitt virknum limum á ferðini og koma sum teldupostur. Tað ber til at frætta nærri um The Polar Passage 2000 expedition á internetinum á hesi adressuni www.altrec.com ella www.polar.ing.dk