Sjúkrahúsverkið og samarbeiðið millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum hevur verið nógv frammi - bæði í tí politiska kjakinum og í fjølmiðlunum. Oftast hevur tað verið lýst meir frá tí negativu síðuni, og umtalan er eisini vorðin hareftir.
Nú umstøðurnar hjá norðoyingum og suðuroyingum er munandi batnað við tí nýggju útgerðini innan hjartavirvakingartøknifrøði (eisini kallað telemedisin) við tað at øll sjúkrahúsini eru samanbundin tøknifrøðiliga, og soleiðis kunnu útnytta kunnleikan hjá hvørjum øðrum, og geva sjúklingunum eina betri og skjótari viðgerð - í øllum førum, tá ið tað ræður um blóðtøpp í hjartanum, og harvið minka um deyðsvandan av hesum, er samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum komið í eitt meir positivt ljós.
Herðaklapp fyri gott samarbeiði
? Sum politikarar hava vit ofta havt at sjúkrahúsunum, men siga ikki nakað positivt, tá ið tað eisini hendir, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
? Í hesum førinum haldi eg veruliga, at øll sjúkrahúsini hava rós uppiborið fyri sera gott arbeiði. Við telemedisini, eru tær geografisku fjarstøðurnar í landinum munandi minkaðar. Kunnleikin verður á hendan hátt útnyttaður á bestan hátt, samstundis sum øll fólk í landinum - og ikki bara miðstaðarøkið - nú hava so at siga sama tryggleika.
Jóannes vísir á, at í dag eru nógv fleiri serlæknar, enn tað vóru áður. Teir fáa sær serkunnleika innan ávís øki, og tað eru hvørki peningur til ella møguleiki at hava fleiri tílíkar serlæknar á hvørjum einstøkum sjúkrahúsi. Tí er gott, at til ber at samarbeiða tøknifrøðiliga, so at hesin serkunnleikin og royndirnar ikki bara koma einum sjúkrahúsi, og fólkinum, sum har búgva, til góðar, men øllum Føroya fólki.
? Tað er sera gott, at til ber at fáa eitt tílíkt samarbeiði at virka. Sum suðuroyingur kenni eg hetta sum ein stóran tryggleika og eitt stórt framstig bæði fyri okkum her í oynni, og teimum, sum búgva í Norðoyggjum. Øll duga kanska ikki at síggja týdningin av hesum beinavegin, men so við og við fáa fólk tað at síggja.
? Sjálvur vil eg geva teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum eitt dygt herðaklapp fyri gott samarbeiði á hesum økinum.
Bøta um heilsustøðuna hjá sjúklinginum
Høgni Joensen, heilsumálastjóri, gleðist eisini um, at tað hevur latið seg gjørt, at samanbinda tey trý sjúkrahúsini tøknifrøðiliga á henda hátt, so til ber at nýta telemedesin.
Høgni vísir tó á, at samstarv millum Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús ikki er nakað nýtt.
? Tað hevur altíð verið samastarv millum tey trý sjúkrahúsini. Sjúkrahúsini eru sera teknisk og tí verður samstarvað og tosað saman innan fleiri ymisk øki. Telemedesin er bara eitt úrslit av hesum samstarvi.
At tað hevur verið tosað um lítið samstarv millum tey trý sjúkrahúsini, kennir Høgni til eisini frá síni tíð á Landssjúkrahúsinum. Men hann heldur kortini ikki, at støðan altíð er rætt lýst. Tað politiska kjakið hevur hann sjálvur ikki blandað seg uppí, men sjúkrahúsini millum hevur altíð verið samstarvað á nógvum ymiskum økjum, sigur hann.
? Tey ymisku fakfólkini á sjúkrahúsunum tosa við fakfólkini á hinum sjúkrahúsunum, hjálpast at og loysa trupulleikarnar á henda hátt. Tey finna sjálvi út hesum samstarvinum.
Høgni vísir á, at tá ið tað arbeiða so nógv ymisk fólk á sjúkrahúsunum, og tað eru so nógvir starvsfólkabólkar, so eru altíð ymiskar meiningar um, hvar samstarvið virkar væl, og hvar tað ikki virkar væl. Sjálvur metir hann, at samstarvið hevur verið gott.
? Aðalmálið í sjúkrahúsverkinum er ikki samstarv í sjálvum sær. Aðalmálið er fyrst og fremst at bøta um heilsustøðuna hjá sjúklinginum, og annars at veita eina so góða heilsutænastu sum møguligt. Fyri at náa hesum málinum er samstarv eitt natúrligt lið.
? 350 milliónir kr. eru at arbeiða við. Roynt verður at nýta henda peningin á ein so skilagóðan hátt sum møguligt, og tað verður sjálvandi gjørt við samstarvi, sigur Høgni Joensen.