Í pensjónistatilhaldinum í Tórsgøtu 21 í Havn er allan dagin nógv virksemi. Opið er hvønn gerandisdag frá klokkan 10 til 17, og nógv eldri fólk vitja alla tíðina. Nøkur koma bert fyri at fáa eitt prát og ein drekkamunn, meðan onnur koma til einhvørt virksemi, ið er á skránni. Nøkur eru eisini, ið koma at seta seg frammanfyri telduni eina løtu, antin tí tey skulu reinskriva eitthvørt ella fyri at hugna sær eina løtu við einum elektróniskum kabali á telduskíggjanum. - Lív er í Tilhaldinum; eingin ivi um tað.
Fjølbroytt virksemi
Eingin orsøk er hjá teim vitjandi at keða seg í Tilhaldinum í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu, tí skráin fyri ymisku dagarnar er altíð fjølbroytt og spennandi. Millum annað er nú upp undir páskirnar møguleiki at gera ymiskt páskaprýði. Onkran dag er fimleikur á skránni, hósdag er møguleiki fyri eitt sinndur av teldupráti saman við Brandi Petersen og týsdag leiðbeinir Sverri Egholm í upplestri frásøguhættum og øðrum líknandi. Eisini verður farið gongutúrar ymsastaðni í náttúruni. Næstan einki er óført, allir áhugabólkar verða røktaðir.
Eftir døgurða mánadag er vanligt at spæla kort ella eitthvørt annað spæl. Sum oftast er sjavsur á skránni, men viðhvørt verður eisini spælt stýrivolt, ið er eitt gamalt kortspæl, ið ikki verður spælt serliga nógv longur.
Týsdag, tá Sverri Egholm leiðbeinir í frásøgu- og upplestrarhættum, er áhugin stórur. Hesin táttur er nýggjur í húsinum. Áðrenn var talan um fólk uttanífrá, ið komu at greiða frá ymiskum, og var hetta somuleiðis sera væl umtók millum tey vitjandi í Tilhaldinum. Men avgjørt varð, heldur at fáa ein fastan tátt við Sverra Egholm, har hann kundi vegleiða teim áhugaðu í, hvussu tey á bestan hátt kunnu bera fram alla sína vitan. Og hetta verður bæði av starvsfólki og brúkarum mett sum eitt sera gott tiltak. ?Tað eru nevniliga nógv av teimum vitjandi, ið vita eina rúgvu frá sínum langa lívi, og tí er gott um tey kunnu læra, hvussu ein á bestan hátt ber hesa vitan fram, sigur Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Íbúðarviðurskiftini hava eisini verið til umrøðu millum pensjónistarnar í Tilhaldinum. Í hesum sambandi høvdu tey vitjan av Eyðuni Anreassen, ið tosaði um bústaðarviðurskifti fyrr og nú, meðan pensjónistarnir sjálvir greiddu frá, hvussu bústaðarviðurskiftini vóru á teimum plássunum, haðani tey komu. Í sambandi við hetta evnið, vitjaði Katrin Dahl eisini í Tilhaldinum, og greiddi hon frá um uppskotið at byggja eldaíbúðir á Skálatrøð.
Fleiri onnur evni eru somuleiðis viðgjørd millum pensjónistarnar í Tórsgøtu. Millum annað hevur Betty Hansen, ið hevur verið ferðaleiðari í Grønlandi, fleiri ferðir verið og víst myndir og greitt frá. M. A. Vinther hevur verið á vitjan, og somuleiðis hevur Marjun Sigurðsdóttir verið og greitt frá um rættindi teirra gomlu. Nunnurnar hava eisini verið á vitjan, somuleiðis sum pensjónistarnir hava verið hjá nunnunum og vitjað.
Hugsskotskassi
Wanja Petersen greiðir frá, at tá Tilhaldið opnaði fyri góðum ári síðani, varð ein hugskotskassi settur upp í ganginum. Í hendan hugskotskassan hava tey vitjandi møguleika at leggja hugskot um, hvat virksemi tey kundu hugsað sær at tykist við í Tilhaldinum. Og tað hevur sanniliga ikki skorta í við hugskotum.
? Tvær tær fyrstu vikurnar eftir at vit lótu upp, bóðu vit tey vitjandi leggja hugskot í kassan, og úrslitið varð, at vit fingu eina rúgvu av hugskotum, sum vit nú arbeiða út frá. So ikki kann sigast, at trot er á hugflogi millum tey eldru, heldur Wanja Petersen.
Flygil
Tilhaldið í Tórsgøtu hevur eftir stuttari tíð vunnið pláss í hjørtunum á eldru íbúgvunum í Havnini. Hetta sæst millum annað á gávunum, ið lætnar eru Tilhaldinum.
Ein tann merkisverdasta gávan, Tilhaldið hevur fingið er helst gamla flyglið hjá Andreasi Restorff, sála. Hetta er eitt sera vakurt flygil, ið prýðir um í hugnaliga salinum í gomlu avgreiðsluni hjá gamla Føroya Banka í Tórsgøtu 21. Sheila Arnskov, ið sjálv tekst eitt sindur við at spæla á klaver, er ein av føstu gestunum í Tilhaldinum. Hon hevur átikið sær at reinsa flyglið, áðrenn tað verður stemmað og síðani tikið í nýtslu. Hon hevur í fleiri dagar hjúkla um flyglið. Hon er komin so langt við at vaska tað innan, at ikki gongur long tíð, áðrenn vakrir tónar fara at floyma úr tí og út yvir áhoyrararnar í fjálgu og hugnaligu uppihaldsstovuni í pensjónistatilhaldinum í Tórsgøtu.
Ætlanin er at fara undir fastan tátt hvønn fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða, nú flyglið verður tikið í nýtslu. Hesar dagar verða tónleikaløtur, har tey eldru sleppa at hugna sær við sangi og tónleiki. Andreas Restorff Jacobsen og Rigmor Restorff, hava játtað at skipa fyri hesum tiltaki. Í fyrstuni er ætlanin at hava felagssang, men Wanja Petersen ætlar sær at miða ímóti at fáa eitt húsakór upp á beinini, tá ein tíð er fráliðin. Hon sigur seg halda tað vera sera týdningarmikið, at byrjað verður í tí smáa, fyri síðani at fáa nakað stórt upp á beinini.
Kortspæl væl umtókt
Mánadag, tá kortspæl er á skránni, er altíð nógv fólk á vitjan í Tilhaldinum. Og tað er eisini tá kortspæl er á skránni, at flest menn vitja í Tilhaldinum.
Annars eru øll gomul handverk væl umtókt. Teimum vitjandi dámar stak væl at tøva, tøltra og bregda, eins og tey eru von við frá teirra ungu døgum. Eisini dámar nøkrum væl at takast við at matgera. Umstøðurnar eru í lagi til alt slíkt virksemi, og tað stendur teimum vitjandi sjálvum í boði, hvat tey takast við. Tí heldur Wanja Petersen, at eitt slíkt Tilhald sum tað í Tórsgøtu er eitt stak gott tilboð at bjóða eldri fólki.
Tíðindabløð
Tilhaldið í Tórsgøtu fær øll tey vanligu tíðindabløðini umframt úlendsk tíðindabløð frá Býarbókasavninum, tá tey eru vorðin eina viku gomul.
Teimum gomlu dámar stak væl at koma í Tilhaldið at lesa bløðini, og serstakliga eru tað menninir, ið koma tíðliga á morgni, tá posturin júst er komin, at lesa ferskastu tíðindini úr teimum føroysku tíðindabløðunum.
Men menninir eru ikki eins óførir at vitja til ávís onnur tiltøk, sum konufólkini. Til dømis vitja ikki serliga nógvir menn, tá tøving er á skránni. Hetta verður mett sum konufólkaarbeiði, og tí halda teir seg burtur. Men Wanja Pertersen sigur, at onnur tiltøk eru, har menn eru óførir at vitja. Til dømis er fimleikur væl umtóktur millum menn.
? Orsøkin til, at ein sær fleiri kvinnur í Tilhaldinum er eisini tann einfalda, at menn ikki gerast eins gamlir og kvinnur. Teir doyggja ella gerast avlamnir langt áðrenn kvinnurnar, og hetta sæst til dømis aftur á vitjanartalinum í Tilhaldinum, sigur Wanja Petersen.
Kvøldsetur og vitjanir
Pensjónistarnir í Tilhaldinum hava fleiri ferðir skipað fyri kvøldsetum og ymiskum vitjanum í Tilhaldinum. Millum annað, hava tey havt vitjan av pensjónistakeiðnum á Føroya Fólkaháskúla saman við einum lesibólki frá Sjónleikarhúsinum.
Einaferð hevur ein fyrsti flokkur frá Studentaskúlanum í Hoydølum verið á vitjan í Tilhaldinum. ? Hetta var ein sera væl eydnað vitjan, sigur Wanja Petersen. Hon greiðir frá, at vitjanin var skipað soleiðis, at studentaskúlanæmingarnir greiddu frá, hvar og hvussu tey búðu og hvaðani tey komu frá. Síðani greiddu tey eldru frá á sama hátt, og eisini varð komið inn á, hvussu útbúgvingin hjá teimum eldru var farin fram. Tá liðugt var at greiða frá, settust yngru og eldru ættarliðini saman at práta, og komu hesi serstakliga væl frá at práta saman, hóast tann stóra aldursmunin, greiðir Wanja Petersen frá. Hon sigur, at ættarliðini bæði hugnaðu sær óført saman.
Men talan er eisini um yngri fólk enn studentaskúlanæmingar, ið vitja í Tilhaldinum. Eisini vitja barnagarðar viðhvørt. Men hesum viðvíkjandi hevur Wanja Petersen ta áskoðan, at barnagarðarnir skulu ringja áðrenn tey koma, so pensjónistarnir eru til reiðar at siga frá onkrum ella okkurt líknandi. ? Tað skal ikki vera soleiðis, at talan er um eitt savn, har møguleiki er at hyggja at gomlum fólki, sigur hon. Wanja vil heldur, at talan skal vera um eitt vanligt samskifti millium ættarliðini.
Í samabandi við vitjanir av barnagarðsbørnum greiðir Wanja frá einari skemtiligari hending. Einaferð Tilhaldið hevði vitjan av einum barnagarði, var tað nevniliga so, at eitt av børnunum fór tískil eina konu við heilt gráðum hári og spurdi hana, um hon livdi fyrr í tíðini. Tá konan svaraði, at tað gjørdi hon, var drongurin skjótur at spyrja hana, um dinosaurar eisini vóru til tá. Men neyvan var konan so gomul. Wanja Petersen heldur, at júst hesin tilburður sýnir okkum, hvussu sambandið er millum smábørn og gomul. Tey smáu eru í dag næstan einki saman við teimum gomlu, og tí hava tey eisini ilt við at ímynda sær, hvussu tey gomlu hava livað.
Nógv vitjað
Tilhaldið í Tórsgøtu lat upp 12. mars 1998, og restina av tí mánaðanum vitjaðu 1.014 fólk í Tilhaldinum. Síðani hevur talið av vitjandi ligið millum 500 og 1.000 í hvørjum mánaða.
Hóast gongið ikki hevur verið nakað serligt í kavaveðrinum í vetur, hevur undirtøkan fyri Tilhaldinum verið betri enn í fjør. Í januar vitjaðu 695 fólk og í februar vitjaðu 838 fólk. Væntandi er, at vitjanartalið fer at nærkast teimum 1.000 í mars.
Tey vitjandi verða skrásett á tann hátt, at tey sjálvi seta eina striku á eitt pappír, ið hongur úti í ganginum, har tey heingja frakkarnar frá sær. Hetta pappírið verður skift út á hvørjum morgni, so fylgjast kann við í, hvussu nógv vitjandi hava verið hvønn einstakan dag.
Sum nú er, verða menn og kvinnur skrásett undir einum, men Wanja Petersen sigur, at hon til stuttleika hevur ætlanir um at skráseta hesi hvørt fyri seg, so síggjast kann, hvussu býtið er millum kynini. Hon sigur seg hava varhuga av, at tá útróðrarlíkindini ikki eru góð ella tá ikki ber til at stákast kring húsini, er talið av vitjandi monnum munandi hægri.
Eldri fólk eru búgvin
Wanja Petersen sigur, at eldri fólk eru so búgvin og hava so nógvar lívsroyndir, at tey balla ikki alt inn eins og vit onnur gera, tá eitthvørt er á vási. Hon sigur, at hetta er nakað, ið bæði børn og gomul hava til felags. Tey siga hvat tey ynskja at gera, og tá hon hevur tikið undir við hugskotinum, verður farið til verka. Tað verður einki tosað um, at ein ikki hevur tíð, ella at tað er ov strævi at fara undir ávísa verkætlan. Nei, tá avgjørt er, at eitthvørt skal gerast, so verður tað gjørt, og uttan hóvasták. Í hesum sambandi heldur hon, at vit hava nógv at læra frá teimum eldru.
Leiðarin í Tilhaldinum sigur, at júst tað, at tey eldru eru so opin, ger tað stuttligt at arbeiða í Tilhaldinum.
Royndarár
Wanja Petersen sigur, at Tilhaldið í Tórsgøtu fyribils varð opnað fyri eitt royndarár. Hetta royndarárið er nú liðugt, og vónar hon, at Tilhaldið framvegis fer at húsast í gamla Føroya Banka. Hon heldur nevniliga, at vit hava skyldu at geva teimum eldru góðar umstøður, og hon leggur afturat, at um tey gomlu hava góðar umstøður, so liva tey longri og betri og hava sjálvdan brúk fyri lækna. ? Hetta er jú eisini bíligari fyri samfelagið enn sjúkraviðgerð, so avgjørt átti meira at verið gjørt fyri tey gomlu, sigur Wanja Petersen at enda.