Havnalagið á Strondum verður økt við 2500 fermetrum

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu samtykti á seinasta fundi, at gerast skal bryggja millum bryggjunar, sum eru í dag á Hulki á Strondum

Sjóvar kommuna skrivar, at bryggjan verður tilsamans 100 metur lang, og økir um havnalagið við umleið 2500 fermetrum

 

Í dag bleiv sáttmáli undirskrivaður við Sp/f Rókin, um at gera bryggjuna.

 

Tað vóru stjórin í Sp/F Rókin, Jákup Martin Kjeld, og borgarstjórin Hans Anders Jacobsen sum skrivaðu undir á kommunuskrivstovuni í morgun. Arbeiði byrjar, so skjótt øll loyvir eru klár, og verður væntandi liðugt í 3. ársfjórðingi í 2026.

 

##med2##

 

##med3##