Í minsta lagi 15 fólk lótu lív, og fleiri enn 300 vórðu bjargað, tá ein ferja sakk við Filipsoyggjarnar.
Tíðindastovan AP veit at siga, at fleiri enn 350 ferðafólk vóru umborð á ferjuni, tá hon fekk trupulleikar og sakk nærindis einari oyggj har suðuri í landinum.
Bjargingartænastan sigur við AP, at 315 fólk eru bjargað, og í minsta lagi 15 eru funnin deyð
Sagt verður, at ferjan, sum bæði var ferðafólka-og farmaskip, sigldi í einari rutu millum nakrar oyggjar í landinum.
- Ferjan var á veg úr havnarbýnum, Zamboangatil til Jolo-oynna, tá hon fekk tekniskar trupulleikar og sakk, upplýsir bjargingartænastan.











