Til politisku flokkarnar, ið tilevna samgonguskjal
Nú politiskir flokkar eru í ferð við at tilevna samgonguskjal, vilja vit minna á nøkur almannamál/pensjónsmál, sum farna samgonga arbeiddi við.
Í samgonguskjalinum hjá fráfarna landsstýri stóð, at eftirløn skal veitast fyritíðarpensjónistum. Áhugabólkur Pensjónista fer við hesum at heita á samgonguflokkarnar at syrgja fyri, at hetta lyfti kemur við í samgonguskjalið og verður hildið í komandi samgonguskeiði.
Seinasta árið hevur Áhugabólkur Pensjónista viðgjørt fleiri pensjónsmál/almannamál saman við løgtingslimum úr fleiri politiskum flokkum umframt við landsstýrismannin í almannamálum og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum.
Mál, ið partarnir hava viðgjørt, eru m.a. at
- Mótrokningin í fólkapensjónini má hækkast úr 69.100 kr. uppí 102.600 kr.
- Mótrokningin í pensjónini eigur at verða stigvíst hækkandi, soleiðis at pensjónistar við lágari inntøku verða linari mótroknaðir enn høgtløntir pensjónistar
- Pensjónirnar eru afturútsigldar og mugu hækkast heilt munandi
- Fyritíðar- og fólkapensjónistar mugu fáa somu krónuupphædd í árligari pensjónshækkan sum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum
- Fátækraraktir fyritíðar- og fólkapensjónistar, eiga at fáa eina eykaviðbót afturat pensjónini. Pensjónistar í vælferðarsamfelagnum Føroyum eiga ikki at liva í fátækradømi.
Hesi mál og aðrir batar til frama fyri korini hjá pensjónistum eiga at verða fingin í rættlag í komandi samgonguskeiði.
Áhugabólkur Pensjónista












