? Teir hava svølgt eitt fylgi av kamelum

Tað sigur Jóannes Eidesgaard um tjóðveldismanningina í samgonguni. ? Áðrenn valið, og fleiri ferðir aftaná valið við, hevur Tjóðveldisflokkurin sagt, at teir taka undir við einum samhaldsføstum samfelag, men teir hava gloymt alt í berum fullveldisrúsi, sigur formaður Javnaðarfloksins

Á tingfundinum hósdagin svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum fyrispurninginum frá Óla Breckmann um hvørjar ætlanir landsstýrið hevði á pensiónsøkinum.

Fyrispurningurin varð svaraður samstundis, sum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at hækka inngjaldið til »samhaldsfasta« skuldi til viðgerðar í tinginum, so tann viðgerðin fall burtur.

Tað, sum kom fram í svarinum frá landsstýrismanninum í heilsu- og almannamálum, hevur av álvara loypt hvøkk á formann Javnaðarfloksins. Jóannes Eidesgaard er skakaður av framferðini hjá samgonguni, og serliga av atburðinum hjá Tjóðveldisflokkinum, sum annars hevur sagt, at hann tekur undir við »samhaldsfasta« og tí solidariska prinsippinum.

? Tjóðveldismenn hava púrasta saðla um í hesum málið, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tað er ein løgin støða at standa í. Fyri umleið fjúrtan døgum søgdu bæði Høgni Hoydal og Anita á Fríðriksmørk, hvør í sínum lagi, at tey taka fult undir við »samhaldsfasta«, men tað er nú ein saga blott, tí í fyrradagin kom fram, at samgongan er samd um at arbeiða víðari við fólkafloksuppskotinum um eina fólkatrygging í staðin.

Munurin á skipanunum er tann, at meðan samhaldsfasti byggir á eitt solidariskt grundarlag, so byggir uppskotið um fólkatrygging á tað beint øvugta. Har skal hvør einstakur syrgja fyri sær sjálvum, so at siga, og tað er hetta sum formaður Javnaðarfloksins er ímóti.

? Tað er púra burturvið, at gera eina skipan, har fólk skulu gjalda 10-15 prosent til eina pensiónstrygging, tí tað er tað talan er um. Tað eru jú verri enn so øll, sum hava ráð til tað. Hvat við teimum, sum hava eina inntøku millum 100 og 150 túsund krónur. Tey hava ikki ráð at gjalda millum 15 og 20 túsund krónur inn til eina pensjónstrygging hvørt ár, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Men tað sum verri er, at tað verður gjørdur klassamunur á fólki. Borgararnir í landinum skulu nú eftir øllum at døma sjálvir tryggjað sín aldurdóm. Teir fáa tað útaftur, sum teir hava goldið inn í skipanina, og harvið er samhaldsfasta grundarlagið í pensjónsskipanini fari fyri bakka, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum er eisini ónøgdur við, at fólkatryggingin eftir øllum at døma skal fíggjast við skattalætta.

? Í okkara eygum er tað bara at gera støðuna uppaftur verri. Tað sigur seg sjálvt, at ein, sum hevur eina inntøku uppá eina hálva millión hevur lættari við at gjalda sín part inn í pensjónspart enn ein arbeiðari við eini lágari løn.


Fullveldið kostar dýrt

Formaðurin í Javnaðarflokkinum er sera ónøgdur við framferðarháttin hjá Tjóðveldisflokkinum í málinum um framtíðar pensjónsviðurskiftini.

? Eg segði í áðni, at teir hava púra hava saðla um. Ja, teir hava snarað 180 stig. Fyri okkum sær tað framhaldandi út sum um, at teir bara hugsa um fullveldið og einki annað, og tað gjalda teir fyri í dýrum dómum.

? Í hesum málið hava teir svølgt kamelar. Ikki bara ein, men eitt heilt fylgi av kamelum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur, at tað er ótrúligt, at ein flokkur kann stara seg so blindan upp á eitt einstakt mál, sum Tjóðveldisflokkurin ger í fullveldismálinum, at hann púra gloymir alt annað rundan um seg.

? Fólkaflokkurin sleppur at gera akkurát sum hann vil. Teir hava tosað um fólkatrygging í fleiri ár, og nú sær tað út til at fara at eydnast. Samhaldsfasta prinsippið verður avsagt á henda hátt, og tað merkir í veruleikanum, at arbeiðsgevararnir, sum hava goldið helmingin av tí, sum er goldið í »samhaldsfasta«, verða frítiknir. Og tað er eftir míni metan júst tað Fólkaflokkurin hevur verið úti upp á alla tíðina, sigur Jóannes Eidesgaard.


Trygdarnetið

ikki nóg gott

Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at hann er greiður yvir, at tað landsstýrið sigur, at landskassin skal tryggja tey allar veikastu í samfelagnum, men hann heldur heilt einfalt ikki, at skipanin verður nóg trygg.

? Eg eri veruliga bangin fyri, at hetta fer at gera klassamunin uppaftur størri. Vit fara at fáa ymsar klassar av eldri. Tey, sum hava havt ráð at spara upp sjálvi, og tey, sum ikki hava tað. Tey seinnu koma at fáa eina pensjón, sum tey allarfægstu kunnu klára seg við.


Broytingar á

breiðum grundarlag

Jóannes Eidesgaard er eisini sera misnøgdur við framferðina hjá samgonguni í hesum málið. Hann heldur, at tað er skeivt, at gera eina pensjónsskipan á so smølum grundarlag.

? Tað er okkara meting, at samgongan átti at havt tikið andstøðuna við í viðgerini av hesum málið, men tað hava teir ikki gjørt. Var ein so ógvuslig broyting gjørd í Danmark, so var andstøðan tikin við í viðgerðina, men samgongan hevur valt at gera alt sjálv, uttan at spyrja okkum eftir og tað eru vit sera ónøgdir við, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.