? Tey arbeiða í vegnum

Fólkaslagið kenst aftur. Um summarið, tá skúlarnir lata aftur, økist talið av teimum fram við vegnum. Tað eru tey, sum arbeiða »hjá landinum« ella »í vegnum«

Tað eru so nógv okkara, sum hava roynt tað í summarfrítíðini. Tað, at »arbeiða í vegnum« ella at arbeiða hjá landinum.

Og tað mundi ikki verða so galið hóast alt, tí somu fólk vendu aftur ár undan ári.

Tað gera tey eisini í dag - tey ungu. Peningurin tey vinna er gott íkast til útbúgvingarstuðulin og kemur væl við. Onkur ætlar sær kanska uttanlands í summarfrí í august, meðan onkur annar bert ætlar sær á Ólavsøku.

Felagsnevnarin fyri hevi bæði er, at tey kosta pengar og tí er ikki so galið, at hava summarfrítíðarstarv »hjá landinum«.


? Tað sleppur at bíða

Men hvat havast tey so at takast við, tey ungu, sum eru so heppin at fáa summarfrítíðarstarv hjá landinum.

Álvi Olsen av vegaumsitingini hjá Landsverkfrøðinginum sigur:

? Tey takast við alt møguligt, men tó bara slíkt, sum kemur undir hondarbeiði, tvs. slíkt arbeiði, sum ikki krevur maskinorku.

Sum rímuligt er, so farast bygningarnir og skúrarnir hjá landinum eins nógv og hjá øðrum, og tí krevst eitt ávíst viðlíkahald av slíkum.

Men tað er ikki alt viðlíkahald, sum stovnurin tekur sær av beinanvegin. Tað, sum kann bíða, sleppur at bíða eftir summarfrítíðini hjá skúlunum og teimum, sum koma í summarstarv at vinna sær eitt oyra.

? Tað er ymist, sum krevur máling. Tað verið seg hús og bygningar. Eisini krevja brúgvagirðingarnar máling av og á.

? Tá tað sum kunnugt er best at mála í góðum summarveðrið, tá er so líka til, at skúlanæmingarnir sleppa at taka sær av slíkum uppgávum, har teir eru úti í náttúruni.

Rudda fram

við vegnum

Í gomlum døgum var vanligt, at skúlanæmingarnir vórðu settir til at rudda fram við vegnum. Er hetta so enn?

? Jú, jú. Hetta er eisini eitt arbeiði sum skal gerast, sigur Álvi Olsen.

Stovnurin fer í summarfrí á Ólavsøku, og tá plagar alt »hampingararbeiði« at verða liðugt. Tá eru vegjaðararnir ruddiligir og nossligir. Og so byrjað vit umaftur, leggur hann aftrat.

Álvi Olsen leggur aftrat, at skúlanæmingarnir eisini verða settir til at hegna fram við landsvegnum.

? Vit hegna fyri at halda seyðinum úti, og tað skaðar ikki, at skúlanæmingarnir sleppa at taka lut í hesum arbeiði, sigur hann.

? Tað er bara gott at tey duga at halda í einum hamara áðrenn tey fara úr skúlanum, leggur hann skemtandi aftrat.


20 næmingar

í Streymoynni

Sum nevnt frammanfyri, so hevur tað verið vanligt hjá skúlanæmingum at hava summarfrítíðarstarv hjá landsverkfrøðinginum.

Men hvussu nógv ungfólk starvast so hjá landsverkfrøðinginum í summarfrítíðini?

? Eg veit ikki hvussu nógv tey eru um alt landið, men her í suðurstreymoy eru tey 11 og eg haldi at tað eru 20 ungfólk í allari Streymoynni.

? Tey eru fegin um at hava møguleikan fyri at vinna sær nøkur oyru eyka, og vit fáa nøkur arbeiði gjørd, sum kanska annars høvdu ligið á láni

Er talið av ungdómum hækkað nú síðan gongd er komin á aftur samfelagið.

? Eg haldi ikki, at tað kann setast soleiðis upp. Tey ungu hava altíð fingið arbeiði í summarfrítíðini, eisini tá kreppan var, og tí er eingin broyting á tí økinum.

? Talan er um eitt stutt tíðarskeið, og tað er heldur ikki talan um tær ógvusligu upphæddirnar, sigur Álvi Olsen.

Men fyri tey, sum fáa arbeiði hevur tað stóran týdning.

Tey fáa nakað at fara upp til, heldur enn bara verða heima við hús.

Tey sleppa at royna at forvinna sær nøkur oyru ístaðin fyri at fáa peningin frá foreldrunum, ella sum stuðul. Tí hevur tað rættiliga stóran týdning fyri tey ungu.