? Hatta var tað ringasta, sum kundi henda.
Soleiðis sigur tyrluskiparin Hans Erik Jakobsen um støðuna, tá ið tyrlumanningin hjá Atlantsflogi noyddist at bíða í meira enn tveir tímar, áðrenn teir sluppu upp í bjargingararbeiðið, tá ið farmaskipið Jøkulfell sakk í føroyskum sjógvi.
Føroyska sjóbjargingartyrlan hevur ein sentralan leiklut í tilbúgvingini fyri føroyska sjóøkið, og døgnið runt alt árið eru fólk á vakt, sum eru til reiðar at fara at hjálpa í neyðstøðu.
Men tá ið Jøkulfell sakk norðan fyri Føroyar fyri einum lítlum mánaði síðani var føroyska tyrlan biðin um at halda seg klára, men ikki fara avstað at hjálpa fyrr enn nærri boð komu.
Hesi boðini komu meira enn tveir tímar seinni.
Ræðuligt at bíða
Hevði føroyska tyrlan farið á flog, tá ið hon var til reiðar, kundi hon verið næstan hálvan annan tíma fyrri frammi á vanlukkustaðnum enn danska sjóverjutyrlan.
? Tað var ræðuligt fyri flogskipararnar at sita og bíða í tveir tímar og ikki føla seg verða tiknar við í bjargingararbeiðið, sigur Hans Erik Jakobsen, tyrluskipari hjá Atlantsflogi og leiðari fyri tyrludeildina.
Hann var ikki til arbeiðis sjálvur hetta vanlukkukvøldið, men hann var kunnaður um støðuna allatíðina.
? Tað er ein sera stór og krevjandi uppgáva at fara út at bjarga neyðstøddum í ringum veðrið, og hóast flogskipararnir høvdu gjørt seg til reiðar og høvdu fyrireikað seg mentalt, vóru teir noyddir at bíða í tveir tímar. Tað var tað ringasta, sum kundi henda, sigur Hans Erik Jacobsen.
Heimsins besta útgerð
Sjóbjargingartyrlan hjá Atlantsflogi er ein sera væl egna tyrla til bjarging. Samanborið við donsku sjóverjutyrluna, sum var fyrst á staðnum, er føroyska tyrlan størri, hon kann taka fleiri fólk, hon hevur størri motororku, hon kann vera longri á flogi, og hon er sera væl útgjørd.
? Vit hava eina av heimsins best útgjørdu tyrlum til júst slíka bjarging, og tí er tað ein stórur trupulleiki, at tyrlan ikki varð send avstað at hjálpa beinanvegin ? ikki minst tá ið vit sóu, hvussu avleiðingarnar av vanlukkuni vóru, sigur Hans Erik Jacobsen.
? Tað er eisini sálarliga tyngjandi hjá flogskiparunum, at teir, sum hava sum arbeiði at bjarga fólki, og sum høvdu heimsins bestu útgerð at brúka, ikki vórðu sendir avstað beinanvegin, men máttu sita og bíða við avmarkaðum upplýsingum um tilburðin.
Tá ið føroyska tyrlan umsíðir var send avstað, leitaði hon á vanlukkuøkinum í hálvan annan tíma, men fann ongan av manningini. Tyrlan fór síðani aftur til lands og lendi í Havn, tí tað var kavaódn. Dagin eftir fór hon so til Vágarnar og aftur út at leita, men uttan úrslit.