varð mett, at tað var ikki rætt, at ein fráfarandi nevnd setti landsliðsvenjaran. Síðani aðalfundin hava nevndarlimirnir havt møguleika at seta seg inn í málið, sum vit nú halda er búgvið at taka støðu [...] týsdagin er ætlanin, at nevndin skal taka støðu, um vit skulu skriva undir eina avtalu ella ikki, sigur FSF formaðurin. Dánial Andreasen sigur, at uppleggið, sum liggur á borðinum, er, at sáttmáli skal gerast [...] Eftir at vit hava samráðst við venjaran í fleiri vikur, og tá vit kenna treytirnar, sum vit skulu samstarva undir, so er bara eftir at taka eina støðu, og tað mugu vit gera nú. Tað ber ikki til, at óvissa
er tað neyðugt at byrja upp á útbyggingarnar beinanvegin. Annars krevur Býráðið, at Landsstýrið betalir tann partin av havnaútbyggingini, sum krevjast fyri at Smyril skal kunna leggja at. Ein bleytur pakki [...] eru ásettar við lóg. Men ætlanin er eisini at gera rættiliga stórar útbyggingar í høvuðsstaðnum næsta ár. Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at byggja út fyri góðar 84 milliónir í Havnini [...] roknistykkið akkurát upp. Jan Christiansen sigur, at tað, sum serliga krevur stórar útbyggingar í Tórshavnar Havn, er, at tvey, stór, nýggj ferðamannaskip fara at sigla á Havnina næstu árini, í 2003 kemur nýggj
eini trækirkju. At tað gjørdist í Gøtu er ein samanseting av tí sannroynd, at tað er ein ógvuliga hugnalig kirkja og at vit fingu so avbera góðan stuðul frá teimum, ið varða um kirkjuna, at tað var so líka [...] børn okkara koma at tosa. Tey fara jú at hava fýra ymisk mál at velja ímillum. Okkara ávikavisu móðurmál, føroyskt og estlendskt, síðani enskt, sum er málið, vit bæði samskiftast á og at enda annaðhvørt [...] er tó eingin ivi um, at tað fer at ganga væl hjá teimum báðum, serliga, tá byrjanin var so góð, sum hon var. Eftir er bara at ynskja teimum nýgiftu alt tað besta í framtíðini og at enda við orðunum hjá
Alt hetta bendir á, at vit fara at fáa nógv borivirksemi beint við markið inni á bretskum øki næsta ár. Og at hetta virksemið eftir øllum at døma er tætt tengt at møguleikanum fyri at finna olju á okkara [...] Tað ljóðar at ChevronTexaco fer at bora ein brunn í loyvinum, sum liggur beint hinumegin loyvið hjá Agip og Føroya Kolvetni á landgrunninum. Sosialurin hevur skilt, at metingarnar vísa, at eitt møguligt [...] keldum, at fleiri feløg ?fríggja? til Agip um at sleppa uppí loyvið á landgrunninum. Í oljuverðini hevur tað eisini verið mett rættiliga náttúrligt, at okkurt felag kom uppí loyvi aftrat fyri harvið at minka
so tær kirkjulógirnar, sum tað tók 8 ár at dagføra, kunnu virka eftir ætlan! Tað átti at verið minsta kravið, at teir trupulleikar, sum liggja og bíða eftir at verða loystir, verða loystir fyrst, áðrenn [...] miriliga donsku stjórnina um at skerja veitingina og síðani at taka hana burtur, tað stendur nú svart uppá hvítt! Fer tað at undra nakran, um okkara løgmaður og eins og vara-, fara at skylda uppá danir, tá [...] fyri 2002 skal tilevnast og trupulleikarnir fara at vísa seg? Tað fer ikki at undra okkum í Sambandsflokkinum ! Men vit fara av øllum alvi at berjast ímóti, at teir gera fleiri ólukkur, og tí má andstøðan
dýrkað, at vit eru verri fyri nú, enn vit vóru frammanundan. Hetta kemst av, at hesi bæði seinastu árini er keypiorkan minkað eini 10%. Tí er tað heilt greitt, at tað ber ikki til at fáa endarnar at røkka [...] tíðina mótmælt, at lóggávuvaldið skerjir samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, men nú Fíggjarmálastýrið er farið enn longri, er verulig orsøk til at rópa varskó. ? Okkum eigur at vera greitt, at næstu ferð verða [...] hvussu fer at gangast í vár, nú allir sáttmálar eru uppsagdir, er ivaleyst ein góður spurningur. Men eg haldi, at allir løntakarar kunnu vænta, at samráðingarnar verða torførar og ringar at loysa. Men
alt kemur til alt? Tað er ikki heilt vist, at tað altíð bara er konservatisma, sum ger, at summi ikki tíma at vera við. Ein av orsøkunum til, at nógv ikki tíma at keypa tað nýggjasta nýggja við somu ørkymlandi [...] samstundis. Oftast endar tað við, at minst verður hugsað um tey, sum ynskja at brúka síni gomlu tól til tey verða uppslitin. Framleiðararnir hava jú hug at streingja á fólk at skifta út gamalt við nýtt skjótari [...] øllum. Í dag gongur menningin so skjótt, at óbalansa kemur í. Summi taka nýggju tøknina til sín beinanveg, men nógv hava ilt við at fylgja við. Hetta merkir, at tá tey síðstu endiliga hava tikið eina nýggja
verður bygdur ein stórur bygningur, sum fer at rúma bæði skúla og ítróttarhøll. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, sigur, at ætlanin nú er at fáa høllina innilokaða sum skjótast, áðrenn [...] tí pengar eru til. Men hon sleppur ikki at brúka teir. Loyvt er bara at brúka hálvatriðju millión krónur til íløgur, hóast brúk er fyri meira. Hann fýlist á, at politikkarar gera nýggjar lógir, í hesum [...] syrgja samstundis fyri, at komunurnar, sum fíggjarliga orka, ikki sleppa at gera tað, sum teir við lóg hava kravt skal gerast. Samlaði kostnaðurin fyri skúla og ítróttarhøll á Eiði fer at liggja um 11-12 miliónir
tað ikki bar til at fáa Áka Olsen kláran til hópin. Vónbrotin Tað er tó einki at dylja, at tá hópurin varð kunngjørdur, var tað ein vónbrotin Bjarni Wardum, sum hevði fingið at vita, at hann ikki taldist [...] og tað haldi eg eisini, at eg eigi at vera. At vera 13. maðurin er altso ikki serliga hugaligt, og var eg nøgdur um tað, so hevði eg einki at gera í hesum høpi, sigur Bjarni at enda. [...] stuttleika og upplivingar at vera við. - Tí er tað sjálvsagt, at hetta er ein stór gularót sum hondbóltsspælari. Nakað, sum mann hevur hugsað um øll ungdómsárini og droymt um at sleppa at uppliva. - Í løtuni
formansfrágreiðingini á, at felagið hevði tvinnar kostir í at velja. Hvørgin var mjúkur. Annaðhvørt góðtók felagið treytirnar frá fíggjarmálastýrinum ella varð neyðugt at nokta limunum at sigla við Brimli. [...] Formaðurin segði á aðalfundinum, at hóast fíggjarmálastýrið hevði hótt við at steðga lønargjaldingum, so var tað teimum greitt, at hetta var brot á sjómanslógina. Hann legði afturat, at tað hevði verið brot á bæði [...] Mortensen skeyt upp, at manningin á vaktar- og bjargingarskipum blivu tænastumenn. Orsøkin er, at hetta hevði forða manningini í at fara í verkfall. Fíggjarmálastýrið vísti á, at so verður tænastumannafelagið