Landsdystur
Tað mundi koma óvart á mong, tá Útvarpið um døgurðaleitið mikudagin bar boðini um, hvørjir leikarar í fyrsta umfari vóru tiknir út til landsdystirnar móti Rumenia. Í øllum førum tá hugsað verður um, hvørjir leikarar ikki vóru við í hópinum.
Millum hesar taldist nevnliga ein av heilt stóru profilunum á Kyndilsliðnum, sum í vetur hava verið teir einastu, sum hava megnað at gjørt Vestmenningum fortreð.
Talan er um Bjarna Wardum, sum hóast unga aldurin, 22 ár, longu í fleiri ár hevur verið roknaður millum álitini á Kyndilsliðnum. Fyrsta dystin í bestu deidini fekk hann á heysti í 1996, og síðani hevur talan verið um hópin av dystum og málum. Árið í ár hevur í so máta ikki verið nakað undantak, og nú grundspælið er liðugt, stendur Bjarni skrásettur fyri 87 mál, og er næst ovastur á máltindinum í FM-kappingini.
Nú var hópurin, sum lýstur varð í Útvarpinum, ikki endaliga staðfestur. Landsliðsvenjarin, Palli Joensen, hevði framman undan sagt, at hann helst vildi hava mikukvøldsvenjingina við, og tá hendan var av, var Bjarni hóast alt nakað nærri endaliga hópinum. Hetta tí hann var tikin við á ytsta sessin, soleiðis at hann skuldi vera tøkur, um tað ikki bar til at fáa Áka Olsen kláran til hópin.
Vónbrotin
Tað er tó einki at dylja, at tá hópurin varð kunngjørdur, var tað ein vónbrotin Bjarni Wardum, sum hevði fingið at vita, at hann ikki taldist millum leikararnar í hópinum.
- Tað er sjálvandi ikki serliga stuttligt at sita uttanfyri, tá man er vanur at vera við.
- Vit hava jú offra nógva tíð upp á hetta, og millum annað varð jólafrítíðin nýtt til eina venjingarlegu í Danmark. Har spældi eg við í tveimum av teimum fýra dystunum, men avrik míni vóru kanska eitt sindur misjøvn, so sjálvur hevði eg tá eitt sindur blandaðar kenslur.
Ætlar sær við aftur
Er vónbrotið um væntandi úrtøkuna stórt, so er tað tó ikki størri enn sum so, at Bjarni vil sleppa at vera við til dystirnar annað vikuskifti, tá Sveis kemur á vitjan. Eftir venjingina mikukvøldið segði hann eisini, at hann sjálvandi kennir seg sum ein part av hópinum.
- Nú eri eg so í bíðistøðu, og tað er kanska eitt sindur keðiligt, men eg eri so framvegis ikki heilt úti úr hópinum. Fái eg boðini í morgin (hósdagin) so fái eg eisini tíð til at seta meg upp, so tað skuldi ikki verðið nakar trupulleiki.
- Tað er tó eisini soleiðis, at vit hava seks dystir á skránni komandi vikurnar, so fyrr ella seinni vóni eg at fáa kjansin, og so er bara at knalla til, tá hann er har.
- Hatta er jú ein avgerð, sum venjarin hevur tikið, og so kann eg vera so ósamdur, sum eg vil. Tað er so bara nakað, sum man má bíta í seg, og so royna at stríðast fyri at endurvinna plássið í hópinum. Vit hava eisini nakrar venjingar í komandi viku, so tá má eg bara stríðast fyri plássinum, sigur kyndilsmaðurin avgjørdur.
Nógv at siga
Hóast hann sostatt ikki var heilt greiður um, hvønn leiklut hann fer at hava í dystinum, so ivast Bjarni ikki í, hvønn týdning landsliðið hevur fyri leikararnar.
- Tað er klárt, at tað hevur stóran týdning. Tað er ein stoltleiki at umboða land títt, og tað er eisini nakað, sum gevur bæði stuttleika og upplivingar at vera við.
- Tí er tað sjálvsagt, at hetta er ein stór gularót sum hondbóltsspælari. Nakað, sum mann hevur hugsað um øll ungdómsárini og droymt um at sleppa at uppliva.
- Í løtuni so eri eg tó eitt sindur keddur um støðuna, og tað haldi eg eisini, at eg eigi at vera. At vera 13. maðurin er altso ikki serliga hugaligt, og var eg nøgdur um tað, so hevði eg einki at gera í hesum høpi, sigur Bjarni at enda.