Tórshavn
Næsta ár skulu útbyggingar gerast í Tórshavnar Kommu fyri 84 milliónir krónur.
Hetta sæst á fíggjarætlanini, sum Býráðið hevur til viðgerðar.
Fíggjarætlanin skal verða liðug í hesi vikuni og í kvøld fer Býráðið at leggja seinastu hond á hana, áðrenn hon verður send Landsstýrinum til góðkenningar.
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu verður næsta ár upp á 406,5 milliónir.
Byggja út fyri 85 milliónir
Tað nógva av útreiðslunum eru ásettar við lóg.
Men ætlanin er eisini at gera rættiliga stórar útbyggingar í høvuðsstaðnum næsta ár.
Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at byggja út fyri góðar 84 milliónir í Havnini næsta ár. Av teimum er ætlanin at byggja Tórshavnar Havn út fyri góðar 20 milliónir, men hinar 64 milliónirnar fara til aðrar útbyggingar í kommununi.
Sostatt er útbyggingarkvotan, sum Tórshavnar Kommuna hevur fingið frá landsstýrinum næsta ár, spent á tamb.
Útbyggingarkvotan hjá Tórshavnar Kommunu er upp á 75 milliónir næsta ár.
Men av tí, at Landsstýrið góðkennur, at bara helvtin av havnarútbyggingum verða taldar uppí, skulu bara helvtin av teimum gott 20 milliónunum, sum skulu brúkast upp á Tórshavnar Havn, teljast við og sostatt gongur roknistykkið akkurát upp.
Jan Christiansen sigur, at tað, sum serliga krevur stórar útbyggingar í Tórshavnar Havn, er, at tvey, stór, nýggj ferðamannaskip fara at sigla á Havnina næstu árini, í 2003 kemur nýggj Norrøna og í 2004 kemur eisini nýggjur Smyril og tí er tað neyðugt at byrja upp á útbyggingarnar beinanvegin.
Annars krevur Býráðið, at Landsstýrið betalir tann partin av havnaútbyggingini, sum krevjast fyri at Smyril skal kunna leggja at.
Ein bleytur pakki
Borgarstjórin, at nú, karmarnir eru lagdir fastir, skal kommunan undir arbeiðið at raðfesta tær útbyggingar, sum skulu gerast.
Tí er tað ikki endaliga gjørt av, hvat tær gott og væl 64 milliónirnar, sum annars eru settar av til útbyggingar, skulu brúkast til.
? Men tað er í øllum førum greitt, at ein munandi partur av teimum skulu brúkast til at byggja skúlar fyri.
? Nýggja skúlalógin setir sera stór krøv til skúlahøli og tí er tað alneyðugt at leggja stóra orku í tað arbeiðið.
Jan Christiansen sigur, at Tórshavnar Kommuna noyðist at brúka einar 200-300 milliónir tey komandu árini til skúlarnar í býnum.
?Neyðugt er at byggja nýggjan skúla í Hoyvíkshaganum. Men harumframt er tað eisini neyðugt at byggja bæði skúlan á Argjum, í Kollafirði og í Kaldbak, umframt Kommunuskúlan og Eysturskúlan, munandi út og at gera ábøtur á teir.
Men somuleiðis er tað esini greitt, at ein munandi upphædd skal brúkast til at byggja barnaansingarstovnar næsta ár.
Sostatt er tað tann ?bleyti pakkin?, sum verður rættiliga stórur komandi ár.
Ringveg og vatngoymslu
Umframt hetta, er tað neyðugt at byggja nýggja, stóra vatngoymslu í Kollafirði í sambandi við uppsjóvarvirkið, sum verður bygt har, tí tað krevur sera nógv vatn.
Og afturat tí er tað neyðugt at halda fram við Marknagilsvegnum út á Argir.
Somuleiðis skal ein ytri ringvegur gerast av Sandvíkahjalla, úr Hvítanesvegnum við Brennistøðina, omanfyri allan býin, heilt yvir í Oyggjarvegin, har Meinhardt Arge selir bilar.
Hetta er eitt arbeiði sum er mett at kosta næstan 50 milliónir og tað skal gerast tey næstu fimm árini.
Men hetta er partvís landsvegur og tí er avtala gjørd við Landsstýrið um at betala helvtina av tí.
Næsta ár er ætlanin at Kommunan skal seta fýra milliónir av til hetta arbeiðið og so fimm milliónir um árið tey næstu fýra árini. Landsstýrið skal so seta somu upphædd av.
?Hetta eru stórar upphæddir, men tær eru neyðugar fyri at spjaða ferðsluna, tí sum er, verður øll ferðslan, sum gongur inn í Havnina, kroyst oman í býin og tað taka vegirnir ikki ímóti, sigur borgarstjórin