Lønarstríð
Áki Bertholdsen
Tað verða harðar samráðingar á arbeiðsmarknaðingum í vár.
Tað væntar í hvussu so er Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Í ársfrágreiðingini, sum hon legði fyri aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag í gjár, segði hon, at royndirnar higartil hava víst, hvussu lítla virðing landsins myndugleikar hava fyri fakfelagsrørsluni. Tí eru allar orsøkir til at vænta harðar samráðingar
Verri fyri nú
Ingeborg Vinther vísti á, at allir sáttmálar eru uppsagdir og tí standa nógvar samráðingar fyri durum nú í vár.
Hon sigur, at løntakarin er í veruleikanum verri fyri nú, enn hann var fyri 1. mai í 1999, tá ið hesin sáttmálin kjom í gildi.
?Hóast lønin hækkaði 9% seinast, eru alt so nógv dýrkað, at vit eru verri fyri nú, enn vit vóru frammanundan.
Hetta kemst av, at hesi bæði seinastu árini er keypiorkan minkað eini 10%. Tí er tað heilt greitt, at tað ber ikki til at fáa endarnar at røkka saman hjá teimum, sum bara hava eina vanliga løn.
?So natúrligt er, at krøv fara at verða sett um sámiliga lønarhækking.
? Umframt hetta er eisini eftirlønargjaldið, sum Landsstýrið sigur, at partarnir skulu tingast um við samráðingarborðið.
? Vit kunnu so ikki vænta, at samráðingarnar verða lættar í ár, heldur hinvegin, tí vit hava bert lønarhækkingar at kompensera ella bøta aftur við tað ið tikið verður frá okkum í skatti, meirvirðisgjaldi, eftirlønargjøldum, tolli og príshækkingum.
Ein onnur orsøk til, at hon væntar harðar samráðingar, er framferðin hjá Landsstýrinum í Brimlamálinum.
? Henda framferð hjá Fíggjarmálastýrinum kann ikki annað enn vekja órógv innan fakfelagsrørsluna, tí áður hevur Løgtingið bert í serligum førum lagt seg út í lønartrætur, og tá bert, um semingsmaður frammanundan hevði sett fram semingsuppskot, sum so varð gjørt til lóg.
? Fakfeløgini hava alla tíðina mótmælt, at lóggávuvaldið skerjir samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, men nú Fíggjarmálastýrið er farið enn longri, er verulig orsøk til at rópa varskó.
? Okkum eigur at vera greitt, at næstu ferð verða tað møguliga limir okkara, sum verða forðaðir í at fáa ásett lønarviðurskifti síni við sáttmálasamráðingum, tí her er talan um inntriv í sjálvan grundlógartryggjaða samráðingarrætt okkara.
Eitt pennastrok
Ingeborg Vinther nevndi eisini karensdagarnar, ið løntakarin sjálvur má gjalda.
? Eingin vilji hevur verið at fáa karensdagarnar burtur, sjálvt um tað var lagamanni at gera og kravdi mest sum bert eitt pennastrok, men fyri tey alment løntu var tað eingin trupulleiki og einki hóvasták. Men tá tað kom til tey tímaløntu og onnur, ið koma undir dagpeningaskipanina, bar einki til. Tá ikki allir borgarar verða javnsettir mótvegis lógini, má tað sigast at vera berur illvilji, og vit kunnu ikki sum fakfelag góðtaka slíkt, sigur Ingeborg Vinther í ársfrágreiðing síni.
? Tað mest ótrúliga á politiska økinum er, at nú er triði landsstýrismaðurin skiftur út, og allir skulu teir hava løn í seks mánaðir, eftir at teir eru farnir frá. Tað sama er við teimum, ið sita í Løgtinginum. Hetta hevur landið ráð til, meðan nýggja vaktarskipið Brimil hevur ligið sum ein landaskomm við bryggju yviri í Noregi, tí yvirmonnunum umborð varð ikki unt sámiliga hýru, hesum monnum, sum liggja úti á havinum og ansa eftir fiskimarkinum og alla tíðina skulu vera tilbúnir, tá ið okkurt leikar á har úti.
Annars helt hon, at ófriður og ósemjur hava verið nógvar á arbeiðsmarknaðinum, meðan Karsten Hansen hevur verið fíggjarmálaráðharri.
?Nóg illa er ein ósemja farin afturvið borðinum, so hevur ein onnur hevur tikið seg upp.
Fakfeløgini hava verið lítið vird, má sigast, so hvussu fer at gangast í vár, nú allir sáttmálar eru uppsagdir, er ivaleyst ein góður spurningur. Men eg haldi, at allir løntakarar kunnu vænta, at samráðingarnar verða torførar og ringar at loysa.
Men hon hevði kortini gott mót og heitti á limirnar í Føroya Arbeiðarafelag um at standa saman og gera ein sterkan manngarð um meginfelag teirra, nú samráðingar fara at byrja í næstum.
? Tørvur er á øllum góðum kreftum, segði hon.










