Stórir bygningar á Eiði

Mánadagin fóru teir undir at reisa ítróttarhøllina á Eiði, samstundis sum farið er undir at stoypa grundina til landingarmiðstøðina

 

Eiði: Arbeiðið at reisa ítróttarhøllina á Eiði er byrjað. Men hon er ikki einasti bygningur, kommunan letur gera í hesum døgum. Eisini verður landingarmiðstøð bygd á Eiði.

Eiðis Kommuna hevur stórarbeiði í gongd í løtuni. Fast í skúlan vestur eftir verður bygdur ein stórur bygningur, sum fer at rúma bæði skúla og ítróttarhøll.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, sigur, at ætlanin nú er at fáa høllina innilokaða sum skjótast, áðrenn veturin rættiliga kemur. Arbeiðið er eitt sindur seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanina, men so er bara at bera so mikið skjótari at, heldur hann.

Tað fyrsta, sum gjørt verður liðugt í nýggja bygninginum, verða skúlastovurnar. Talan er um serstovur so sum tónleikastova, smíðstova, bókasavn og annað. Tørvur er á serstovum, hóast nakrar eru í verandi skúla. Tær stovurnar, sum eru í gamla skúlanum, verða so tiknar til vanligar skúlastovur, og virksemið flutt í nýggja bygningin, har so fleiri serstovur koma aftrat.

Upprunaliga var ætlanin, at nýggju stovurnar skuldu takast í nýtslu, tá skúlaárið bygjaði aftur eftir summarfrítíðina komandi, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður. Men líkt er í løtuni til, at tað kanska ikki verður fyrr enn um ársskiftið 2001-2002.

Sjálv ítróttarhøllin verður so gjørd liðug og tikin í nýtslu, tá skúlaparturin er liðugur. Í vestara enda á bygninginum verða teir fasilitetir, sum hoyra slíkari høll til, so sum brúsurúm og tílíkt. Eisini verður eitt lítið loft gjørt inni í tí partinum, sum hoyrir høllini til. Hetta fer at verða brúkt í sambandi við skúlan, sigur bygdarráðsformaðurin.

Men tað er avmarkað, hvat gerast kann í ár, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi. Ikki tí at Eiðis Kommuna ikki orkar fíggjarliga, tí pengar eru til. Men hon sleppur ikki at brúka teir. Loyvt er bara at brúka hálvatriðju millión krónur til íløgur, hóast brúk er fyri meira.

Hann fýlist á, at politikkarar gera nýggjar lógir, í hesum føri skúlalóg, sum krevur eina rúgvu av skúlunum, men somu politikkarar syrgja samstundis fyri, at komunurnar, sum fíggjarliga orka, ikki sleppa at gera tað, sum teir við lóg hava kravt skal gerast.

Samlaði kostnaðurin fyri skúla og ítróttarhøll á Eiði fer at liggja um 11-12 miliónir, metir bygdarráðsformaðurin. Eiðis Kommuna stendur einsamøll við hesi útreiðsluni. Studningur er eingin at fáa, men tað skal Eiðis Kommuna nokk klára at gjalda sjálv, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsfomaður á Eiði avgjørdur.

Eisini annað byggivirksemi er á Eiði í løtuni. Á havnarlagnum verður stoypt grund til at seta eina landingarmiðstøð á.

Nakað er síðan, farið varð undir verkætlanina. Fylt er út á sjógv, har miðstøðin skal standa, og kloakkarbeiði og tílíkt er gjørt.

Sjálv støðin skal ætlandi standa klár at taka í móti fiski, tá várróðurin byrjar aftur. Tá plagar at vera rættiliga lívligt í havnini á Eiði.

Undanfarin ár er fiskurin, sum lagdur er upp á Eiði, koyrdur út á Toftir at selja, og so er tað meira enn so komið fyri, at Norðís hevur keypt og flutt hann aftur til Eiðis.

Tá nú landingarmiðstøðin við skiljilinju og tí, sum annars hoyrir til, verður liðug, fer at bera til at sleppa av við fiskin beinleiðis á Eiði. Bátarnir fara tá at sleppa undan at gjalda fyri flutning. Og alt ger mun, sum Snopprikkur segði á sinni.

Bygningurin verður gjørdur av bjálvaðum elementum, sonevndum sandwich elementum, sum gjørd eru á elementvirkinum við Gjógv. Gólvið verður stoypt, og okkurt rúm verður inni, sum innrættast skal, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði. Kostnaðurin fyri sjálvan bygningin fer helst at liggja um eina hálva millión ella so.

Tað er Eiðis Kommuna, sum byggir sjálvan bygningin. Men kommunan fer ikki at reka nakra landingarmiðstøð. Ætlandi verður bygningurin leigaður út til onkra fyritøku, sum fer at reka virksemið har. Og fleiri fyrispurningar eru, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.

Av øðrum sum gerast skal í ár, er at nevna, at vegir skulu asfalterast gjøgnum bygdina. Tað arbeiðið er í gongd í løtuni.