LANDSLIÐSVENJARIN
Nevndin í Fótbóltssambandi Føroya fer á nevndarfundi seinnapartin í dag at taka støðu til, um sáttmáli skal skrivast við tann venjaran, sum teir hava havt samband og samráðst við síðani síðst í januar.
Dániel Andreasen, formaður í Fótbóltssambandi Føroya, sigur, at talan er um ein danskan venjara. Hann vil ikki siga, hvønn venjara talan er um.
? Vit hava samráðst við henda venjaran, og vit kenna treytirnar, sum vit kunnu fáa hann fyri. Á fundinum seinnapartin týsdagin er ætlanin, at nevndin skal taka støðu, um vit skulu skriva undir eina avtalu ella ikki, sigur FSF formaðurin.
Dánial Andreasen sigur, at uppleggið, sum liggur á borðinum, er, at sáttmáli skal gerast við ein venjara, sum skal vera í fulltíðarstarvi hjá Fótbóltssambandinum. Allan Simonsen var í parttíðarstarvi. Umframt at vera landsliðsvenjari arbeiddi hann í klædnafyritøkuni, sum hann átti saman við øðrum. Tann venjarin, sum FSF hevur samráðst við, skal vera í fulltíðar starvi hjá FSF ? um sáttmáli verður skrivaður við hann.
? Eftir at vit hava samráðst við venjaran í fleiri vikur, og tá vit kenna treytirnar, sum vit skulu samstarva undir, so er bara eftir at taka eina støðu, og tað mugu vit gera nú. Tað ber ikki til, at óvissa skal valda um tann spurningin meiri, sigur nýggi FSF bossurin.
Og hvat mælir tú til?
? Longu undan aðalfundinum varð hetta málið viðgjørt. Tá varð mett, at tað var ikki rætt, at ein fráfarandi nevnd setti landsliðsvenjaran. Síðani aðalfundin hava nevndarlimirnir havt møguleika at seta seg inn í málið, sum vit nú halda er búgvið at taka støðu til. Tað verður lagt á borðið púra opið, og so er tað upp til nevndina at taka støðu.
Hvussu verður við venjaranum, um tann, sum tit hava samráðst við, ikki verður settur?
? So er talan um eina nýggja støðu. Tann støðan verður, at tað heldur enn at seta venjara í fulltíðarstarv verður hildið fram við einum venjara undir somu treytum, sum teimum sum vóru galdandi, tá Allan Simonsen var venjari.
Skulu tit so undir at kanna marknaðin av nýggjum?
? Tað, sum er sera týdningarmikið nú, er, at fundurin týsdagin finnur fram til, hvussu tað skal vera við venjaranum, sum vit higartil hava samráðst við. Tað hevur skund. Um nevndin kemur til ta støðu, at tað ikki er ráðiligt at seta venjara í fulltíðarstarv, so mugu vit arbeiða út frá tí. Tað hevur ikki so øgiligan skund. Fyrstu undankappingardystirnir eru á skránni í september. Sjálvandi er tað rætt at seta ein venjara so skjótt, sum tað ber til, men eg haldi ikki, at vit eru undir trýsti ? burtursæð frá at vit skulu finna fram til, hvussu tað skal vera við venjaranum, sum vit higartil hava samráðst við.
Fleiri eru áhugaðir
Dánial Andreasen sigur, at tað eru fleiri venjarar, sum hava sett seg í samband við Fótbóltssambandið, tí teir hava verið áhugaðir í venjarastarvinum:
? Umframt úr Danmark hava vit eitt nú havt samband við venjarar úr Hollandi og Brasilia. Eg rokni ikki við, at tað er nakar trupulleiki at finna ein venjara. Men, sum eg segði, so verður neyvan talan um venjara fulla tíð, um vit ikki seta tann, sum vit hava samráðst við.
Dánial Andreasen ásannar, at Fótbóltssambandið er ikki so væl fyri fíggjarliga, at tað ikki skal hugsast um tann spurningin, tá venjarin skal setast.
? Á fundinum týsdagin fara vit eisini at viðgera fíggjarætlanina fyri í ár. Sum kunnugt hava vit tey bæði seinastu árini havt rakstrarhall. Í fjør var tað omanfyri hálva aðru millión. Vit stemba eftir at avmarka hallið so nógv, sum tað ber til, men tað ber ikki til við sama virksemi, sum vit hava havt, at fáa javnvág í 2002. Hallið verður minni, enn tað var, men talan verður framvegis um hall. Hvussu stórt tað verður er m. a. treytað av, hvussu tað verður við venjaranum.
Hetta segði Dánial Andreasen fyrrapartin í gjár. Nevndarfundurin í Fótbóltssambandinum verður seinnapartin í dag, og vit fara í blaðnum mikudagin at venda aftur til venjaraspurningin.