Vígslan, sum fór fram á enskum, bar ikki bara dám av at vera ein gifta ímillum tvær ymiskar mentanir, men brúðarparið hevði eisini á ein serligan hátt sett sín egna dám á vígsluna. Til vígsluna hevði parið biðið gittarleikaran, Magna Jacobsen, og saksofonleikaran, Brand Øssurson, um at spæla løg, sum høvdu serligan týdning fyri tey. Sostatt fekk ein høvið at hoyra megnar tónaskøld, sum Gershwin og Beethoven, alt framborið á ein sera hegnisligan hátt, sum hóskaði væl til tann romantiska dámin, ið tað gamla træbyggisniðið í kirkjuni gav. Afturat hesum syrgdi Símun Hammer við sínum urguspæli fyri, at tann gamli føroyski siðurin eisini hevði sítt pláss í vígsluni. Úrslitið gjørdist ein vøkur og rørandi løta við einum heilt persónligum dámi. Tó skal viðmerkjast, at parið hevði vissað sær, at einki av tí óvanliga, stríddi ímóti gamlari kirkjusiðalæru.
Eva og Jón møttust í januar mánaða í Finnlandi í býnum Oulu, har Jón var í starvsvenjing sum liður í læraraskúlaútbúgving síni. Eva, sum er útbúgvin málfrøðingur í finskum máli, var í Finnlandi fyri at víðariútbúgva seg á júst sama lærustovni sum Jón.
- Vit møttust fýra dagar aftaná vit vóru komin til Finnlands, og vit hava ikki verið frá hvørjum øðrum síðani, siga tey nýgiftu smílandi. Áðrenn parið fór til Føroyar, vóru tey í Estlandi í ein mánaða, har tey gjørdu av at trúlova seg. Hetta var 18. juni í ár undir hátíðarligum estlendskum traditiónum við presti og bíbliuundirvísing. Leygardagin var so tann stóri dagurin, og hjúnini siga seg vera sera væl nøgd við vígsluna.
- Vit fingu heilt tað rætta huglagið fram inni í tí fjálgu kirkjuni, og samanlagt eru vit sera væl nøgd.
Hetta kann eisini sigast um tey hjástøddu. Har var ikki eitt eyga turt, tá ið Eva og Jón vendu sær ímóti hvørjum øðrum framman fyri altarið og søgdu hvør øðrum nøkur rørandi orð. Síðani komu ringarnir uppá fingrarnar og prestur legði tey vælkendu orðini ?You may kiss the bride? aftrat. Tað einasta sum órógvaði, var ein fartelefon, sum fór at ringja. Hetta tykist at vera blivin eitt ógvuliga vanligt óhapp í hesum mobilu tíðum. Eingin nevndur, eingin sekur, um undirritaða kann loyva sær at siga soleiðis.
Men hví valdu tey Gøtu kirkju at giftast í:
- Hetta skuldi vera ein serligur dagur, siga tey bæði hjúnini, og vit blivu so skotin í gomlu trækirkjunum eftir eina vígslu í Funningi í juli, at vit eisini vildu giftast í eini trækirkju. At tað gjørdist í Gøtu er ein samanseting av tí sannroynd, at tað er ein ógvuliga hugnalig kirkja og at vit fingu so avbera góðan stuðul frá teimum, ið varða um kirkjuna, at tað var so líka til.
12. des. fara tey nýgiftu til Estlands. Foreldur Evu høvdu ikki høvi at vera við til vígsluna, so nú fara hjúnini til Estlands at hátíðarhalda saman við teimum. Ein vinkona Evu var tó við, og tær báðar sungu hart við á estlendskum, tá ið sálmasangur var. Spurd, hvat tey ætla aftaná brúdleypið, siga hjúnini, at tey fara at búgva í Føroyum til Jón er liðugur við útbúgvingina. Alt er ikki heilt vist, men tey hava hug at búsetast antin í Finnlandi ella í Svøríki.
- Spurningurin er bara, hvat børn okkara koma at tosa. Tey fara jú at hava fýra ymisk mál at velja ímillum. Okkara ávikavisu móðurmál, føroyskt og estlendskt, síðani enskt, sum er málið, vit bæði samskiftast á og at enda annaðhvørt finskt ella svenskt, flennur tann vakra, estlendska brúðurin.
Tað er tó eingin ivi um, at tað fer at ganga væl hjá teimum báðum, serliga, tá byrjanin var so góð, sum hon var. Eftir er bara at ynskja teimum nýgiftu alt tað besta í framtíðini og at enda við orðunum hjá lítla Magnusi Paula uttanfyri kirkjuna: ?Eg visti tað allatíð, at tey fóru at giftast ? tey fylgjast altíð?.