Sjónarmið
Elin Heinesen
Hvør hevur so rætt? Eg haldi báðir partar - á hvør sín hátt. Tað er gott at vera forvitin, men tað er eisini sunt at vera fyrivarin og ikki bara gloypa øllum nýggjum. Allar tær nýggju uppfinningarnar gjørdar seinastu 100-150 árini - myndatólið, telefonin, útvarpið, sjónvarpið, telefonsvararin, fartelefonin - fingu mótstøðu í fyrstani, men blivu so við og við ein meira nátúrligur og sjálvsagdur partur av gerandisdegi okkara, sum vit ikki longur seta spurnartekin við á sama hátt. Men ofta skulu vit bíða eitt heilt ættarlið, áðrenn ein nýggj uppfinning verður góðtikin av flest øllum.
Í dag gongur menningin so skjótt, at óbalansa kemur í. Summi taka nýggju tøknina til sín beinanveg, men nógv hava ilt við at fylgja við. Hetta merkir, at tá tey síðstu endiliga hava tikið eina nýggja uppfinning í brúk og so smátt eru farin at venja seg við hana, so hava tey fyrstu kanska longu skift teirra út fimm ferðir við enn nýggjari tøkni langt frammanfyri hini.
Tey konservativu vilja fegin halda fast við tað góða, gamla, sum tey jú kenna so væl, meðan tey ótolnu hava sovorðnan skund, at tey næstan ikki kunnu bíða eftir at skifta út við nýggjari vørur. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva hjá teimum, sum framleiða kunningartøknina, at nøkta so ymiskan tørv samstundis. Oftast endar tað við, at minst verður hugsað um tey, sum ynskja at brúka síni gomlu tól til tey verða uppslitin.
Framleiðararnir hava jú hug at streingja á fólk at skifta út gamalt við nýtt skjótari og skjótari, so teir kunnu selja so nógvar vørur sum gjørligt. Við tí úrsliti at summi detta heilt burturúr menningini, tí tey fáa gænir av at kenna seg kroyst til ymiskt, sum tey avgjørt ikki kenna seg trygg við.
Tíbetur hava vit sum brúkarar møguleika fyri ávirkan. Tað eru vit, sum avgera, um vit vilja keypa eina vøru ella ikki. Og ERU nú allar hesar vørur við tí nýggjastu tøknini so góðar, tá alt kemur til alt? Tað er ikki heilt vist, at tað altíð bara er konservatisma, sum ger, at summi ikki tíma at vera við. Ein av orsøkunum til, at nógv ikki tíma at keypa tað nýggjasta nýggja við somu ørkymlandi ferð, sum menningin fer fram, kemst av, at tey duga væl at síggja, at vørurnar rætt og slætt ikki eru nóg góðar enn og kortini skjótt vera skiftar út við aðrar nýggjari og betri vørur.
Við kunningartøknini hava vit fingið eitt amboð við íbygdum møguleikum, sum eggja hugflogið um øll mørk. Men tøknifrøðiliga menningin kann í veruleikanum slettis ikki fylgja við tí framskygni, nógv hava um, hvat kunningartøknin og t.d. alnótin KANN blíva til.
Kunningartøknin virkar, sum hon er nú - hóast fantastisku møguleikarnar ? so avmarkandi í veruleikanum, tí hon lokkar við at lova alla verðina, men kann bert halda sera fá lyfti um tað, vit vænta okkum av henni. Kunningartøknin er ikki serliga rakstrarliga álítandi, og kennist tí oftani meira sum ein forðing, enn sum tað henta amboðið, tað var ætlanin, hon skuldi vera.
Í mong ár hevur talan verið um, at útvarp, sjónvarp, alnót og telefon við tíðini fór at renna saman til ein miðil. Enn er nakað eftir á mál hesum viðvíkjandi, men tað er, sum um vit bara bíða eftir at tey heilt RØTTU tólini koma fram og inn í gerandisdag okkara. Tól, sum veruliga fara at liva upp til vónirnar um at gera gerandisdagin lættari og kanska stuttligari? Tey tól, sum vit í dag nýta, kennast oftani bara sum vánaligar eftirgerðir av nøkrum, sum í framtíðini fer at vera nógv meira munadygt, meira intuitivt skipað og meira nýtsluvinarligt - og so bíligt, at vanlig fólk ikki fara á húsagang av at útvega sær tað.
So smoyggið ermarnar upp, kæru framleiðarar, og bjóðið fram vørur, sum veruliga gera munin, og ikki bara gera gerandisdagin truplari!










