Lisbeth L. Petersen
Løgtingslimur
Ásannandi, at Føroya fólk er ein tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir eina miðvísa fullveldisætlan o.s.fr.
Hetta skuldi vera fellan, sum tey vildu leggja fyri andstøðuna, men so lætt gongur ikki !
Vit í Sambandsflokkinum eru als ikki í iva um, hvør okkara støða er, tí vit meta okkum sum eina tjóð, og vit eru ikki í iva um, at vit eisini eru fræls, hóast serstakliga landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur roynt at prenta niður í okkum, at ongin, og als ikki danska stjórnin, metir okkum sum eina tjóð ella sum eitt fólk, men uppskotinum kunnu vit ikki taka undir við.
Uppskotið
Hyggja vit eftir hvussu nógv mál skulu yvirtakast eftir stutta tíð, so eru tey samb. uppskotinum 24!
Í seinasta lagi hin
1. januar 2002, 10 mál.
Í seinasta lagi hin
1. januar 2004, 5 mál.
Í seinasta lagi hin
1. januar 2006, 7 mál,
og í seinasta lagi hin
2. januar 2008, 2 mál.
So skal farast undir at rinda fyri yvirtikin mál undir føroyskum málsræði, og heildarveitingarnar til Føroya úr danska ríkiskassanum skulu lækka umleið 300-400 mió. kr. í seinasta lagi hin 1. januar 2002, og síðan verða tær lækkaðar, til tær eru burtur.
Hugsa vit so um, hvussu umstøðurnar eru hjá teim stýrum, sum vit hava í dag, so hoyra vit javnan um, hvussu trupult tað er hjá teimum at loysa tær uppgávur, sum tey hava fingið álagt undir verandi umstøðum. Kunngerðir eru ikki tilevnaðar, sum skulu fylgja teim lógum, sum longu eru samtyktar. Bara eitt dømi er Almanna- og Heilsumálastýrið, ið ikki hevur manning til at fylgja málum upp, so lógirnar kunnu virka.
Almennu starvsfólkini arbeiða dagliga undir einum øgiligum trýsti, tí politiski viljin krevur nógv av teimum. Føroya bispur, sum annars ikki er ímóti yvirtøku av fólkakirkjuna, nevnir dømi um kunngerðir, ið ikki enn eru gjørdar ella fullfíggjaðar, so tær kirkjulógirnar, sum tað tók 8 ár at dagføra, kunnu virka eftir ætlan!
Tað átti at verið minsta kravið, at teir trupulleikar, sum liggja og bíða eftir at verða loystir, verða loystir fyrst, áðrenn vit taka á okkum nýggj krøv og skyldur.
Búskaparligi parturin
Tað skerst ikki burtur, at búskaparligi parturin av fullveldinum/loysingini telur nógv fyri okkum í Sambandsflokkinum, og har valdar stór óvissa.
Lógaruppskotið vísir eisini til Hvítubók í almennu viðmerkingunum, men ein av búskaparfrøðingunum, sum var við til at skriva búskaparliga partin av Hvítubók, hevur skrivað soleiðis í eini grein:
Tað eigur at verða sligið fast, at »óvissan« skuldi verið yvirskriftin á Hvítubók. Skulu búskaparfrøðingar varðveita umdømi og æru, eigur at verða greitt skilt ímillum tað, sum kann sigast við rímiligari vissu, og tað, sum er púra óvist.
Til dømis kann sigast við rímiligari vissu, at »búskapurin minkar«, tá ríkisveitingin hvørvur. Eitt sindur fýrakantað sagt, er hetta tað einasta, sum vissa er um. Hvat ið hendir aftaná, liggur fyri stóran part í mjørka. Men at hetta merkir færrri arbeiðspláss og harav fráflyting, er ongin ivi um. Hetta er so sjálvsagt, at tað nýtist ongin hvítbókabólkur at kanna?.
Hetta er greið tala!
Nógv annað kundi verið skrivað afturat um uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks, ikki minst at tað stendur í viðmerkingunum, at nú verður trupult hjá donsku stjórnini at sannføra danska skattgjaldaran um framhaldandi heildarveitingar til Føroya.
Hatta er so satt, sum tað er sagt. Landsstýrið biður so miriliga donsku stjórnina um at skerja veitingina og síðani at taka hana burtur, tað stendur nú svart uppá hvítt! Fer tað at undra nakran, um okkara løgmaður og eins og vara-, fara at skylda uppá danir, tá fíggjarlógin fyri 2002 skal tilevnast og trupulleikarnir fara at vísa seg?
Tað fer ikki at undra okkum í Sambandsflokkinum ! Men vit fara av øllum alvi at berjast ímóti, at teir gera fleiri ólukkur, og tí má andstøðan standa saman í hesum stríði.









