bíligan penga. Skilliga sæst, at her hevur verið mangt og hvat at fáa. Klæði, gávulutir, amboð og jólapynt. Í september í 1970 byrjaði Leivur í handlinum. Leivur Kjærbo hevur sostatt í 31 ár rikið handil í Sumba [...] umsitingarligt arbeiði, sigur Leivur. Men Leivur hevur havt nógv at bjóða, umframt matvøru. - Vit hava havt alt møguligt og hava eisini útvega ymiskt. Tað hevur verið eitt slag av kundatænastu, sigur Leivur [...] hóast hann ongantíð hevur tímað at fingist við seyð. - Eg havi ymisk onnur ítriv og einum nýtist als ikki at keða seg, sigur Leivur Kjærbo og í stovuni sæst, at málningalist hevur hansara áhuga. Har eru
hvønn týdning Einar hevur havt fyri Klaksvíkina. Framúr gott minni Hóast høga aldurin, hevur Einar framúr gott minni. Tað er stuttligt at hoyra hann greiða frá øllum tí, sum hevur fylt hansara lív. Einar [...] heimi hoyrir til; hann hevur lært seg fleiri kapitlar í Bíbliuni, og teir endurgevur hann, uttan at hyggja í Bíbliuna. Hóast Einar fyri nøkrum árum síðani fekk eitt slag, so hevur hann tað gott. Hvønn dag [...] fór Einar at biðja sær kjans við skipi. Einar er ikki stórur á vøkstri, so skiparin spurdi hann: ?Hevur mamma tín givið tær loyvi?? Eftir at hava siglt sum messudrongur eina tíð, varð hann biðin at koma
kirkju. Ein partur skal gjaldast av kirkjuskattinum. Heri Joensen hevur lisið og búð í Íslandi í 10 ár, og síðan hann kom aftur hevur hann fylgt væl við, hvar hendir innan íslendsku kirkjuna. Hann vísir [...] til fólkið. Tað sigur Heri Joensen, sóknarprestur í Suðurstroymoyar Vestara Prestagjaldi. - Tað hevur alstóran týdning, at ein yvirtikin, føroysk fólkakirkja fær henda leiklut í samfelagnum, og tí mugu [...] broytt síðst í nítiárunum, so hon betur skuldi samsvara við fólksins hugsan um kirkjuna. Í Íslandi hevur kirkjan sjálvræði í málum, sum viðvíkja innaru viðurskiftini í kirkjuni, og ger sjálv av, hvussu hon
vorðin múgvandi maður í USA. Hann hevur starvast sum sjónleikari, og onkur kann hava sæð hann í onkrum filmi. Oluffa minnist at hava sæð hann í onkrum filmi, tá hann hevur verið og ferðast. Per Einar eigur [...] bygd, ið Bibi Haraldsen hevur málað, og málningurin er av Skála bygd. Tey eru sjálsagt øll sera spent og gleða seg at sleppa umborð at hitta familjulimin, ið ongantíð áður hevur verið í Føroyum. Bert mamma [...] er umleið 61 ára gamal. Mammam, Anna Maria, livir enn, og hon arbeiðir sum lækni í New York. Hon hevur regluliga samband við systkinabarn sítt, Oluffa Mikkelsen, á Skála. Emma, sum jú giftist Hans Peturi
hjá sitandi floksskrivara, Eyðólvi Dimon, tí hann hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur til valið, sum verður í morgin, leygardagin. Eyðólvur Dimon hevur sitið sum floksskrivari síðani 1991. Innkomin eru [...] Um vikuskiftið hevur Javnaðarflokkurin árliga landsfundin í Læraraskúlahøllini í Havn. Á skránni er m. a. val av starvsnevnd, eins og dagsins politisku mál verða umrødd. Eisini verður kósin løgd fyri framtíðar [...] í nevndini, ikki stillar uppaftur, tí hon ætlar sær uttanlands í lestrarørindum. Í hennara stað hevur SU skotið upp at velja formannin í SU, Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági. Seinasta punktið á skránni
Síðani viðger blaðið vatnbrunnin í Marknagili. ? Hevur heilsunevndin verið líka fús til at kanna um, hvussu stendur til við hesum vatnbrunni, sum hon hevur verið tað viðvíkjandi svimjingarhylinum í Gundadali [...] undir krígnum og slapp ikki heimaftur fyrr enn kríggið var av. Brunnurin er laðagur úr gróti, og hevur hann tí eitt sermerkt byggilistarligt virði. Ætlanin var, at hann bara skuldi vera laðagur, men tá [...] , tá stoypt varð. Vestanfyri sæst Kirkjubøreyn. Bilin inni í brunninum, kenna vit ikki. Men hann hevur nr. 38, so helst ber til at finna fram til, hvør átti hendan bilin í 1943. Heimildarmaður okkara er
brúka upp á vegin ímillum Skála og Strendur. Skálafjaðrarsiglingin hevur verið í nógv ár verið eitt heitt politisk epli. Fleiri ferðir hevur ætlanin verið at leggja hana niður, tí hon gevur so stórt undirskot [...] roynd varð gjørd, men tað var hálvhjartað, tí tað fylgdi ov lítil peningur við. Hartil hevur leiðin verið ótrygg og hevur ligið still í langa tíð inn ímillum. ? Antin mugu vit brúka neyðuga peningin til at [...] i ímillum Havnina og Skálafjørðin, fer í søguna. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur boðað frá, at hann ætlar at leggja uppskot fram um at broyta lógina um farma- og fólkaflutning, so
orð hevur hann skrivað, Jens Pauli - men hann hevur eisini skrivað nógv um orðini. Hann, sum á ungum árum setti sær fyri at "standa offrinum við lið ímóti bøðlinum" - og einki minni enn tað - hevur altíð [...] m 1973, tí fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hetta yrkisliga avrikið hevur havt stóran týdning fyri tað, ið seinni varð gjørt, og hevur tað framvegis. - Tí var ikki meira enn rímiligt, at Jens Pauli Heinesen [...] álvarsemi og ta - latið okkum bara siga - nøtrandi virðing, sum Jens Pauli heilt frá dreingjaárunum hevur havt fyri skaldskapinum, fyri orðunum. Og fyri skaldinum. Orðini eru ikki løtt og meinaleys, heldur
Eitt nú hevur verið sagt og skrivað, at samgongan hevur raðfest niðurskurð í ríkisstuðlinum framum alt annað, at øktu útreiðslurnar ikki eru farnar til vælferðina, at fullveldisætlanin er orsøk til bæði [...] bæði líkt og ólíkt o.s.fr. Hesar ákærur eru sjálvsagt fullkomiliga burturvið. Samgongan hevur øll árini raðfest vælferð føroyinga hægst og eru øktu útreiðslurnar nýttar til at bøta um vælferðina. Komandi [...] serforsorgin, mentan, útbúgving og gransking raðfest enn hægri. Ábyrgdarleyst at vilja hava ábyrgd ? Tað hevur verið undarligt at fylgt við í parti av kjakinum seinastu tíðina, tí tað tykist sum um, at uttan mun
Eftir ákærurnar frá skotskum og írskum alarum, um at føroyingar hevur selt laks á ES-marknaðinum fyri dupming-prís, hevur ES nú valt at kanna tríggjar føroyskar fyritøkur, Vestlax, Føroya Fiskasølu og [...] fyritøkan hevur eina deild innanfyri ES, nevniliga í Hirtshals. Fiskasølan er í somu støðu sum Vestlax. Fiskasølan er sølufyritøka, og eigur harumframt í eini fyritøku í framleiðsluliðnum. Eisini hevur Fiskasølan [...] á Niels Dann West, stjóri í Vestlax, er ikki bilsin av, at Vestlax er ein av fyritøkunum, sum ES hevur peikað á. - Tað hevði verið ringt at sloppi undan, av tí at vit eru so stórir á føroyska marknaðinum