Fótbóltur
Setningurin hjá ÍF er púrasta greiður, nú farið verður undir seinasta triðingin av kappingini. Teir skulu vinna seg úr botninum, har liðið higartil hevur hildið til.
Í royndunum at røkka hesum hevur felagið styrkt seg við einum serbiskum og einum donskum spælara, men tá vit í morgun tosaðu við Símun Eliasen, venjara, vóry loyvini hjá hesum enn ikki komin í rættlag.
Hartil hava Dánjal Pauli Højgaard, Vincent Jacobsen, Hanus Eliasen og Tórður Lervig allir drigist við skaða, og tí verður tað neyvan fyrr enn beint undan dystinum, at venjarin ger av, hvussu liðið sær út.
Hjá HB siga tey, at allir mans eru tøkir. Kári Nielsen er einasti spælarin, sum er eitt lítið sindur ivasamur, men roknað varð tó við, at hann verður á miðvøllinum í kvøld. Somuleiðis er Bárður Johannesen nú aftur til reiðar at spæla, og so er spurningurin, hvørt hann tekur plássið í málinum aftur, eftir at Tróndur Vatnhamar hevur verið vikarur nøkur umfør.









